Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

7. Viðvíkjandi kostnaði og mistum størvum í Føroyum av at peningastovnarnir fingu loyvi at flyta netbanka og peningaupplýsingarnar hjá føroyingum av landinum

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Høgni Hoydal
Svarari: Helgi Abrahamsen
Spurningur:

Á tingfundi 19. mai 2020 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

 1.     Hvussu nógv hava føroysku peningastovnarnir – og harvið føroyski brúkarin – rindað í krónum og oyrum til útlendsku skipanirnar og fyritøkurnar fyri netbanka- og gjaldsskipanir, síðan táverandi landsstýrissamgonga í 2004 gav teimum loyvi at flyta skipanirnar av landinum?

 

2.     Hvussu nógv rinda føroysku peningastovnarnir – og harvið føroyski brúkarin – árliga í krónum og oyrum til útlendsku skipanirnir og fyritøkurnar fyri netbanka- og gjaldsskipanir?

 

3.     Hvørjar bindingar hava føroysku peningastovnarnir gjørt mótvegis útlendsku fyritøkunum, um teir taka skipanirnar heimaftur – og hvat hevði tað kostað?

 

4.     Hvussu nógv fólk vóru í starvi hjá Elektron, áðrenn skipanirnar vórðu sendar av landinum 2004, hvussu nógv fólk eru í starvi nú, og hvussu hevur starvstalið verið árini frá 1998 til í dag?

 

5.     Heldur landsstýrismaðurin, at tað var ein skilagóð og væl grundað avgerð fyri føroyska fólkið, fyri føroyska búskapin og fyri føroyska KT-vinnu, at landsstýrissamgongan í 2004 broytti lóggávuna soleiðis, at peningastovnarnir sluppu at flyta skipanirnar av landinum?

 

6.     Heldur landsstýrismaðurin, at upplýsingarnar og grundgevingarnar, ið tá vórðu lagdar fram frá landsstýrinum og peningastovnunum, vóru rættar og hava víst seg at halda?

 

Viðmerkingar:

Í 1993 legði Finnbogi Ísakson, sáli, sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, lógaruppskot fyri tingið, sum forðaði peningastovnunum at flyta tær elektronisku skipanirnar hjá bankunum av landinum. Hetta varð samtykt.

 

Í ár 2000 legði undirritaði sum landsstýrismaður nýggja lóg um at verja persónsupplýsingar hjá føroyingum fyri tingið, og har varð hildið fast við, at skipanirnar viðvíkjandi peningaupplýsingum hjá føroyingum skuldu viðgerast og goymast í Føroyum. Hetta varð samtykt.

 

Hesar lógir høvdu avgerandi týdning fyri at menna Elektron og føroyska KT-vinnu – og fyri trygdina og kostnaðin hjá øllum føroyingum av at brúka netbanka- og gjaldsskipanir fyri sínar egnu pengar.

 

Helst onki annað land í heiminum hevði so góðar skipanir og samstarv millum alment og privat fyri allar talgildar peningaskipanir, skattaskipanir o.s.fr. Á P/F Elektron varð støðugt ment og sett við av góðum skipanum og dugnaligum KT-fólki. Og privatar KT-fyritøkur bjóðaðu seg eisini fram at menna føroyskar loysnir og skipanir.

 

Men trýstið og lobbyisman frá teimum stóru bankunum í Føroyum var eirindaleyst. Árini frá 2000 til 2003 arbeiddu teir miðvíst fyri at broyta avgerðina hjá okkara fólkavaldu, politisku skipan:

 

-          Teir keyptu m.a. fleiri heilsíðulýsingar í føroysku bløðunum, har teir løgdu eftir landsstýrismanninum og ákærdu hann fyri at steðga menningini í Føroyum, at byrgja Føroyar inni og at gera tað verri og dýrari fyri føroyska brúkaran. 

 

-          Teir vendu sær persónliga til hvørt løgtingsfólk til tess at trýsta Løgtingið at broyta lógina.

 

-          Teir sendu kærur um kunngerðirnar hjá landsstýrismanninum, ið staðfestu, at skipanirnar skuldu vera í Føroyum.

 

-          Í bókaútgávu um føroysku bankarnar í 100 ár, legði stjórin í táverandi Føroya Banka harðliga eftir landsstýrinum fyri avgerðina um at halda skipanirnar fyri okkara peningaupplýsingar í Føroyum.

