Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

faroese parliament


Tíðindafundur

 

Kristina Samuelsen, advokatur, ið er sett sum kanningarstjóri sambært § 38, stk. 2 í Stýrisskipanarlógini, fer hósdagin, 26. apríl 2018, at handa Formansskapinum í Løgtinginum frágreiðing sína í sambandi við kanning  hennara av, um ávikavist Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við flyting av veiðiloyvum, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt eftirlitsskyldu sína á fullgóðan hátt.

Í hesum sambandi verður tíðindafundur í Løgtinginum, fundarhøli 1, hósdagin 26. apríl 2018, kl. 11, har kanningarstjórin fer at leggja niðurstøðu sína fram alment. Aftan á framløguna verður høvi hjá fjølmiðlunum at seta kanningarstjóranum spurningar um kanningina.