Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

faroese parliament


Útnorðurráðið hevur ársfund í Føroyum

Útnorðurráðið hevur í døgunum 4-5. september í ár ársfund í Føroyum. Ársfundurin hesa ferð verður hildin í tingsalinum, har Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður býður vælkomin, og fundurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum í KVF á sama hátt sum løgtingsfundir.

Hetta er liður í einari royndarskipan, har Útnorðurráðið í fjør, í ár og næsta ár hevur biðið um og fingið loyvi til at halda sínar ársfundir í tingsalunum í teimum trimum londunum.

Fundurin týsdagin byrjar kl. 9.30 og endar kl. 17. Mikudagin er fundurin frá kl. 10.45 til kl. 15.