Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

46/2018 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar og leingjan av freist)

« Aftur

Uppskot frá Kristini Michelsen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 32-1-0

Broytingaruppskot frá Ruth Vang, Helenu Dam á Neystabø, Kristin Michelsen og Hannu Jensen - Á tingfundi 18. desember 2018 las formaðurin skriv frá broytingaruppskotssetarunum, har boðað verður frá, at broytingaruppskotið verður tikið aftur. Upp á fyrispurning sbrt. § 55, stk. 3, tók eingin broytingaruppskotið uppaftur.

Broytingaruppskot frá Bill Justinussen, Bárði á Steig Nielsen, Jógvan á Lakjuni og Kára P. Højgaard - Á tingfundi 18. desember 2018 las formaðurin skriv frá broytingaruppskotssetarunum, har boðað verður frá, at broytingaruppskotið verður tikið aftur. Upp á fyrispurning sbrt. § 55, stk. 3, tók eingin broytingaruppskotið uppaftur.

Broytingaruppskot frá samdari Fíggarnevnd samtykt 32-0-0

Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-3

Málið avgreitt