Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

13. Hvør hevur ábyrgdina av heimaundirvísing

« Aftur

 

Spyrjari: Jógvan Skorheim
Svarari: Hanna Jensen
Spurningur:

Á tingfundi 13. mars 2019 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

Hvør hevur ábyrgdina av at taka stig til, at børn, sum verða send til Danmarkar ella uttanlands í sjúkuviðgerð, ella av øðrum orsøkum eru forðað í at fara í skúla, fáa heimaundirvísing?

 

Viðmerkingar:

Tá eitt barn gerst sjúkt og noyðist í viðgerð uttanlands, koma foreldur ofta í eina støðu, har tey ikki vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg viðvíkjandi skúlagongdini hjá barninum. Roknast kann ikki við, at foreldur í slíkari støðu hava møguleikar og orku til annað enn at vera um sjúka barnið. Tí er neyðugt at fáa hetta staðfest, og kunna væl út til allar borgarar.

 

Tíverri hevur ein hoyrt um dømir, har børn hava verið í viðgerð uttanlands í longri enn tvær vikur og upp í mánaðir, uttan at foreldrini hava verið kunnað um, at tey hava rætt til heima- og sjúkuundirvísing.

 

Tað er ikki bert við viðgerð uttanlands, at børn missa undirvísing. Tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir, so sum happing ella annað, ið ger, at børnini ikki vilja ella tora í skúla. Skúlagongdin er ein so grundleggjandi partur av uppvøkstrinum og menningini, og tí er neyðugt, at myndugleikin ger alt fyri at lýsa hetta væl og virðiliga, so einki barn dettur niðurímillum.

 

Tí mugu vit frameftir tryggja, at øll børn, ið eru burtur frá skúla í longri enn tvær vikur, fáa undirvísing, um heilsustøða teirra annars loyvir tí.


Á tingfundi 14. mars 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Landsstýrismaðurin hevur svarað 29/03-19, men spurningurin bleiv ikki svaraður í tinginum, tí tingið fór heim.

Til 1: Heima- og sjúkraundirvísing verður skipað sambært kunngerð nr. 6 frá 2. februar 2015 um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing, sum er  broytt við kunngerð nr. 126 frá 12. september 2018. Endamálið er m.a. at tryggja, at næmingar, sum vegna sjúku eru burtur frá skúla longur enn tvær vikur, hava rætt til sjúkraundirvísing sambært áseting í fólkaskúlalógini § 28, stk. 1- 3.

Tað er skúlaleiðarin í tí skúla, har næmingurin gongur, sum tekur stig til, at næmingur fær sjúkra- ella heimaundirvísing. Skúlaleiðarin søkir í samstarvi við foreldur ella avvarðandi Mentamálaráðið - nú Undirvísingarstýrið um tímar til undirvísingina sambært ásettu mannagongd í § 2, stk. 2 og 3 í kunngerðini, har skilt verður millum likamliga sjúku og aðra sjúkrafráveru.

Sambært § 7 í kunngerðini verður í tann mun tað ber til lagt soleiðis til rættis, at tað er ein lærari hjá næminginum, sum undirvísir næmingi, ið hevur fingið játtað heimaundirvísing og sjúkraundirvísing. Í serligum føri, og tá ið talan er um undirvísing uttanlands, kunnu onnur, ið hava viðkomandi útbúgving og royndir, átaka sær heimaundirvísing og sjúkraundirvísing.

Sjúkraviðgerð uttanlands

Tá ið næmingur er innlagdur á sjúkrahúsi uttanlands bæði í sambandi við likamliga sjúku og vegna aðra sjúkrafráveru, ella tá ið næmingur er uttanlands í sambandi við sjúku hjá foreldrum ella systkjum, so er mannagongdin tann sama viðvíkjandi umsókn um tímar til undirvísingina, men fyriskipanin er øðrvísi.

Er næmingurin innlagdur ella í ambulantari viðgerð uttanlands, so er tað í flestu førum sjúkrahúsið, har viðkomandi er í sjúkraviðgerð, ið skipar fyri undirvísingini. Føroysku næmingarnir luttaka saman við øðrum næmingum, ið eru í sjúkuviðgerð. Mentamálaráðið hevur tó í onkrum føri, tá ið talan er um longri sjúkralegu, veitt eyka tímar til undirvísing í føroyskum.

Í øðrum førum, tá ið næmingar eru uttanlands í sambandi við sjúku hjá foreldrum ella systkjum, so verður undirvísingin skipað í samráð við Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark, sum m.a. hjálpir til við at finna undirvísarar og at samskipa undirvísingina við foreldur/avvarðandi og sjúklingahotellið.

Onnur viðurskifti

Viðvíkjandi aðrari sjúkrafráveru, sum ikki kemur undir likamliga sjúku, er tað serliga hugtakið “skúlanoktan”, ið ger seg galdandi í dag. Hetta økið fevnir um tey børn, sum av ymiskum ávum ikki megna at koma í skúla. Nógvar orsøkir kunnu vera til fráveruna, og ofta eru málini trupul at loysa og krevja, at fleiri partar samstarva um at finna loysnir. Talan kann vera um lutvísa fráveru og til, at hesi børn als ikki koma í skúla.

Í slíkum førum áliggur tað skúlaleiðaranum at fylgja væl við, at fráveran er ikki ov stór. Hendir tað, eigur skúlaleiðarin í samráð við lærarar og foreldur umframt almennar myndugleikar, ið kunnu vera inni í málinum, at seta neyðug tiltøk í verk.

Í summum førum er neyðugt við heima- og sjúkraundirvísing til hesi børn. Tá er mannagongdin hin sama, at skúlaleiðarin søkir Undirvísingarstýrið um tímar til endamálið. Slíkar umsóknir verða altíð viðgjørdar saman við Sernámi, ið saman við skúlanum skal leggja slíkar tilgongdir til rættis, fremja tær og eftirmeta tær. Endamálið er, at børn koma aftur í skúla sum vant ella undir serligari skipan.

Tað eru eisini næmingar, sum verða innlagdir á sjúkrahúsi uttanlands orsakað av aðrari sjúkrafráveru sum sálarligar avbjóðingar. Mannagongdin er tann sama, sum lýst undir brotinum um sjúkraviðgerð uttanlands.

Heima- og sjúkraundirvísing er ikki at rokna sum varandi loysn, men ein bráðfeingis hjálp til tey børn, ið av likamligum ella sálarligum orsøkum ikki megna skúlagongdina eina tíð. Er talan um framhaldandi avbjóðingar at koma í skúla, verða aðrar loysnir neyðugar so sum innskriving í sertilboð, sum nú eru skipað kring landið ella aðrar tillagingar í skúladegnum hjá barninum.