Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

5. Hjúnabandslógin

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Jógvan á Lakjuni
Svarari: Sirið Stenberg
Spurningur:

    Á tingfundi 25. september 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.     Er tað veruliga satt, at orðini ”maður” og ”kvinna” eru strikað á tí nýggja vígslubrævinum, sum hjún fáa í sambandi við borgarligt giftarmál?

2.     Er tað rætt, at í hjúnabandsbókini í staðin fyri ”kvinnan” og ”maðurin” nú stendur ”maki 1” og ”maki 2”, og at tey eisini skriva undir við hesum heiti?

3.     Hvussu nógv ”pør” av sama kyni eru gift í Føroyum, síðan lógin varð broytt?

4.     Hví skulu vígslubræv og hjúnabandsbók hjá øllum teimum mongu pørum við kvinnu og manni, sum giftast, verða kynsneutral, bara tí at kanska okkurt hendinga ”par” av sama kyni verður gift?

5.     Hví verða ikki serlig oyðubløð gjørd til tey fáu, í staðin fyri at ein alstórur meiriluti skal diskriminerast á henda hátt orsakað av einum pinkulítlum minniluta?

6.     Hvør myndugleiki hevur givið boð um at broyta hesi hátíðarligu oyðubløð á henda hátt?

7.     Væntar landsstýrismaðurin, at fleiri lógar- og kunngerðarbroytingar ella aðrar broytingar fara at koma orsakað av tí kynsneutralu hjúnabandslógini? Og um so er, hvørjar?

 

 

Viðmerkingar:

Tá ið hjúnabandslógin var til viðgerðar, vóru vit fleiri, sum royndu at vísa á vandan í at gera hjúnabandið kynsneutralt og at samtykkja eina lóg, sum gevur tveimum av sama kyni rætt til at ganga saman í hjúnalag á líka fóti við tað siðbundna hjúnabandið millum mann og konu.

 

Tað, at geva tveimum, sum hava hug at liva saman, nøkur borgarlig rættindi, er bara ein lítil partur av hesum og hevði als ikki tørvað broyting í hjúnabandslógini.

 

Vit royndu at vísa á, at  her lá nakað nógv álvarsligari aftanfyri.

 

Her bleiv latið upp fyri einari kynsneutralari ideologi, sum hevur til endamáls at broyta alla siðvenju, og sum fer at vera orsøk til eina mentanarkollvelting, ið gongur beint ímóti tí kristnu siðalæru, sum samfelag okkara í øldir hevur bygt á, og hetta fer eisini at hava álvarsligar avleiðingar fyri komandi ættarlið.

 

Og nú er sjón fyri søgn.

 

Ikki tí – avleiðingar sóust beinanvegin. Vit minnast, at bispur í sambandi við signing av borgarliga giftum straks mátti geva prestunum tænastuboð, tí samgongan blandaði seg upp í kirkjulig viðurskifti, hóast alt tað kirkjuliga landslagið mótmælti.

 

Men hetta var bara byrjanin.

 

Tað næsta var tann danska ættleiðingarlógin, sum Sirið Steenberg, landsstýrismaður, fekk mestsum orðarætt umsetta til føroyskt, og samgongan samtykti. Henda lóg hevði við sær, at tveir menn ella tvær kvinnur, sum liva saman – líkamikið um teir ella tær eru í “hjúnabandi” ella ikki – nú kunnu ættleiða børn!

 

Og avleiðingarnar halda fram!

 

Nýggj kynsneutral oyðubløð eru nú gjørd í sambandi við giftarmál, og so ótrúligt tað enn ljóðar, so eru heitini ”maður” og ”kvinna” beind burtur og strikað av vígslubrævinum, sum parið fær, tá ið tey eru gift, og í hjúnabandsbókini, har hjúnini skrivað undir, stendur nú ikki longur ”kvinnan” og ”maðurin”, men ”maki 1” og ”maki 2”.

 

Hóast hesi tingini, sum henda, júst eru prógv um ta kynsneutralu ideologiina, sum ávarað varð ímóti, so fært tú teg næstan ikki at trúgva hesum og spyrt teg sjálvan, um endamálið hjá landsstýrinum veruliga er at viska burtur biologiskt kyn og at fáa fólk at hugsa og tosa í kynsneutralum ”termum”!

