Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

12. Hvussu leingi skal Føroyabanki vera stongdur fyri línu- og snellu bátum

« Aftur

 

Spyrjari: Jógvan Skorheim
Svarari: Høgni Hoydal
Spurningur:

Á tingfundi 13. mars 2019 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 1)     Hvussu leingi afturat ætlar landsstýrismaðurin, at Føroyabanki skal vera stongdur?

 2)     Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at loyva fleiri royndum við línu- og snellubátum at royndarfiska á Føroyabanka?

 3)     Um so er, nær verður tað?

 Viðmerkingar:

 Tað vóru sera áhugaverd tíðindi, sum bórust í Kringvarpinum her fyri, har danskir fiskifrøðingar eru komnir til ta niðurstøðu, at stongdar leiðir ikki eru nøkur vernd fyri toskin.

 Í meira enn 10 ár hevur Føroyabanki verið stongdur, og fiskimenn, sum hava hildið seg til at sagt sína hjartans meining, og hava mælt til at loyva royndarveiðu, hava verið skýrdir óvitandi, óseriøsir og lítið ábyrgdarfullir.

Sama hevur verið galdandi fyri kjakið í Løgtinginum. Har hevur aftur og aftur verið róð framundir, at viljin at lurta eftir fiskifrøðingum er als ikki til staðar, og tí eru vit komin í hesa støðu, og tí er eingin fiskur á Føroyabanka. Hevur ein bara váðað sær at lýst málið við góðum grundgevingum frá teimum, sum dag og dagliga arbeiða í fiskivinnuni, ella biðið løgtingsfólk um at hava í huga, at vit ikki stýra øllum náttúrukreftum, so hava illsinnisglepsini ikki verið so fá.

 Søguliga hevur Føroyabanki givið umleið 3.000 tons av toski um árið, og tey bestu árini meira enn tvífalt so nógv. Hetta eru ómetaliga stór virðir, og vit vita alt ov lítið um støðuna á Føroyabanka, við teimum royndum, Havstovan ger á hvørjum ári.

 Tí mugu vit loyva vinnuligum fiskiførum, so sum línuskipum og teimum, sum royna við snellu, sum dagliga eru í drift, inn at royna. Tað skal vera løgið, um ikki Føroyabanki aftur kann geva stórar nøgdir okkara landi at frama.

 Nýggjasta niðurstøðan frá donsku fiskifrøðingunum ber boð um, at fiskimenninir hava verið á rættari kós, og at politiski myndugleikin í Føroyum hevur í alt ov stóran mun sitið á hondunum. Tí hava vit alt ov avmarkaða vitan til at taka skilagóðar avgerðir um fiskiskap á Føroyabanka.

 Vit mugu lata upp fyri møguleikum á Føroyabanka, so vit veruliga síggja, hvussu støðan er.

 Á tingfundi 14. mars 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Landsstýrismaðurin hevur svarað 28/03-19, men spurningurin bleiv ikki svaraður í tinginum, tí tingið fór heim.

Spyrjarin vísir í viðmerkingum sínum til spurningarnar til tíðindi í Kringvarpinum, at danskir fiskifrøðingar eru komnir til ta niðurstøðu, at stongdar leiðir ikki eru nøkur vernd fyri toskin.

Hetta er ein misskiljing. Danskir fiskifrøðingar eru ikki komnir til slíka niðurstøðu. Tíðindini, sum vóru úr danska blaðnum Fiskeritidende, eru um steinging av einum lítlum øki í Kattegat út fyri býnum Gilleleje. Greinin er um, at toskur einans er í hesum økinum í gýtingartíðini, og ein danskur fiskifrøðingur er samdur við greinskrivaran í, at steinging av hesum ávísa økinum uttan fyri gýtingartíðina tí ongan mun ger. Fiskifrøðingurin heldur tó, at økið eigur at vera stongt í gýtingartíðini. Hetta er sostatt ikki nøkur útsøgn um, at stongdar leiðir ikki eru nøkur vernd fyri tosk.

Viðvíkjandi Føroya Banka, so er støðan henda: Søguliga hevur Bankin givið í miðal út í móti 2.000 tons av toski um árið og ikki 3.000 tons, sum spyrjarin vil vera við. Toskastovnurin er framvegis illa fyri, meðan væl er av øðrum fiskasløgum, serliga av hýsu.

Tær royndirnar, ið Havstovan og fiskifør gjørdu í 2018, og sum higartil eru gjørdar í 2019, hava ikki sum endamál at kanna, hvussu nógv er av ymiskum fiskasløgum á Føroya Banka, men at kanna um og hvussu onnur fiskasløg enn toskur kunnu veiðast, uttan at hjáveiðan av toski gerst ov stór. Endamálið er at gagnnýta tey fiskasløgini, sum nóg mikið er av, samstundis sum toskurin verður vardur.

Til spurning 1.

Bæði Havstovan og ICES mæla til, at eingin fiskiskapur eftir toski eigur at verða loyvdur á Bankanum, fyrr enn yvirlitstrolingarnar hjá Havstovuni vísa, at toskastovnurin er komin upp á miðalstøddina fyri tíðarskeiðið 1996- 2002.

Eg taki undir við hesum tilmælum og havi tí ikki í hyggju undir núverandi umstøðum at lata upp fyri fiskiskapi á Føroya Banka.

Hinvegin, so er væl av øðrum fiskasløgum á Bankanum. Yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinason hava víst, at nøgdin av hýsu er tann mesta, sum vit vita um, síðani hesar kanningarnar byrjaðu í 1983, og royndir í 2018 við línu og gørnum góvu væl av ávikavist longu, skøtu og havtasku.

Tí verður í samstarvi millum Havstovuna og fiskivinnuna við royndum bæði í 2018 og í 2019 skipað fyri at staðfesta, um og hvussu veiða kann fara fram á Føroya Banka eftir øðrum fiskasløgum enn toski, uttan at hjáveiðan av toski gerst ov stór.

Til nr. 2.

Tað er Havstovan, sum stendur fyri royndunum á Føroya Banka. Havstovan hevur upplýst, at ætlanin er, at fleiri royndir skulu gerast. Havstovan skal standa fyri royndunum, og fiskifør gera tær í verki.

Til nr. 3.

Royndirnar verða gjørdar í 2019.