Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

1. Ravmagnsviðurskifti

« Aftur

 

Spyrjari: Jóhan Dahl
Svarari: Helgi Abrahamsen
Spurningur:

  Á tingfundi 22. september 2020 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.      Er landsstýrismaðurin kunnaður um, hvussu gongdin í ravmagnsprísum - uttan avgjøld - hevur verið eitt nú í Danmark, har framleiðsla og net eru sundurskild, og ein liberalisering er farin fram, samanborið við Føroyar?

2.      Er landsstýrismaðurin kunnaður um aðrar metingar av avleiðingunum av eini sundurskiljing av netinum og eini marknaðarger

3.      ing av framleiðsluni av streymi enn tær hjá SEV - her verður serliga hugsað um, hvussu streymprísirnir kunnu fara at verða, og hvussu vit røkka málinum at gerast grøn á elorkuøkinum?

4.      Er landsstýrismaðurin kunnaður um ítøkiligar ætlanir um at koma longri á leið á grønu kósini, men sum ikki hava fingið viðgerð?

5.      Er landsstýrismaðurin kunnaður um, hvørt SEV fylgir prísavtaluni við vindmyllufeløg, herundir um SEV avroknar dótturfelag sínum í Húsahaga við munandi hægri upphæddum, enn tað, sum svarar til avrokning fyri ta vindorku, sum vindfelagið hevur framleitt at lata inn á netið hjá SEV?

6.      Er landsstýrismaðurin nøgdur við gongdina at koma longri á leið á grønu kósini – her verður hugsað bæði um verandi skipan av økinum og um verandi umsiting á økinum?

 

Viðmerkingar:

Ynskiligt er at røkka málinum um 100% grøna ella varandi orku skjótast tilber og helst seinast í 2030, samstundis sum vit hava veitingartrygd og lægst møguligar elprísir.

 Hvussu, vit røkka hesum málum, er tað hinvegin ósemja um. Verandi samgonga hevur sett sær sum mál, at:

·         Munandi meira ferð eigur at verða sett á framleiðsluna av grønari orku. Fyri at røkka hesum máli verður arbeitt fyri at tryggja størri kapping á framleiðslu- og sølusíðuni

·         Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið og síðani selja streym.

 

Hesir spurningarnir verða settir fyri, at sjónarmiðini hjá fleiri viðkomandi pørtum kunnu koma við í arbeiðinum hjá landsstýrismanninum við eini nýggjari skipan og umsiting av elorkuøkinum. 

Á tingfundi 24. september 2020 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

 

Svar: