Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

66. Viðurskiftini kring landsstýrismannin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen

« Aftur

 

Spyrjari: Jacob Vestergaard
Svarari: Jóannes Eidesgaard
Spurningur:

 

Á tingfundi 15. apríl 2008 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

1.      Metir løgmaður, at landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur hildið ásetingarnar í § 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini og § 37a, nr. 2 í Skattalógini, tá hann sum stjóri og partaeigari í familjufyritøkuni P/F Kongshavnar Útgerðarfelag seldi partabrøv í P/F Atlantskolvetni úr P/F Kongshavnar Útgerðarfelag til sín sjálvan.
 
2.      Metir løgmaður, at tað er sannlíkt, at Tórbjørn Jacobsen ikki kendi til prospektið viðvíkjandi P/F Atlantskolvetni, sum var undirskrivað 7. oktober 2004, tá hann 4. november 2004 seldi sær sjálvum partabrøvini í P/F Atlantskolvetni fyri áljóðandi.
 
3.      Hevur løgmaður kannað um partabrøvini í P/F Atlantskolvetni eru goldin P/F Kongshavnar Útgerðarfelag við reiðum peningi ella á annan hátt, og um ikki, ætlar løgmaður so ikki at kanna, hvussu goldið var fyri partabrøvini.
 
4.      Metir løgmaður, at Jógvan Amonsson er gegnigur at vera partur av kanningarbólkinum hjá løgmanni, tá sami Jógvan Amonsson hevði ein týðandi leiklut sum ríkisgóðkendur grannskoðari, tá prospektið viðvíkjandi P/F Atlantskolvetni var undirskrivað.
 
5.      Metir løgmaður, at Tórbjørn Jacobsen er gegnigur at umsita fiski- og tilfeingismál, tá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, sum Tórbjørn Jacobsen er partaeigari í, eigur týðandi ognir í P/F Dagsbrún, sum er ein av høvuðsaktørunum í tilfeingisvinnuni, umframt at hann privat eigur partabrøv í P/F Atlantskolvetni.
 
6.      Metir løgmaður ongan gegnistrupulleika vera í, at landsstýrið, sum Tórbjørn Jacobsen er partur av, viðger umsókn frá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag um at sleppa undan at gjalda landskassaskuld á góðar 41 milliónir krónur.
 
7.      Metir løgmaður, at tað er rætt, bæði fyri rættarkensluna hjá føroyingum og álitið á politisku skipanina, at Tórbjørn Jacobsen, hvørs privata felag, P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, sum hann hevur myndað, skyldar landskassanum fleiri enn 41 milliónir krónur, kann sita sum landsstýrismaður í landsins stjórn.
 
 
Viðmerkingar
Síðan landsstýrið var skipað, hava ymisk tíðindi verið at hoyrt um landsstýrismannin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, og viðurskiftini kring P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, sum hann er partaeigari í.
 
Hetta førdi til, at løgmaður, eftir fyrispurning í Løgtinginum, fekk gjørt upprit um “gjøgnumgongd av málinum viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í sambandi við Kongshavnar Útgerðarfelag”.
 
Uppritið, sum er undirskrivað av Marjun Hanusardóttir, Petur Albert Lamhauge, Jógvan Amonsson og Eyðfinni Jacobsen, er eftir øllum at døma gjørt við tí fyri eyga, at reinsa landsstýrismannin, Tórbjørn Jacobsen, tí niðurstøðan í uppritinum livir ikki upp til endamálsorðingina.
 
Løgmaður og omanfyri nevndu persónar hava ikki umrøtt týðandi umstøður, sum eiga at verða tiknar við, tá finnast skal út av “um tað eru sannlíkindi fyri, at Tórbjørn Jacobsen tilvitað hevur selt sær sjálvum partabrøv í P/F Atlantskolvetni til undirprís”.
 
Tað kann staðfestast, at uppritið ikki viðger tað, sum á fakmáli verður nevnt “krógva vinningsbýti “, sum er brot á Kapitalvinningsskattalógina og Skattalógina.
 
§ 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini ásetir, at alt, sum eitt felag útlutar partabrævaeigara, verður roknað sum vinningsbýti, tó eru frípartabrøv undantikin.
 
