Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

1. Hernaðarliga virksemi á Eiði og Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga.

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Edmund Joensen
Svarari: Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum
Spurningur:

Á tingfundi 21. august 2018 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.     Heitt verður á ríkisumboðið um at kanna, um til ber at leita fram ætlanir, tekningar og yvirlit, sum finnast um hernaðarliga virksemið á Eiði og á Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga.

2.     Um hetta tilfar finst, í hvønn mun er hetta alment atkomuligt, og kann hetta tilfar latast føroyskum myndugleikum?

 

Viðmerkingar

Tað hevur stóran áhuga, bæði søguliga og nú, tá ferðastreymurin til Føroya økist í stórum, at fáa fatur í tilfari, sum stavar frá tíðarskeiðnum undir seinna veraldarbardaga, her serliga um virksemið á Eiði og á Eiðiskolli.

Endamálið við útvegan av hesum tilfari er at skapa tilvitan um, í hvørjum høpi Føroyar vórðu partur av teimum herðnarskipanum, sum vórðu stovnaðar undir seinna veraldarbardaga, um ítøkiliga týdningin av Eiðiskolli o.a., og brúka tilfarið sum almenna upplýsing í undirvísing, kunning til ferðandi o.a.

Tilfarið, sum her verður hugsað um, eru ætlanir, tekningar og yvirlit yvir økið við Eiðiskoll, sum jú nógvar søgur ganga um og sum var eitt av týdningarmestu útsýnisstøðunum á norðurmótinum.

Væl vitandi um, at virksemið fór fram undir bretskum hervaldi, so umfatar fyrispurningurin eisini virksemið hjá danska hervaldinum, sum Føroyar eru partur av, tá í samstarvi við bretska hervaldið.

Slíkt søguligt tilfar við upplýsingum um virksemið á Eiði og á Eiðiskolli hevur serligan almennan áhuga bæði á Eiði og í lokaløkinum sum liður í Føroya søgu undir seinna veraldarbardaga.

Svar:

 Á tingfundi 4. desember 2018 svaraði ríkisumboðsmaðurin í Føroyum, fyrispurninginum soleiðis:

Til brug for besvarelsen af spørgsmålet er der indhentet en udtalelse fra Forsvarsministeriet, som jeg kan henvise til:

 

Forsvarsministeriet opbevarer alene arkivalier fra 1992 og frem og har ved en søgning i ministeriets sager ikke fundet materiale, der kan belyse det emne, som er omfattet af lagtingsmedlem Edmund Joensens forespørgsel.

 

Forsvarsministeriets materiale fra før 1992 er afleveret til Statens Arkiver (Rigsarkivet) i henhold til arkivlovens regler. Forsvarsministeriet har derfor tillige fortaget en almindelig søgning i Rigsarkivets arkivalier og fundet frem til et enkelt dokument om Loranstation Eiði. Dokumentet havde imidlertid ikke relevans for den stillede forespørgsel.”

 Málið er avgreitt