Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

3. Statsborgaraskapur

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Bárður S. Nielsen
Svarari: Ríkisumboðið í Føroyum
Spurningur:

Á tingfundi 10. september 2018 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.     Er tað rætt at ein, í einum ríki við felags statsborgaraskapi, kann hava ymisk statsborgararættindi í teimum ymsu pørtunum av ríkinum?

 

2.     Hava føroyskir myndugleikar rætt til at geva og taka statsborgaraskapin frá fólki, sum eru búsitandi í Føroyum?

 

3.     Kunnu føroyskir myndugleikar, um so skuldi verið, at farið verður úr ríkisfelags­skapinum, taka tann danska statsborgaraskapin frá fólki, sum eru búsitandi í Føroyum -    ímóti teirra vilja?

 

Viðmerkingar

Í septembur 2015 kom í gildi ein lóg um dupultan statsborgaraskap í Danmark. Henda lógin er kortini ikki galdandi fyri Føroyar.

Tann 23. august 2017 svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður,  einum munnligum fyrispurningi í Løgtinginum frá Sonju Jógvansdóttir, løgtingslimi, um nær henda lógin fær gildi í Føroyum.

Tá hugsað verður um, at statsborgaraskapurin er eitt felagsmál og at hesi mál verða avgjørd á Christiansborg, tykist tað skeivt, at mann í tí danska partinum av ríkinum kann seta í verk dupultan statsborgaraskap, uttan at tað samstundis er galdandi fyri Føroyar.

Spurt verður tí, um so er, at tað er møguligt við ymiskum statsborgararættindum, um føroyskir myndug­leikar so hava rætt til at geva og taka statsborgaraskapin frá fólki, sum eru búsitandi í Føroyum.

 

Somuleiðis verður spurt, um so skuldi verið, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum, um føroyskir myndugleikar eftir tað kunna taka tann danska statsborgaraskapin frá fólki, búsitandi í Føroyum – ímóti teirra vilja.

 

Tað valdar stór løgfrøðilig óvissa um hesar spurningar. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Svar:

Á tingfundi 12. desember 2018 svaraði ríkisumboðsmaðurin í Føroyum, fyrispurninginum soleiðis:

Til brug for besvarelse af spørgsmålene er der indhentet vedlagte udtalelse fra Udlændinge- og Integrationsministeriet, som der henvises til.

Skjal 1

 Málið avgreitt