Hetta skal tryggja, at alt, sum verður útlutað eigarum, fyrst verður skattað við 18% í partafelagnum, við partafelags- ella kapitalvinningsskatti, og síðan skal útlutingin skattast við 35% í vinningsbýtisskatti. Um ognir verða seldar partaeigara ella nærstandandi til undirprís, er talan um krógvað vinningsbýti, sum átti at verðið skattað eftir nevndu lógargrein.
 
§ 37a, nr. 2 í Skattalógini ásetir “at skattskyldug (Tórbjørn Jacobsen v.fl.), sum hava tamarhald á løgfrøðiligum persónum (P/F Kongshavnar Útgerðarfelag), skulu í sambandi við uppgerð av skattskyldugu inntøkuni nýta teir prísir og tær treytir í handilsligu ella búskaparligu viðurskiftum sínum við áðurnevndu likamligu og løgfrøðiligu persónar, sum høvdu verið nýttir, um talan var um viðurskiftir millum óheftar persónar, (armslongd prinsippið).
 
Tá talan er um at selja eina ogn hjá einum partafelag til ein partaeigara, er einasti máti at tryggja, at § 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini og § 37a, nr. 2 í Skattalógini eru hildnar, at ein meting av handilsvirðinum verður gjørd av óheftum metingarfólki við kunnleika til handil við ávísu ognini, í hesum føri partabrøvunum í P/F Atlantskolvetni.
 
Hetta er ein grundregla í skattaviðurskiftum, tí ein noyðist at finna út av, hvat handilsvirði hevði verið millum óheftar partar.
Tá Tórbjørn Jacobsen sum stjóri og partaeigari í familjufyritøkuni P/F Kongshavnar Útgerðarfelag valdi at selja partabrøvini í P/F Atlanskolvetni til sín sjálvan úr P/F Kongshavnar Útgerðarfelag var, eftir tí sum er komið fram, ongin óheft meting útvegað, og er hetta beinleiðis í stríð við ásetingarnar omanfyri.
 
Eftir stendur, at Tórbjørn Jacobsen sum stjóri og partaeigari í P/F Kongshavnar
Útgerðarfelag hevði skyldu til at útvega eina óhefta meting av handilsvirðinum, áðrenn handilin fór fram. At Eik ikki vildi lána felagnum meira pening við panti í partabrøvunum í P/F Atlantskolvetni, sum onkur vil vera við, er heldur ikki ein virðismeting av partabrøvunum.
 
At Marjun Hanusardóttir, Petur Alberg Lamhauge, Jógvan Amonsson og Eyðfinnur Jacobsen ikki hava umrøtt hesi viðurskiftini í uppritinum er óskiljandi og sera órógvandi fyri rættartrygdina.
 
Øll umboða tey týðandi funksjónir í samfelagnum, sum borgarin má og skal hava álit á. Marjun Hanusardóttir, sum hægsta embætisfólk í fyrisitingini, Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sum hevur TAKS undir sær, Jógvan Amonsson, ríkisgóðkendur grannskoðari, og Eyðfinnur Jacobsen, advokatur. Alt funksjónir, sum føroyingar skulu hava fult álit á.
 
Hevði tað ikki verið rættari og borgað fyri størri trúvirði at lati kanningina upp í hendurnar á serkønum fólki, sum eru óheft av embætisverkinum, landsstýrinum og politisku skipanini?
 
Í uppritinum hjá løgmanni verður sagt, at prospektið viðvíkjandi P/F Atlantskolvetni ikki var alment kent fyrrenn 16. desember 2004, og at Tórbjørn Jacobsen tí ikki kendi til ásetta kursin, tá hann 4. november 2004 seldi partabrøvini í P/F Atlantskolvetni úr P/F Kongshavnar Útgerðarfelag.
 
Veruleikin er jú tann, at prospektið var kent tann 7. oktober 2004, tá tað var undirskrivað av pørtunum, P/F Grannskoðaravirkinum INPACT, v/Jógvan Amonsson og Arndis Poulsen, P/F Atlantic Petroleum (Atlantskolvetni), v/Wilhelm E. Petersen og Kjartan Hoydal og P/F Kaupthing Virðisbrævameklarafelag, v/Petur Holm og Evy Jacobsen.
 
Omanfyri nevndu persónar hava ikki allir tikið feil av dagfestingini. Dagfestingin skal vera tann dagin, tá skjalið er undirskrivað.
 
