Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

8. Almennir bygningar – leiga og ogn

« Aftur

 

Spyrjari: Kári P Højgaard
Svarari: Heðin Mortensen
Spurningur:

 

Á tingfundi 20. november 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.     Kann landsstýrismaðurin geva Løgtinginum eitt fullfíggjað yvirlit yvir almennar bygningar innan kommunumørk, sum eru í nýtslu og almenn ogn?

2.     Kann landsstýrismaðurin gera somu uppgerð fyri leigumál hjá landinum?

3.     Hvat er vanligi leigukostnaðurin fyri fermeturin í teimum ymisku kommununum?

4.     Kann landsstýrismaðurin eisini gera somu uppgerð fyri sjálvsognarstovnar, har landið er partur av rakstrinum?

5.     Kann landsstýrismaðurin geva Løgtinginum yvirlit yvir árliga uppgerð av útreiðslunum til viðlíkahald av almennu bygningunum seinastu fýra árini?

6.     Hví nýtir almenni politiski myndugleikin ikki møguleikan fyri framhaldandi at eiga bygningar kring landið at hýsa almennum virksemi í staðin fyri at selja? Her verður eitt nú hugsað um bygningarnar hjá Posta.

 

Viðmerkingar:
Spyrjarin hevur fyrr havt fyrispurningar um almenna virksemið kring landið, býtt á sýslurnar.
Landið eigur nógvar ognir. Landsverk, sum hevur eftirlit við og viðlíkahald av almennu ognunum, hevur mangan víst á, at meira peningur má játtast til viðlíkahald.
Spurningurin verður reistur, tí ivamál hava verið um ávís leigumál og kostnaðin.


Á tingfundi 21. november 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

 

Svar:

 Landsstýrismaðurin hevur svarað 10/12-18, men spurningurin bleiv ikki svaraður í tinginum, tí tingið fór heim.

Til spurning 1 og 2

skjal 1: “Almennir bygningar – leiga og ogn”, sum sýnir bygningar landsins, sum Landsverk varðar av, hvar bygningarnir eru í landinum og ognarviðurskifti.

Til spurning 3

Tað er sum so ikki nakar fastur leigukostnaður fyri fermeturin í teimum ymsu kommununum í Føroyum, men Landsverk hevur vegleiðandi reglur um, hvørji viðurskifti leigukostnaðurin verður settur út frá. Mett verður serliga um hesi viðurskifti:

  •       Góðsku og innrættan av leigumálinum

  •        Staðseting av leigumáli

  •        Eftirspurningur eftir leigumáli

     Leigukostnaðurin av skrivstovuhølum liggur millum 800-1.300 kr./fermeturin í Tórshavn, meðan hann kring landið vanliga liggur millum 700-900 kr./fermeturin.

Til spurning 4

Landsverk upplýsir, at stovnurin er ikki partur av rakstrinum hjá sjálvsognarstovnum, og hevur tess vegna einki yvirlit.

Til spurning 5

skjal 2, sum sýnir játtanir til viðlíkahald av landsins bygningum í árunum 2013 – 2018. Legg til merkis, at játtanin í 2013 var 26,9 mió kr., meðan hon er 21,0 mió kr. í 2018.

Til spurning 6

Nakrir fáir bygningar verða seldir, sum Landsverk varðar av. Tað eru vanliga bygningar, har alment virksemi heldur uppat, til dømis tá ið nýggjir skúlar verða bygdir, og næmingar verða fluttir í nýggjar skúlar. Glasir er eitt dømi um hetta. Eftir ætlan skulu inntøkur fyri sølu av landsins bygningum fara til at fíggja ein part av viðlíkahaldinum av landsins bygningum.

Havandi í huga hvussu nógv leigumál, landið hevur, er ein góð loysn at brúka bygningarnar til annað virksemi hjá landinum, heldur enn at selja.  

Tað er vanliga neyðugt at dagføra og at umbyggja slíkar bygningar fyri at kunna hýsa nýggjum virksemi. Ein trupulleiki er, at landsins bygningar ikki verða hildnir nóg væl við líka, soleiðis at tað kann verða betri at selja, um játtan ikki fæst til at dagføra bygningar.

Viðvíkjandi almennum partafeløgum, so ráða tey vanliga yvir sínum egnu bygningum, uttan so, at annað er ásett. Posta er eitt alment partafelag undir landsstýrismanninum í uttaníkis- og vinnumálum, sum er tann rætti at svara um bygningarnar hjá Posta.