Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

7. Byrgingin um Haraldssund

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Óluva Klettskarð
Svarari: Heðin Mortensen
Spurningur:

Á tingfundi 15. november 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1. Landsverk hevði ætlanir um at gera arbeiðið við byrgingini um Haraldssund liðugt, tá byrgingin var gjørd miðskeiðis í áttatiárunum. Hvussu síggja hesar upprunaligu ætlanir út?

2.     Eru hesar framvegis tíðarhóskandi, ella hevur Landsverk aðrar ætlanir í dag?

3.     Farið verður undir at gera nýggjar tunlar norður um Fjall um eini tvey ár. Heldur løgmaður, at tað hevði verið skilagott at tongt arbeiðið saman við byrgingini um Haraldssund og fingið fyrimunir av hesum?

4.     Er hetta ikki ein eyðsýndur møguleiki, hvaðani metir løgmaður so, at skilabest hevði verið at fingið grót og fingið framt verkætlanina?

 

 

Viðmerkingar
Byrgingin um Haraldssund er ongantíð gjørd liðug, tíverri,  og nú er ein mansaldur farin við hesi fyribilsloysnini.
Í 2008 fekk Landsverk játtan til at gera eina ætlan fyri liðugtgerð av byrgingini, og onkuntíð hevur verið sagt, at arbeiðið er klárt at bjóða út. Kostnaðarmetingin var einaferð mett til einar 30 mió. kr., og í dag er hesin prísur kanska hægri.
Landsverk hevur í Samferðsluætlanini 2012-2024 mælt til, at verkætlanin verður gjørd beinanveg. Sum eg havi skilt tað, hevur ætlanin altíð verið at endurnýta grótið í verandi byrging, so langt til ber, tí er nýggja byrgingin løgd, sum hon er. Harafturat er neyðugt at fáa meira grót til vegar til at gera alla verkætlanina.

 

Byrgingin er dagførd nakað við tíðini, soleiðis sum trygdin hevur kravt tað. Máað hevur verið burtur av, og lagt hevur verið afturat, hækkað og gyrt er fram við vegabreytini. Men hon er hvørki tíðarhóskandi ella lýkur dagsins krøv til eina slíka farleið. Hon krevur helst at verða umbygd nakað, hóast verandi verklag verður partur av endaligu loysnini
Í ringum veðri liggur byrgingini sera lágt, og hetta er ferðsluni til stóran ampa, og ofta er ikki koyrandi fyri sjóroki.
Ongar gongu- ella súkklubreytir eru á byrgingini, og bilverjan er grót, lagt fyribils.

 

Allarbesta loysnin fyri land og fólk varð, um vit fingu eina grøna loysn, so streymurin í sundinum kundi framleitt orku. Men ætlanir um at fáa grøna orku úr sundinum tykjast ikki at hava áhuga í millum myndugleikar, tó at vit hava kanska heimsins størsta alibrúk á landi so tætt at byrgingini, sum til ber. Staðfest er frá landsstýrismanninum í umhvørvismálum, at tað ikki er skilagott hjá almenna myndugleikanum SEV at fara undir at fáa orku úr Haraldssundi. Og at bíða eftir teimum líkindunum tykist mær alt ov leingi.

 

Við tunlunum norður um Fjall fer stór og kostnaðarmikil verkætlan av bakkastokki. Nógv grót skal flytast og finna aðra legu, og tað átti at verið ein heppin samanrenning, um grót og flutningsútgerð arbeiddu við fyrimuni, so byrgingin kundi verið framd um somu leið.

Á tingfundi 20. november 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

 Á tingfundi 12. februar 2019 svaraði landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, fyrispurninginum soleiðis:

Til spurning 1

Byrgingin var gjørd partvíst við gróti úr Kunoyartunlinum, og parvíst við gróti úr grótbrotinum, har Bakkafrost í dag hevur gjørt smoltstøð. Ætlanin var at gera arbeiðið liðugt seinni, sum millum annað skuldi fevna um eina siglingarrennu til smábátar og at leggja dekkgrót á síðuni á byrgingini at verja móti aldu. Ætlaða siglingarrennan gjørdi, at byrgingin liggur, sum hon ger, og vegurin bendist, sum hann ger.

Byrgingin er 350 metrar long og 20 metrar breið. Vegbreytin er tó bert ein koyribreyt tað mesta av vegnum, men møguleiki er fyri at møtast á byrgingini í støðum. Ein ljósmastur stendur miðskeiðis á byrgingini. Tað er ikki verulig gøtuljós, men tað ger byrgingina sjónliga, eisini frá sjónum.

Landsverk hevur sett betri endurskin fram við vegnum á byrgingini, og til tíðir er nakað av gróti lagt aftrat, um tað er farið í ódnarveðri.

Til spurning 2

Tá ið verkætlanin var prosjekterað í 2008, var siglingarleið gjøgnum byrgingina ikki partur av projektinum. Landsverk metir, at tað projektið, sum liggur klárt, er ein hóskandi dagføring av farleiðini. Verkætlanin verður í dag mett at kosta 32 mió kr.

Prosjektið umfatar ein tveybreytaðan veg og eina gongu/súkklubreyt. Aftrat tí verða gøtuljós sett upp, og verjugrótið á norðaru síðu verður hækkað við umleið 1 metri, fyri at verja ímóti sjóroki.

Landsverk mælir til at aldu simuleringar verða gjørdar, áðrenn farið verður í gongd við at gera verkætlanina, fyri at tryggja, at byrgingin er nóg høg.

Broytingin í mun til verandi byrging er, at vegurin verður lagdur soleiðis, at hann verður ein nattúrligur partur av vegunum báðumegin byrgingina. Vegurin á byrgingini fer at liggja sum ein bogi, ið bindur vegirnar á báðum síðum saman. Ferðsluliga er tað ein góð loysn.

Tosað hevur verið um at gjørt eitt prosjekt, sum ikki er eins umfatandi sum tað frá 2008, har møguleiki er fyri at nýta tunnilsgrót. Landsverk skal kanna, um til ber at gera eina minni verkætlan, har grót úr tunlunum kann gagnnýtast at betra umstøðurnar á byrgingini. Talan verður tó ikki um somu dagføring sum í upprunaliga prosjektinum frá 2008, og ætlanin er framvegis ikki at gera siglingarrennu í byrgingina. 

Landsverk mælir tó framvegis til, at verkætlanin frá 2008 verður framd.

Til spurning 3

Tað er ikki neyðugt at brúka tunnilsgrót til prosjektið sum ætlanin er at gera, tí ætlanin er at endurnýta alt tilfarið í verandi byrging til nýggju byrgingina, og sambært prosjektinum er einans tørvur á heilt stórum dekkgróti afturat tilfarinum, sum longu er í byrgingini. Tí er ikki beinleiðis synergi millum verkætlanirnar tunlar norður um Fjall og Byrgingina um Haraldssund.

Um tað vísir seg, at fyrimunur kann vera at hækka byrgingina eitt sindur meira enn fyrst ætlað, kann grót úr tunlunum brúkast til tað. Talan verður tó neyvan um heilt stórar nøgdir.

Til spurning 4

Í kostnaðarmetingini fyri verkætlanina frá 2008 varð roknað við, at stórt dekkgrót av Hústoft skuldi flytast til Haraldssund. Um tað ber til at fáa grótið nærri við byrgingina, kann tað gera arbeiðið nakað bíligari.

Landsstýrismaðurin metir tað vera umráðandi, at loysn fæst á málinum.