7. oktober 2004 eigur P/F Kongshavnar Útgerðarfelag partabrøvini í P/F Atlantskolvetni, og kann tí illgruni vera um, at Tórbjørn Jacobsen hevur kent til ásetta kursin og framtíðar útlitini, tá hann tann 4. november 2004 seldi partabrøvini í P/F Atlantskolvetni til sín sjálvan.
 
Ein annar spurningur, sum hevur tikið seg upp, er, hvussu Tórbjørn Jacobsen, tá hann keypti partabrøvini í P/F Atlanskolvetni úr kreppurakta felagnum P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, rindaði fyri partabrøvini.
 
Tað framgongur ikki greitt, hvussu flytingin millum P/F Kongshavnar Útgerðarfelag og privatpersónin Tórbjørn Jacobsen er farin fram, bert at partabrøvini eru seld fyri áljóðandi.
 
Hetta eru viðurskiftir, sum eru løtt at kanna, og er tað sera umráðandi, at hetta verður gjørt, so eingin illgruni er um, at aðrir kravánarar hava verið betur stillaðir enn landskassin.
 
Spurningurin um gegni hevur eisini verið frammi bæði viðvíkjandi teimum, sum hava kannað málið fyri løgmann viðvíkjandi Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, og viðvíkjandi øllum landsstýrinum, sum Tórbjørn Jacobsen er partur av.
 
Fyrisitingarlógin ásetir, at persónar, sum hava ávíst tilknýti til eitt mál, eru ógegnigir til at viðgera málið. Tí undrar tað ikki sørt, at løgmaður hevur valt Jógvan Amonsson sum ein teirra, sum kannaði viðurskiftini kring Tórbjørn Jacobsen, tá sami Jógvan Amonsson sum ríkisgóðkendur grannskoðari er grannskoðari hjá P/F Atlantskolvetni og hevði ein týðandi leiklut í framløguni av prospektinum fyri P/F Atlantskolvetni, har Tórbjørn Jacobsen, fyrst sum stjóri og partaeigari í P/F Kongshavnar Útgerðarfelag var partaeigari, og síðan privatpersóninum Tórbjørn Jacobsen.
 
Tá Tórbjørn Jacobsen í eini roynd at flyta áhugan frá málinum almannakunngjørdi sínar privatu ognir, kom fram, at P/F Kongshavnar Útgerðarfelag eigur týðandi ognir í P/F Dagsbrún, sum er ein av høvuðsaktørunum í føroysku tilfeingisvinnuni.
 
Tí kann spurnartekin setast við, um Tórbjørn Jacobsen er gegnigur at sita sum landsstýrismaður við fiski- og tilfeingismálum. Eisini tí hann eigur partabrøv í P/F Atlantskolvetni.
 
Tað er sera umráðandi, at privat áhugamál og politikkur verða hildin hvørt frá øðrum. Bara tað, at spurnartekin kann setast við slík viðurskiftir, kann verða við til at máa álitið undan teirri politisku skipanini.
 
Í grannalondunum hava vit sæð, at ráðharrar, sum hava havt privat áhugamál innan greinar, sum koma undir teirra málsøki, hava verið noyddir at sleppa sær av við privatu partabrøvini.
 
Tað var ikki av ongum, at starvsfólkini í táverandi Oljumálaráðnum vóru biðin um ikki at keypa partabrøv í P/F Atlantskolvetni, tí tá kundi spurnartekin setast við gegni hjá Oljumálaráðnum.
 
Tað kann eisini setast spurnartekin við, um landsstýrið, sum Tórbjørn Jacobsen er partur av, hevur gegni til at viðgera umsóknina frá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag um at sleppa at flyta landskassaskuldina á góðar 41 milliónir krónur yvir á annað skip.
 
Vit hava jú sæð, sum greitt er frá frammanfyri, hvussu tvey av landsins hægstu embætisfólkum, saman við løgmanni, hava mett um partabrævahandilin millum Tórbjørn Jacobsen og P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, uttan at viðgera týðandi viðurskiftir hesum viðvíkjandi.
 
Hóast tað er trupult at ímynda sær, at ein slík umsókn kann verða gingin á møti, og at tað er at undrast yvir, at hon er send landsstýrinum, skal hon hava eina sakliga viðgerð.
 
Ein sera prinsipiellur spurningur er skuldin hjá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag á 41.435.000,62 kr. til landskassan.
 
