Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

14. Leiðslustøðan í føroyska Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum

« Aftur

 

Spyrjari: Kaj Leo Holm Johannesen
Svarari: Sirið Stenberg
Spurningur:

  Á tingfundi 14. mars 2019 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.     Hvørjar eru grundgevingarnar hjá forstjóranum í føroyska Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum at siga upp?

2.     Hvussu er ítøkiliga uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýtið millum forstjóra og landsstýrismannin/aðalráðið?

3.     Hvussu er ítøkiliga uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýtið hjá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum?

4.     Hvussu hevur nýggi leiðslubygnaðurin við forstjóra virkað higartil, t.e. í mun til sett mál, samskifti, samstarv og loysnir?

5.     Hvørjar ítøkiligar broytingar eru framdar, og hvørji ítøkilig úrslit eru nádd, síðan forstjórin tók við starvinum 2. januar 2018, í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum?

6.     Hvør er orsøkin til, at játtanir ikki halda á Landssjúkrahúsinum, og hví koma fráboðanir um týðandi frávik ikki í góðari tíð ella leypandi?

7.     Tá játtanirnar ikki halda á Landssjúkrahúsinum, er so talan um undirfígging og/ ella um vánaliga búskaparstýring?

8.     Hvørjar ætlanir eru um at styrkja og menna búskaparleiðslu og stýring í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum?

9.     Hví setur forstjórin ikki øll leiðandi starvsfólk í starv og loysir tey úr starvi?

10.  Hví verður ikki sett eitt professionelt stýrið ella professionell nevnd millum landsstýrismannin/aðalráðið og Sjúkrahúsverkið? 

 

Viðmerkingar:

Landssjúkrahúsið, og nú eisini føroyska sjúkrahúsverkið, liggur enn einaferð í leiðsluloysi - hesaferð er tað forstjórin, sum eftir bara 14 mánaðum í starvinum hevur sagt upp. Grundgevingar hansara í fjølmiðlunum eru, at samskiftið við aðalráðið er vánaligt, umframt at ráðið vísir honum vantandi álit við m.a. at tosa niður til hann.

Hetta er ein álvarslig støða, serliga tí, at kontinuiteturin í strategiska leiðsluarbeiðinum konstant verður brotin, og byrjast skal av nýggjum nú eftir hondini hvørt ár ella annaðhvørt ár. Harafturat gongur hesin leiðsluligi óstabiliteturin út yvir búskaparleiðslu og stýring á Landssjúkrahúsinum, og ávirkar harvið sjúkraviðgerðirnar.

Við hesum framhaldandi leiðsluliga kaos, er greitt, at nakað er heilt galið við verandi leiðslubygnaði, bæði í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum.

Forstjórin hevur als ikki tær heimildir, sum skulu fylgja við teimum uppgávum og ábyrgd, sum áløgd er honum, eitt nú setir hann ikki sjálvur stjórar á teimum smærru sjúkrahúsunum og heldur ikki læknastjóra o.a. Hetta er við til at avmarka hann sum evsta leiðara og undirgravar hansara slagdygd.

Verandi leiðslubygnaður byggir eisini á eina avoldaða leiðslumentan og elvir til beinleiðis politiska íblanding og valdskampar innanhýsis, bæði í Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum - skipanir, sum flest allar almennar tænastuveitandi organisatiónir eru farnar frá fyri nógvum ár síðan, og sum byggja á misálit á evstu leiðsluna.

Tíðin er komin til at fremja grundleggjandi broytingar í leiðslubygnaðinum í Sjúkrahúsverkinum. Verður hetta ikki gjørt, verður ómøguligt at menna føroyska Sjúkrahúsverkið, og tað er politiskt eitt álvarsligt mál. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 Á tingfundi 15. mars 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Landsstýrismaðurin hevur svarað 01/04-19, men spurningurin bleiv ikki svaraður í tinginum, tí tingið fór heim.

Til spurning 1

Sum tað alment hevur verið frammi, eru grundgevingarnar hjá forstjóranum at siga seg úr starvi eitt manglandi samstarv og álit millum seg og Heilsu- og innlendismálaráðið.

Til spurning 2 og 3 

Í sambandi við at sjúkrahúsverkið í fjør varð skipað sum ein organisatión við einum forstjóra, varð ein reglugerð fyri sjúkrahúsleiðsluna fyri Sjúkrahúsverk Føroya orðað í samráð við sjúkrahúsleiðsluna. Reglugerðin lýsir virki og yvirskipaðu ábyrgdir hjá yvirskipaðu leiðsluni umframt lokalu leiðslunum. 