 

-          Í nevndini fyri P/F Elektron, har peningastovnarnir eiga meirilutan, og landsstýrið er minnuluti, vórðu løgmaður og allir floksformenn kallaðir á fund og til morgunmatar – við tí eina endamáli at trýsta alla politisku skipanina til at taka landsstýrismannin av ræði og loyva bankunum at flyta sínar skipanir til Danmarkar.

 

Og landsstýrið helt fast, hóast trýstið, lobbyismuna og ágangin frá bankaleiðslunum.

 

Men í 2004 varð nýggj samgonga skipað, og nýtt landsstýrisfólk sett á økinum. Tað gingu bert fáar vikur, so hevði trýstið frá bankaleiðslunum fingið landsstýrismannin, landsstýrið og samgongufólk at bogna og hokna. Landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum kom í tingið 13. apríl 2004 og bað Løgtingið um at víkja frá tíðarfreistunum. 6. mai 2004 samtykti ein meiriluti á tingi at loyva peningastovnunum at flyta sínar skipanir av landinum.

 

Við hesum fóru føroysku bankaskipanirnar av føroyskum hondum. Bankarnir og samgongan førdu fram, at hetta eisini fór at skapa nýggj størv og uppgávur fyri Elektron og føroyska KT-vinnu og tað fór at verða til fyrimuns fyri føroyska brúkaran og samfelagið.

 

Í dag ber til at eftirmeta, hvørjar avleiðingar henda avgerð hevur fingið fyri føroyska brúkaran, samfelagið, búskapin og vinnuna.

 

Bankarnir royna nú enn einaferð at kroysta føroyingar inn í donsku NEM-ID skipanina, hóast ein føroyskur talgildur samleiki er á veg.

 

Tí verður fyrispurningurin settur landsstýrismanninum. Harvið fær alt tingið eisini høvi at siga sína hugsan um hetta mál og at taka støðu til at krevja skipanirnar heimaftur.

 

 Á tingfundi 20. mai 2020 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 15. juni 2020 svaraði landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, fyrispurninginum soleiðis:

Til spurning 1 - 3
Broytingarnar í persónsupplýsingarlógini, sum gjørdi tað møguligt at flyta peningastovnsskipanirnar úr Føroyum, vórðu gjørdar í 2004.  Frá 2005 til 2007 kannaðu peningastovnarnir saman við Elektron, hvussu framtíðar peningastovnskervið skuldi skipast, og í mai 2010 fluttu peningastovnarnir skipanarraksturin til SDC.
 

Fyrst er at siga, at tað er sera trupult at samanbera tær pengingastovnsskipanir og -tænastur, sum vórðu veittar í 2004, 2010 og í 2020. Vavið á tænastum og kompleksiteturin eru økt, umframt at ein áhaldandi røð av øktum krøvum til skrásetingar og skipanir eru komin frá Fíggjareftirlitinum seinastu árini. Tað ber tískil illa til at sammeta skipanirnar áðrenn 2010 við verandi skipanir.

 

Ein arbeiðsbólkur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum gjørdi í 2016 eina forkanning um møguleikar fyri at taka peningastovnsskipanirnar heim aftur. Viðmerkjast skal, at einki umboð fyri peningastovnar var við í arbeiðsbólkinum, og at peningastovnarnir tóku heldur ikki undir við kostnaðarmetingunum ella niðurstøðunum.

 

Í sambandi við forkanningina vórðu peningastovnarnir bidnir um at upplýsa útreiðslurnar av peningastovnsskipanunum. Nakrar tænastur lógu eisini uttanlands áðrenn grundskipanirnar vórðu fluttar, og kostnaðurin til útlendsku veitararnar fevndi um netbanka, Visa og ATM-skipan, Porto to deildarnet og gjøld til BED, SDC, PBS og til IBM-avgreiðsluskipanina.

 

Arbeiðsbólkurin kom fram til, at útreiðslurnar til útlendskar veitarar vuksu úr 20 mió. kr. í miðal um árið 2007 og 2008 upp í 55 mió. kr. í 2015. Um henda metingin er røtt, vuksu útreiðslurnar við 35 mió. kr. um árið, frá tí at grundraksturin varð fluttur til SDC, og eru tølini enn tey somu, er talan um 350 mió. farna 10-ára skeiðið.

 

Peningastovnarnir gjørdu í sínum viðmerkingum til forkanningina vart við, at í metingini hjá arbeiðsbólkinum varð ikki lagt upp fyri prísvøkstri og, um árligi prísvøksturin fyri KT-tænastur varð mettur at vera 2%, so er verandi loysn 11% bíligari enn undanfarna.