At løgmaður í umrødda uppritið tileinkisger skuldina, sum stavar frá stuðulsláni í fiskifarinum Napoleon, givið við heimild í løgtingslóg, er átaluvert.
 
Her er talan um pengar hjá landskassanum, skattaborgarans pengar, sum Løgtingið, hevur sæð sera álvarsamt uppá, tá ymisk viðurskiftir viðvíkjandi stuðulslánunum hava verið til viðgerðar
 
Vit hava áður sæð, at persónar, sum eru útnevndir ella valdir til landsstýrismann, hava verið noyddir at greiða alla skuld til landskassan, áðrenn teir hava tikið við starvinum.
 
Hetta er eisini siðvenjan í londunum kring okkum, lond, sum vit fegin vilja samanbera okkum við. Har hevði tað als ikki komið uppá tal, at ein persónur, hvørs privata felag skyldaði tí almenna 41.435.000,62 kr., var útnevndur til ráðharra í landsins stjórn.
 
Henda siðvenjan er grunda á, at borgarin skal hava álit á teirri politisku skipanini og skal føla seg tryggan við tær avgerðir, sum verða tiknar av landsins stjórn.
 
Hetta er einki minni enn grundarlagið undir rættarsamfelagnum.
 

Tí má løgmaður, sum hevur evstu ábyrgd, greiða Løgtinginum og Føroya fólki frá, hví hann setir hesa sera týðandi siðvenju til viks, nakað sum ikki hevði komið fyri í okkara grannalondum, og framhaldandi letur Tórbjørn Jacobsen sita sum landsstýrismann í landsins stjórn.

Á tingfundi 16. mars 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 9. mai 2008 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 
Fyrst av øllum havi eg hug at viðmerkja, at tað, sum løgmaður og landsstýrismenn svara fyri í tinginum mótvegis tinglimum, sum spyrja, er vegna starv sítt sum løgmaður ella landsstýrismenn.
 
Privat viðurskifti hjá løgmanni og landsstýrismonnum er ongin upplýsingarskylda um. Her galda júst somu reglur, sum fyri privatfólk annars í samfelagnum, tað er., at upplýsingarnir kunnu bert fáast frá almennum myndugleikum, hevst rættarkrav uppá tað eftir lógini um alment innlit.
 
Fyrispurningurin snýr seg ikki bara um viðurskifti hjá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, men mest um viðurskiftini hjá Tórbjørn Jacobsen, privatmanni. Í spurningunum um privatmannin Torbjørn Jacobsen havi eg, sum løgmaður, tí ikki aðrar kanalir at upplýsa málið enn spyrjarin sjálvur, nevniliga við at spyrja Torbjørn Jacobsen og skattavaldið teir settu spurningarnar. Ikki fer at bera til hjá mær at gera løgfrøðiligu metingar av málinum. Tað mugu teir røttu almennu myndugleikarnir gera.
 
Um Tórbjørn Jacobsen við støði í teim nevndu viðurskiftum kann sita sum landsstýrismaður, er ein politisk heildarmeting og ikki ein rættarlig meting. Tað havi eg sum kunnugt mett um sbr. tíðindaskrivi mínum 27. mars 2008.
 
Við støði í hesum viðmerkingum er svar mítt til einstøku spurningarnar:
 
 
Til 1. Mín støða í málinum er grundað á eina gjøgnumgongd av tilgongiligum upplýsingum í málinum. Út frá hesi gjøgnumgongd bendir tað ikki á, at Torbjørn Jacobsen hevur framt óregluligt virksemi. Tað er skattamyndugleikin TAKS, ið hevur eftirlit við, at ásetingarnar í § 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini og § 37a, nr. 2 í Skattalógini verða hildnar, og hevur hesin myndugleiki atgongd til skrásettar upplýsingar bæði frá bankum og fyritøkum, ið eg ikki havi. Eg havi sjálvandi álit á, at TAKS eisini røkir skyldir sínar í hesum máli.
 
 
Til 2. Sambært omanfyri nevndu gjøgnumgongd av málinum ber ikki til at siga, at Tórbjørn Jacobsen kendi til prospektið viðvíkjandi P/F Atlantskolvetni, tá Kongshavnar Útgerðarfelag seldi partabrøv í Atlantic Petroleum. Prospektið varð, sum fyrr nevnt, undirritað hin 7. desember 2004 og ikki 7. oktober 2004, og partabrøvini vórðu seld hin 4. november 2004. Hetta verður váttað í frásøgn frá nevndarfundi í Atlantskolvetni hin 7. desember, tá eisini prospektið varð undirritað.
 
