Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

17. Siglingin um Skopunarfjørð

« Aftur

 

Spyrjari: Brandur Sandoy
Svarari: Henrik Old
Spurningur:

Á tingfundi 15. mars 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.      Nær byrjar Ternan siglingina um Skopunarfjørð?

2.      Hvussu nógvar túrar um Skopunarfjørð verður talan um dagliga, og nær á degi verða teir?

3.      Hvørja loysn hevur landsstýrismaðurin fyri nólsoyarsiglingina, meðan Ternan røkir sigling um Skopunarfjørð?

 

Viðmerkingar:
Í kjalarvørrinum á trupulleikunum, ið Teistin hevði í vár, gav landsstýrismaðurin lyfti í kjaki í KvF, at Ternan skuldi setast í sigling um Skopunarfjørð í summar, afturat Teistanum.

Øll sum dagliga ferðast um Skopunarfjørð ásanna, at Teistin eina hevur alt ov lítlan kapastitet at føra bilar um Skopunarfjørð frá páskum, til út í oktober.
Tørvur er sostatt á eini bilferju afturat, sum kann røkja siglingina um Skopunarfjørð, tá fløskuhálsar eru.
Serliga er tað summarferðslan sum er ovurhonds stór til Sandoynna.

Oyggin er sera ferðafólkavinarlig, og velja sera nógvar barnafamiljur at vitja oynna um summarið.

Hetta er gleðiligt, men samstundis er tað ein avbjóðing at flyta allar teir bilarnar, ið hesir summargestir hava við sær, um Skopunarfjørð.

Samstundis vita vit, at virksemið við Sandoyartunlinum fer at krevja nógv av siglingini um Skopunarfjørð. Vit sum samfelag mugu tryggja, at eitt nú fiskavirkingin í oynni ikki fer at líða undir manglandi kapasiteti um Skopunarfjørð.

Vónandi megnar landsstýrismaðurin eisini at tryggja nólsoyingum eina nøktandi farleið, nú landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at Ternan skal røkja siglingina um Skopunarfjørð.

Á tingfundi 16. mars 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Landsstýrismaðurin hevur svarað 9/4-18, men spurningurin bleiv ikki svaraður í tinginum, tí tingið fór heim.

Svar upp á spurning 1

Ternan siglir einans á Sandoyarleiðini, ímeðan Teistin er í dokk. Í ár er tað frá 30. apríl til 18. mai.

 

Svar upp á spurning 2

Ímeðan Ternan avloysir Teistan, tá ið hesin er í dokk, siglir Ternan eftir ferðaætlanini hjá Teistanum.

 

Svar upp á spurning 3

Ímeðan Teistin er í dokk, siglir Ternan á Sandoyarleiðini, og Jósup siglir á Nólsoyarleiðini.

Spyrjarin vil í viðmerkingunum vera við, at landsstýrismaðurin í kjaki í kringvarpinum 23. januar 2018 gav eitt lyfti um, at ”Ternan skuldi setast í sigling um Skopunarfjørð í summar, afturat Teistanum. ”

Ímóti endanum av kjakinum kundi tað kanska fatast sum, at eitt slíkt lyfti varð givið, men landsstýrismaðurin nágreinar, at talan í hesum førinum kann blíva um eyka náttarsigling um summarið hjá Ternuni við neyðugum farmi og akførum.

Í næstum verður farið undir at gera allar fyrireikingar og bora undirsjóvartunnilin ímillum Sandoynna og Streymoynna, og í hesum sambandi kann verða neyðugt, at Ternan ger onkrar eykatúrar uttan fyri ferðaætlanina á Nólsoyarleiðini.

Havandi undirsjóvartunnilin í huga, gevur tað onga meining hvørki at keypa ella byggja eitt skip aftrat til Sandoyarsiglingina.

Bygging ella keyp av nýggjum skipi til Sandoyarsiglingina er heldur ikki við í langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum, og hevur heldur ikki verið ætlanin hjá nøkrum landsstýri ella samgongu aftur í tíð.

Kjakið í Kvf snúði seg fyri ein part um at hava eitt eykaskip klárt, um Teistin verður fyri óhappi. Her er støðan enn sum áður, at Ternan er hetta eykaskipið, og tá má hon sigla eftir umstøðunum, um talan t.d er um vetrarveður.

Nýggja bíleggingarskipanin á Sandoyarleiðini, sum enn bara virkar frá Gomlurætt, hevur víst seg samanumtikið at rigga væl, og við neyðugum tillagingum fer hon eftir ætlan at taka trýstið, ið verður í summar.

Best hevði verið, um bíleggingarskipanin eisini fekst at virka í Skopun, so vónandi fer tað skjótt at eydnast Strandferðsluni at fáa skipanina at virka har.

Landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða fyri, at t.d stórir bilar við farmi, ið hava fyri neyðini at sleppa skjótt yvir um fjørðin, ikki fara aftur um í røðini í bíleggingarskipanini, um t.d avlýsingar hava verið vegna veður.

Spyrjarin vildi í kjakinum vera við, at tað hevur verið ein ætlan um, at ein nýggj Nólsoyarferja hevði gjørt tað gjørligt at sett Ternuna í summarsigling á Sandoyarleiðini saman við Teistanum. Hetta er ikki rætt, tí í teimum ætlanunum lá, at Ternan bleiv seld.

Landsstýrismaðurin nevndi í kjakinum eisini møguleikan fyri einum skjóttgangandi báti úr glastrevjum, sum kundi hjálpt upp á skipakabalina hjá SSL, men tað vísir seg at vera trupult at fáa ein slíkan bát innfluttan, tí hann fær ikki neyðuga góðkenning.