Yvirskipaða leiðslan fyri Sjúkrahúsverk Føroya er mannað við einum forstjóra og tveimum stjórum. Forstjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina fyri Sjúkrahúsverk Føroya mótvegis Heilsu- og innlendismálaráðnum og skal tryggja, at samlaða føroyska sjúkrahúsverkið kann virka sum ein vælvirkandi og virkislig eind. Forstjórin er eisini sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, við ábyrgd fyri dagligu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum.

Forstjórin hevur tveir stjórar afturat sær, og skipað teir tríggir í felag uppgávurnar og ábyrgdarøkið ímillum sín. Hinir báðir stjórarnir eru eisini stjórar fyri ávikavist Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi við ábyrgd fyri dagligu leiðsluni á lokalu sjúkrahúsunum. Sjúkrahúsini hava hvør sína játtan/høvuðskonto á fíggjarlógini. Hetta merkir, at sjúkrahúsini eru sjálvstøðugar fíggjarligar eindir, men við felags yvirskipaðari leiðslu. Umframt forstjóran og hinar báðar stjórarnar, eru tríggir varastjórar við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund, ein á hvørjum sjúkrahúsi. Eisini er ein varastjóri við læknafakligari bakgrund, sum er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Av reglugerðini framgongur eisini, at varastjórin við læknafakligari bakgrund harumframt er læknafakligur ráðgevi og sparringspartnari hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Sjúkrahússtjórnirnar eru í sínum arbeiði fevndir av galdandi lóggávu, viðtøkum, rundskrivum, v.m. umframt avgerðum hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Harumframt er ásett í reglugerðini, at tað verða skipaðir umleið tveir menningarfundir um árið millum landsstýrismannin, leiðsluna í Heilsu- og innlendismálaráðnum og yvirskipaðu leiðsluna fyri Sjúkrahúsverk Føroya. Endamálið við hesum fundum er at fylgja við og tryggja, at tilmælini í menningarætlanini verða sett í verk, umframt at onnur mál og avrik kunnu verða umrødd á hesum fundum.

Eisini er ásett í reglugerðini, at tað skulu verða 3-4 sjúkrahússtjórafundir árliga millum leiðsluna í Heilsu- og innlendismálaráðnum og yvirskipaðu leiðsluna fyri Sjúkrahúsverk Føroya. Talan er um dialogfundir, har virksemið á sjúkrahúsverkinum verður umrøtt í mun til rakstur, játtan, útreiðslugongd v.m. 

Til spurning 4 og 5

Sambært leiðsluni í sjúkrahúsverkinum hevur nýggi leiðslubygnaðurin virkað sera væl. Tað tekur sína tíð at seta í verk ein nýggjan bygnað, men tann fyrsta samansjóðingin er framd, og tað merkist til frama fyri starvsfólk og sjúklingar.

Sjúkrahúsleiðslan hevur fastar fundir eina ferð um vikuna, har felags mál verða umrødd og viðgjørd. Eisini er ein høvuðssamstarvsnevnd sett við umboðum fyri øll trý sjúkrahúsini, sum hevur regluligar fundir um felags mál.

Eftir mínum tykki er tað ein fortreyt fyri framhaldandi at kunna menna tænasturnar til føroyska sjúklingin, at Sjúkrahúsverkið fæst at virka sum EIN organisasjón við einum greiðum uppgávubýti.

Í slíkum broytingartilgongdum kann altíð verða roknað við, at tað tekur tíð, áðrenn ítøkiligu úrslitini spyrjast burturúr. Men longu nú hava vit vunnið fleiri ágóðar av umskipanini.