 
Til 3. Eg havi sæð skjalprógv fyri, at Torbjørn Jacobsen hevur goldið fyri partabrøvini, ið hann keypti frá Kongshavnar Útgerðarfelag hin 4. november 2004.
 
 
Til 4. Tað snýr seg ikki um, at eg taki fyrisitingarliga avgerð í málinum, men eg meti um eitt mál politiskt. Tí galda vanligu ógegnisreglurnar ikki. Sjálvt um so var, at tær vóru galdandi, meti eg ikki, at talan er um nakað ógegnisføri, tí tey bæði arbeiðini – at undirrita eitt prospekt og at svara spurningum, ið eg setti um viðurskiftini hjá einum politikara, sum samstundis er partaeigari í Atlantskolvetni – ikki hava nakað við hvørt annað at gera..
Til 5. Sum í øllum øðrum løgfrøðiligum viðurskiftum, so ber ikki til at skera alt yvir ein kamb. Ítøkiliga føri má ítøkiliga haldast upp í móti fyrisitingarlógini § 3, og ikki ber til at siga, at ein landsstýrismaður er ógegnigur í øllum málum sum heild, bara tí at hugsast kann, at ítøkiligt mál kemur at stinga seg upp, har hann er ógegnigur. Slíkir spurningar mugu tí aloftast loysast ítøkiliga frá máli til máls sbr. fyristingarlógini § 3.
 
Hetta er so tann kalda løgfrøðin. Nakað annað er so tann politiski veruleikin. Tað er vorðið alt meira vanligt, at føroyingar, og tí eisini komandi landsstýrismenn, ogna sær virðisbrøv í vinnuni. Tað er sjálvandi at fegnast um. Men hinvegin skert ikki burtur, at tað kann elva til misálit ella ótryggleika millum borgarar, um ein landsstýrismaður hevur áhugamál í ávísari fyritøku, ið er fevnd av hansara málsøki, hóast landsstýrismaðurin ikki er beinleiðis ógegnigur í fyrisitingarligum høpi. Tí síggi eg fyri mær, at løgmaður í framtíðini fer at leggja upp fyri slíkum spurningum, tá hann býtir málsøki millum landsstýrismenn.
 
Tá hetta landsstýrið varð skipað, kannaði eg ikki persónligu vinnuligu áhugamálini hjá landsstýrisfólkunum, áðrenn eg gjørdi av at útnevna tey til landsstýrismenn. Men síðani havi eg heitt á tey um at boða mær frá vinnuligu áhugamálum teirra. Tá tað tilfarið er fingið til vega, eri eg betur fyri at meta, um tillagingar eiga at gerast í málsøkjabýtinum. 
 
 
Til 6. Nei, eg meti ikki, at ein landsstýrismaður er ógegnigur at viðgera mál, sum annar landsstýrismaður er ógegnigur í. Landsstýrismenn hava professionel viðurskifti við hvønn annan. Skal ógegni verða, mugu onkur serlig viðurskifti verða afturat sbr. § 3, stk. 1, nr. 5, sum førir við sær ógegni. Um hildið verður, at landsstýrismenn ikki kunnu viðgera mál, sum annar landsstýrismaður er ógegnigur í, komu vit í eina løgna støðu. Hvør skal tá taka støðu landsstýrisins vegna? Løgtingið, dómstólarnir ella ríkismyndugleikarnir? Tað hevði neyvan verið sambæriligt við stýrisskipanina at lagt vald til onnur.
 
 

Til 7. Ringt er at svara fyri, hvør rættarkenslan og álitið á politisku skipanina er hjá fólki. Eg kann bara svara fyri meg sjálvan, at eg meti ikki, at nakar trupulleiki er í hesum viðfangi út frá ítøkiligu umstøðunum, sum lýstar eru í áður umrødda tíðindaskrivi mínum frá 27. mars 2008. Annars kann eg upplýsa, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum enn ikki hevur avgreitt fyrispurningin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag um at flyta umrødda veðhald til annað skip.

Málið avgreitt.