 

Umframt tað, mettu peningastovnarnir, at árligu útreiðslurnar hjá SDC til at eftirlíka krøvini í nýggju fíggjarlóggávuni fóru at vera 120 mió. kr. størri í 2017 enn tær vóru í 2008, og av hesum rinda føroysku peningastovnarnir 4-5%. Eisini eru nógv fleiri bankatænastur í dag talgildar, enn í 2008.

 

Vóru føroysku peningastovnarnir ikki farnir við í samstarvið við SDC, høvdu teir einsamallir skula borið allan kostnaðin av at eftirlíka nýggju og strongu krøvini og at menna og reka alt fleiri talgildar bankatænastur. Peningastovnarnir meta sostatt, at kostnaðurin av at reka peningastovnsskipanir er vorðin munandi lægri av at flyta skipanirnar av landinum, umframt at tænastustøðið er hækkað.

 

Í forkanningini verður sagt, at siga peningastovnarnir samstarvið við SDC upp, skulu teir rinda SDC eina upphædd, sum svarar til fýra ára rakstur. Parturin hjá føroysku peningastovnunum av óítøkiligu ognunum hjá SDC verður mótroknaður hesum, um samstarvið verður sagt upp. Eingin meting varð gjørd í forkanningini um, hvussu endaliga úrslitið tá hevði verið.

 

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur biðið Felagið Føroyskar Peningastovnar um at lýsa kostnaðirnar, sum spurt verður um í fyrstu trimum spurningunum, men hetta er ein størri uppgáva, sum tað ikki hevur borið til at gera innan freistina, sum varð sett at svara hesum skrivliga fyrispurningi.

 

Til spurning 4

Í 2010, tá ið skipanirnar fóru av landinum, starvaðust 93 fólk á Elektron. Sambært heimasíðuni hjá Elektron hevur felagið í dag 69 starvsfólk. Sum sagt ber tó ikki til at sammeta beinleiðis millum tíðarskeiðini. Peningastovnarnir hava millum annað víst á, at flytingin hevur havt við sær, at fleiri kt-fólk eru sett í starv innanhýsis hjá peningastovnunum.

 

Til spurning 5 og 6

Broytingarnar í personsupplýsingarlógini gjørdu, at einans trygdaratlit vóru avgerandi fyri, um persónsupplýsingar kundu flytast av landinum, og fyri borgaran má tað vera atlitið til trygdina, sum telur.

 

Við hesum broytingunum kundi lógin ikki longur brúkast til at avmarka frælsið hjá vinnuni til frítt at velja sínar veitarar og samstarvsfelagar. Um Løgtingið ynskti at stýra og avmarka virkisfrælsið hjá einari ávísari vinnu, átti tað heldur at kallað ein spaka fyri ein spaka, og í serstakari lóggávu noktað peningastovnunum at samstarva við útlendskar KT-veitarar, enn í einari generellari lóg um persónsupplýsingar.

 

Sum gjørt verður vart við í viðmerkingunum til fyrispurningin, fekk Elektron tíverri ikki so nógv virksemi í Danmark, sum felagið hevði vónað. Hvussu hetta hevur ávirkað føroyska búskapin í longdini, er trupult at meta um, men landsstýrismaðurin er ikki av tí áskoðan, at tað gagnar vinnum at verða vardar fyri kapping. Tvørturímóti er tað í kapping at vinnur mennast, og skal føroyska KT-vinnan standa seg á altjóða marknaðinum, má hon vera kappingarfør.

 

Tað er tí eisini eitt mál í samgonguskjalinum at stimbra føroysku KT-vinnuna við at landið keypir føroyskar KT-loysnir, har tað er møguligt, og at virka fyri at KT kann gerast ein útflutningsvøra.

 

Tí er eisini umráðandi at allir partar, land og kommunur, peningastovnar og stórar fyritøkur samstarva um Talgildu Føroyar, sum hevur til endamáls at flyta okkum í fremstu røð í talgilda heiminum. Vit kunnu í hesum sambandi fegnast um, at bankarnir hava sagt seg fara at nýta føroyska talgilda samleikan tá ið hann er klárur at taka í nýtslu, og at teir tá eru sinnaðir at fara burtur frá kravinum um at nýta Nem-ID sum trygga innritan til heimagreiðsluna.