Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

18. At bakkaverja verður gjørd á Sondum á Sandi

« Aftur

 

Spyrjari: Brandur Sandoy
Svarari: Rigmor Dam
Spurningur:

Á tingfundi 16. mars 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.      Ætlar landsstýrismaðurin at bera soleiðis í bandi, at bakkaverja verður gjørd á Sondum á Sandi, soleiðis at jarðføstu fornminnini ikki fara fyri skeytið?

2.      Nær ætlar landsstýrismaðurin at seta arbeiðið í gongd?

 

Viðmerkingar:

Elsta búseting føroyinga er staðfest á Sondum á Sandi.

Har eru undan bakkanum komnar leivdir av fornari búseting, sum verður mett at vera um 1700 ára gomul.

Søvn Landsins og Landsverk, saman við Sands kommunu, hava áhaldandi í trý ár gjørt Mentamálaráðið, Løgmansskrivsstovuna og Fíggjarnevnd Løgtingsins varug við, at hesi jarðfestu fornminni, sum metast mugu sum fornfrøðiligir dýrgripir, eru um at fara fyri skeytið. Tó uttan úrslit.

Nógv fordømi hava verið, har landið hevur gjørt bakkaverjur fyri at verja fornfrøði­ligar dýrgripir og forða fyri, at havið máar alt burtur. Seinasta dømið er játtanin til bakkaverju í Sumba.

Av tí at mett verður, at innanfyri ein vetur ella tveir, fara týðandi fornminni fyri skeytið, umframt at eitt gróthús, ið stendur ytst á bakkatromini, fer í havið, verður hesin spurningur settur landsstýrismanninum, í vónini um at landið tekur ábyrgd sína í álvara, og verjir dýrgripirnar, sum landið hevur vart við lógini um jarðføst fornminni.

Á tingfundi 19. mars 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

 Landsstýrismaðurin hevur svarað 5/4-18, men spurningurin bleiv ikki svaraður í tinginum, tí tingið fór heim.

Til 1: Til hetta er at svara, at málið um bakkaverju heima á Sandi hevur verið aktuelt við jøvnum millumbilum. Eg havi fingið upplýst, at Tjóðsavnið hevur fleiri ferðir áður gjørt Sands kommunu varuga við, at bakkin á Sondum máar og ta hóttan, hetta er fyri jarðføstu fornminnini, ið fjala seg har í bakkanum. Tjóðsavnið hevur nakrar ferðir skipað fyri kanningum av økinum og við hjálp frá Landsverki sett upp fyribils verjur. Er støðan tann, at nú er aftur vandi á ferð, má málið takast upp til nýggja viðgerð.

 

Til 2: Spyrjarin staðfestur í viðmerkingum sínum, at «hesi jarðfestu fornminni, sum metast mugu sum fornfrøðiligir dýrgripir, eru um at fara fyri skeytið». Er tað so sum spyrjarin sigur, mugu vit fáa eina nýggja meting frá teimum avvarðandi pørtunum, sum eru Tjóðsavnið, Landsverk og Sands kommuna, og vísir tað seg, at talan er um, at friðað fornminni eru um at fara fyri skeytið, mugu partarnir skjótast gjørligt taka stig til at fyribyrgja hesum í tann mun, tað letur seg gera.

 

Eg fái ikki svarað spurningunum øðrvísi, men eg kann vissa løgtingsmannin um, at er niðurstøðan tann, at neyðug stig mugu takast til tess at bjarga jarðfestum fornminnum, í hesum føri á Sondum á Sandi, so eri eg fús at virka fyri at lyfta uppgávuna saman við avvarðandi pørtum. Er talan um at útvega neyðuga fígging, má hetta eisini viðgerast politiskt.