Eitt gott dømi um góða samskipan við greiðum uppgávubýti er innan ortopedi, sum í dag fer fram á øllum teimum trimum sjúkrahúsunum. Umframt tað virksemið, ið er á Landssjúkrahúsinum, so er planlagt virksemi bæði í Klaksvík og í Suðuroy. Ortopedur, sum er settur á Landssjúkrahúsinum, er á Klaksvíkar sjúkrahúsi eina viku um mánaðin, har hann millum annað skurðviðgerð krossbond. Somuleiðis verða ymiskar ætlaðar skurðviðgerðir framdar av royndum ortopedi eina viku um mánaðin á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Eitt annað frambrot er á røntgenøkinum. Arbeitt hevur verið við at skapa rúm fyri fleiri MR- og CT-skanningum, millum annað við at fáa so nógvar vanligar røntgenkanningar sum gjørligt gjørdar í Suðuroy og Klaksvík. Harafturat hevur MR-skannarin frá seinna hálvári í 2018 verið í nýtslu allar yrkadagar í vikuni. Áðrenn hetta, varð hann nýttur tveir yrkadagar um vikuna. Broytingarnar síggjast eisini aftur í virkseminum, har vanligu røntgenkanningarnar í Suðuroy og Klaksvík í 2018 eru øktar, meðan økingin av MR-skanningum í 2018 eru heili 41 prosent, samanborið við 2017.

Eg fari eisini at nevna samstarvið viðvíkjandi CT-skannaran á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum játtan er sett av til í ár og sum í næstum verður settur upp. Hetta síggi eg sum eitt risa framstig fyri sjúklingar í Suðuroy. Umleið 200 suðuroyingar verða sendir norður um Suðuroyarfjørð á hvørjum ári til CT-skanning í Havn. Metingin sigur, at 9 av 10 av hesum skanningum nú kunnu gerast í Suðuroy. Talan verður í hesum sambandi um telemedisinskt samstarv millum Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús, har myndir verða tiknar á Suðuroyar sjúkrahúsi í samstarvi við røntgendeildina á Landssjúkrahúsinum.

Bøtta samskipanin millum sjúkrahúsini hevur eisini havt við sær, at pláss hevur verið fyri at skapa nýggj tilboð. Í Klaksvík verður sett á stovn deild til endurvenjing, sonevnd neurorehabilitering. Hetta er nýbrot í Føroyum, og frameftir fara vit at bjóða eina tænastu, sum vit í dag keypa uttanlands.

Eisini verður arbeitt við at seta í verk landsfevnandi rehabilitering fyri sjúklingar, sum hava Parkinsonsjúku á Suðuroyar sjúkrahúsi. Talan er um eitt samstarv millum  Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús. Ætlanin er at skipa hetta soleiðis, at tilboðið verður tvær ferðir um árið, tvær vikur hvørja ferð, og byrjað verður eftir ætlan í heyst.

Størsta frambrotið er tó økta serlæknamanningin. Í menningarætlanini varð víst á, at ein av heilt stóru avbjóðingunum í føroyska sjúkrahúsverkinum er vantandi serlæknar. Fleiri sergreinir vóru so illa mannaðar við serlæknum í føstum starvi, at teir serlæknar, ið vóru eftir, hoknaðu undir byrðuni. Hetta varð ein ónd ringrás.

Hetta varð tikið í álvara beinanvegin. Serlig serlæknapulja hevur síðani 2017 verið sett av til nýggjar serlæknar og onnur heilsustarvsfólk, og sjúkrahúsleiðslan hevur lagt nógva orku í at fáa sett fleiri serlæknar. Raðfestingin hevur gjørt mun. Í dag eru um 10 serlæknar fleiri í sjúkrahúsverkinum enn í 2016 og sergreinir, ið hava verið ómannaðar í mong ár, eru nú mannaðar við serlæknum í føstum starvi. Tað svarar til ein vøkstur upp á ein heilan fjórðing – úr gott 30 serlæknum í føstum starvi, til gott 40.

Eisini hevur tað støðugt verið arbeitt við at skipa eina felags visitasjón og felags bíðilistar. Fyri at fáa hetta sett í verk, er neyðugt, at øll sjúkrahúsini nýta sama KT-net. Sjúkrahúsleiðslan er samd um, at Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús skulu nýta sama net sum Landssjúkrahúsið nýtir, og hetta kemur væntandi upp á pláss áðrenn páskir. Soleiðis er grundarlagið umsíðir komið upp á pláss fyri at skipa felags visitasjón og felags bíðilistar – eitt arbeiðið sum landsstýriskvinnan raðfestir høgt.

Til spurning 6 og 7

Tað eru fleiri orsøkir til, at fráboðanir um týðandi frávik ikki koma í nóg góðari tíð. Viðvíkjandi støðuni fyri 2018, so eydnaðist ikki so væl sum ætlað at halda aftur í útreiðslunum. Nakrir lønarsáttmálar komu at kosta nakað meira, enn roknað varð við. Neyðugt var við onkrum akuttum viðlíkahaldi av rakstrargøgnum, og var nýtslan av heilivági, viðgerðarvørum og rannsóknarstovukanningum eisini nakað hægri seinasta ársfjórðing í 2018, í mun til undanfarnu mánaðir.