 Á tingfundi 26. september 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 9. november 2018 svaraði landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, fyrispurninginum soleiðis:

Til spurning 1

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur fingið upplýst frá Børne- og Socialministeriet í Danmark, at tey tóku avgerð um at dagføra vígslubrævið, tá ið broytingarnar í hjúnabandslógini vórðu settar í gildi í Føroyum tann 1. juli 2017. Broytingarnar høvdu við sær sum kunnugt, at persónar av sama kyni kundu giftast borgarliga í Føroyum. Hetta hevði við sær m.a., at “kvinna” og “maður”, síðani 1. juli 2017, eru strikað úr vígslubrævinum, soleiðis at einans nøvnini á persónunum standa á vígslubrævinum.

 

Til spurning 2 

Sambært Børne- og Socialministeriet varð hjúnabandsbókin eisini dagførd í sambandi við, at broytingarnar í hjúnabandslógini vórðu settar í gildi, soleiðis at tað síðani tann 1. juli 2017 hevur staðið “maki 1” og “maki 2” í hjúnabandsbókini.

 

Til spurning 3

Heilsu- og innlendismálaráðið liggur ikki inni við hagtølum um, hvussu nógv pør av sama kyni verða gift í Føroyum. Ráðið hevur tí spurt kommunur og sýslumenn, sum hava heimild at gifta pør borgarliga, hvussu nógv pør av sama kyni, tey hava gift. Í flestu førum hevur ráðið fingið upplýst, at ongin av sama kyni er giftur í teirra kommunu/sýslu. Har kommuna hevur gift pør av sama kyni, hevur ráðið fingið upplýst, at tá pør verða borgarliga vígd, verður tað ikki skrásett, hvat kyn tey eru. Soleiðis hevur tað ikki verið møguligt at fáa upplýst, hvussu nógv pør av sama kyni eru gift í Føroyum.

 

Til spurning 4 og 5

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur ikki kunnleika til, hví danskir myndugleikar hava broytt vígsluoyðubløðini á tann hátt, sum tey hava gjørt. Sambært Børne- og Socialministeriet er sami leistur brúktur í Føroyum við at dagføra m.a. vígslubræv og hjúnabandsbók, sum varð nýttur í Danmark, tá ið líknandi broytingar í hjúnabandslógini fingu gildi har.

 

Sum kunnugt er familjurættarliga økið yvirtikið á ólavsøku í ár. Tað merkir, at lóggávuvaldið og útinnandi valdið á familjurættarliga økinum við yvirtøkuni er flutt frá donskum til føroyskar myndugleikar. Eftir yvirtøkuna hava føroyskir myndugleikar tí møguleika at fremja broytingar í oyðubløðunum og eisini taka støðu til, um tey skulu talgildast v.m.

 

Eg havi ikki verið vitandi um, at broytingar vórðu gjørdar í oyðubløðunum í 2017, og eri ikki varug við hesar broytingar, fyrr enn málið kom alment fram fyri kortum. Tí eru broytingar ikki gjørdar á vígsluoyðubløðunum, eftir at yvirtøkan er framd, men eg taki undir við, at oyðubløðini verða tillagað, soleiðis at tað fyriliggja oyðubløð til ávikavist hinskynd og samkynd pør. Eg meti, at hetta arbeiðið kann verða gjørt rímiliga skjótt í samráð við avvarðandi myndugleikar.

 

Tann 1. oktober í ár bleiv málsøkið flutt undir landsstýriskvinnuna í almannamálum at umsita. Tí havi eg umrøtt málið við hana og kann upplýsa, at hon eisini tekur undir við at fremja nevndu broytingar í næstum.

 

Til spurning 6

Sum kunnugt vóru tað danskir myndugleikar, sum umsótu økið, tá ið broytingarnar vórðu framdar. Tað var Børne- og Socialministeriet sum broytti vígsluoyðibløðini í sambandi við, at broytingarnar í hjúnabandslógini fingu gildi tann 1. juli 2017.    

 

Til spurning 7

Eg eri ikki vitandi um aðrar broytingar. Tað skal samstundis viðmerkjast, at eg umsiti ikki familjurættarliga økið longur og havi tí ikki ábyrgdina av at fremja møguligar broytingar innan málsøkið.

 málið er avgreitt