Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

6. Sandoyarleiðin

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Gerhard Lognberg
Svarari: Aksel V Johannesen
Spurningur:

Á tingfundi 14. november 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1. Hvat ætlar løgmaður at gera fyri at tryggja eitt skip afturat Teistanum, soleiðis at siglast kann í pendulsigling millum Skopun og Gomlurætt?

2. Hvørjir eru møguleikarnir at fáa eitt skip, sum kann sigla fast saman við Teistanum?

 

Viðmerkingar:
Seinastu tíðina áðrenn Norðoyatunnilin og Vágatunnilin vórðu gjørdir, varð skipað fyri pendulsigling millum ávikavist Vestmanna og Oyragjógv, og Leirvík og Klaksvík.
Í løtuni er Sandoyggin í somu støðu, har Teistin kann roknast sum okkara landsvegur, meðan nógvur tungur flutningur skapar kaos á farleiðini.
Sandoyartunnilin er undir uppsigling, Dalstunnilin er á gáttini, og í Skálavík eru fyrireikingar at byggja fyri Bakkafrost. Stórir bilar og maskinur skulu flytast um fjørðin í sambandi við hesar verkætlanirnar, og trupulleikar eru longu á leiðini frammanundan.
Sandoyggin, ella Sandoyar sýsla, skal vera eitt stað, sum fólk kunnu flyta til eisini hesi 4 árini, til tunnilin verður gjørdur. Sum er – við bara Teistanum – sær svart út. Frá 2015 til 2017 øktist talið av ferðafólkum úr 180.000 til 208.000. Í sama tíðarskeiði øktist talið av bilum úr 30.000 uppí 32.000. Hetta vísir, at tørvurin á ferðasambandinum er øktur, men samtíðis vísir hetta, at meðan tað í 2015 vóru 6 fólk til hvønn bilin, so vóru í 2017 6,5 fólk til hvønn bilin. Hetta avspeglar, at tað er trupult at fáa bilin við, tá ferðast verður um fjørðin.
Sandoyingar føla seg alt annað enn trygg við støðuna við Teistanum.
Sandoyggin hevur eitt vinnulív á oynni. Eitt nú flakavirki, sum fær rávøruna flutta við trailara til oynna. Og ikki at gloyma ungdómin, sum skal í skúla, og arbeiðsfólk, sum skal um fjørðin.
Eitt skip eigur sum skjótast at útvegast, sum kann sigla saman við Teistanum.
Tað kostar at útvega eitt avloysaraskip, men tað er neyðugt.
Teistin klárar ikki flutningin av bilum. Tað er nakað, øll Føroya fólk vita av, ella rættari øll, sum hava nýtt hesa farleið.

Á tingfundi 15. november 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 12. desember 2018 svaraði landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, fyrispurninginum soleiðis:

Svar upp á spurning 1

Tá ið Eysturoyartunnilin er liðugt boraður um stutta tíð, verður øll boriútgerðin flutt vesturum, og full gongd verður tá sett á at bora Sandoyartunnilin.

Tað hevði verið ein dýr loysn eisini at havt tvey skip siglandi um Skopunarfjørð. Seinastu tíggju árini hevur heldur ikki verið upp á tal at hava fleiri skip siglandi um Skopunarfjørð.

Tá ið hetta varð roynt seinast, í 2008-09, riggaði tað ikki væl. Ternan var tá annað skipið, men flestu ferðafólk valdu at brúka Teistan, tí hann ber seg betur á fjørðinum.

Um Strandfaraskip Landsins skal hava eitt skip aftrat til Sandoyarleiðina, má tað serbyggjast, og tað finst einki slíkt leiguskip.

Teistin kostaði í síni tíð 60-65 mió.kr at byggja, og umframt viðlíkahald og dokkingar eru gjørdar størri umvælingar og broytingar fyri umleið 25 mió.kr.

Strandfaraskip Landsins hava boðað Eystur- og Sandoyartunlum frá, at flutningurin av tungum amboðum og tilfari til byggingina av EST neyvan kann verða við skipum hjá Strandfaraskipum landsins.

 

Svar upp á spurning 2
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum svaraði fyri einum ári síðani spyrjaranum upp á sama fyrispurning.

Síðani tá er støða tikin til, at bókingarskipanin til akfør við Teistanum, sum higartil bara hevur virkað á Gomlurætt,  eisini skal setast í verk í Skopun. Mett verður, at ferðslan um Skopunarfjørð fer at ganga enn smidligari, tá ið bókingarskipanin virkar báðu megin fjørðin.

Tá ið nýggi Eykabáturin eftir ætlan fer í sigling um áleið eitt ár, fer at bera enn betur til at røkja t.d Hestleiðina, og eisini fer nýggi báturin at gera tað lættari at røkja Nólsoyarleiðina, um tað skuldi blivið neyðugt, tí at Ternan av onkrari orsøk bleiv kallað til Sandoyarleiðina.

Málið avgreitt