Harumframt skal nevnast, at eftirspurningurin eftir sjúkrahúsveitingum í síni heild økist støðugt, sum hevur havt við sær ein stóran vøkstur í sjúkrahúsvirkseminum. Orsøkirnar til hetta eru samansettar. Fólkatalið økist, samstundis sum vit liva longri, fleiri gerast eldri og útboðið av heilivági og viðgerðum økist í hvørjum. 

Tað fer altíð at kunna setast spurnartekn við, um ein almennur stovnur fær eina nøktandi játtan. Í flestu førum hevur ein stovnsleiðsla ynski um eina hægri játtan enn ta játtan, sum Løgtingið hevur játtað. Uppgávan hjá leiðsluni er altíð at tillaga virksemið til ta játtan, sum er tøk. Tí er ivasamt, nær orðið “undirfígging” kann nýtast í almenna geiranum.

Til spurning 8

Hildið verður fram við at hyggja at økjum og finna fram til, hvar neyðugt er at menna búskaparstýringina á Landssjúkrahúsinum. Hetta er gjørt ítøkiliga á tann hátt, at virkandi forstjóri er biðin um, saman við hinum stjórunum, at styrkja fyrisitingina, herundir fíggjarstýringina, og at fremja tær broytingar, sum leiðslan metur verða neyðugar.

Til spurning 9

Tá menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið varð skrivað, varð tað í arbeiðssetninginum ásett, at sjúkrahúsverkið sambært sjúkrahúslógini fevnir um trý sjúkrahús, samstundis sum tað varð staðfest, at ongar politiskar ætlanir eru um at broyta ta fortreytina; hetta var ein fyritreyt fyri menningarætlanini. Stjórarnir, sum forstjórin hevur afturat sær, eru eisini stjórar fyri ávikavist Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi við ábyrgd fyri dagligu leiðsluni á lokalu sjúkrahúsunum. Havandi í huga, at tað er sera stutt tíð gingin, síðani nýggjur leiðslubygnaður er settur í verk, og at tað í næstum verður lýst eftir einum samlaðum leiðslutoymi við forstjóra og sjúkrahússtjórum, eru í løtuni ongar politiskar ætlanir um at flyta setanarmyndugleikan fyri størv í sjúkrahúsleiðsluni úr stjórnarráðnum.

Til spurning 10

Tá ið tað viðvíkir broyttan leiðslubygnað í sjúkrahúsverkinum, hevur landsstýriskvinnan fylgt tilmælinum í menningarætlanini um eina felagsleiðslu við einum stjóra, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sjúkrahúsverkinum.

Tað framgongur av menningarætlanini, at fleiri uppskot til leiðslubygnað vórðu umrødd í tilgondini at orðað ætlanina, m.a. “...at skipa tey trý sjúkrahúsini undir eina heilsufakliga leiðslu, t.d. eina stjórn ella stýri, sum vit kenna úr øðrum Norðanlondum”. Í menningarætlanini varð ikki mett, at hetta var ein loysn, og tí varð ikki mælt til at seta enn eitt lið millum landsstýrismannin/aðalráðið og Sjúkrahúsverkið; ella leiðslu oman á verandi leiðslubygnað.

Harafturímóti hevur landsstýriskvinnan arbeitt við eini ætlan um, at fáa skipað ein part av virkseminum innan heilsuøkið í ein Fólkaheilsumyndugleika. Orsøkin er, at tað verður mett, at tørvur er á at fáa ein sterkan fakmyndugleika innan heilsuøkið í Føroyum, ið kann ráðgeva landsstýrinum, kommununum og almennum myndugleikum í heilsuspurningum. Ætlanin er at skipa ein Fólkaheilsumyndugleika, sum skal vera føroyski fakmyndugleikin á heilsuøkinum. Eftir ætlan skulu m.a. Fólkaheilsuráðið og Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu húsast hjá Fólkaheilsumyndugleikanum. Stovnurin skal hava til uppgávu at veita holla ráðgeving til landsstýrið, kommunur og almennar myndugleikar í heilsufakligum spurningum. Harumframt er ætlanin at fáa Landslæknan undir føroyskt málsræði, soleiðis at Landslæknin kann gerast partur av Fólkaheilsumyndugleikanum.