Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

2. Eysturoyar- og Sandoyartunnilin

« Aftur


Orðaskiftið

 

Spyrjari: Heðin Mortensen
Svarari: Henrik Old
Spurningur:

 

Á tingfundi 30. september 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.      Er nøkur nýggj kostnaðarmeting gjørd av ávíkavist Eysturoyar- og Sandoyartunlinum?

2.      Er nøkur nýggj kanning gjørd um nytturvirðið av Eysturoyartunlinum?

3.      Er linjuføringin av Eysturoyartunlinum endaliga staðfest?

4.      Er endaliga staðfest, at Sandoyartunnilin ikki skal liggja um Hest, og vórðu kanningar um skaktir ella spiralar gjørdar í hesum sambandi?

5.      Metir landsstýrmaðurin, at løtan búskaparliga er tann rætta til íløgu í Eysturoyartunnilin, har gott vegasamand longu er frammanundan?

6.      Metir landsstýrismaðurin, at Eysturoyartunnilin samfelagsbúskaparliga eigur at hava hægstu raðfesting, tá hugsað verður um framtíðar íløgur og rakstrarúrteiðslur av at hava Smyril siglandi til Suðuroyar?

Viðmerkingar:

Verður samanborið við norskar prísir, so meta fólk í vinnuni, at samlaði kostnaðurin fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnilin í dag liggur um 3 milliardir krónur, um Eysturoyartunnilin skal vera 3-sporaður. Tað merkir, at kostnaðurin eftir stuttari tíð er hækkaður við triðingi. Sera ivasamt er tí, hvat endaligi prísurin verður.

Trygdarkrøv av ymsum slagi eru og verða munandi herd, hetta økir eisini um kostnaðin, eisini fyri kommunurnar við endarnar. Ein nýggj kanning av nyttuvirðinum er neyðug, fyri at tað almenna kann taka endaliga støðu.

Í Noregi er vanligt við uppkomu av tunlum gjøgnum skaktir við lyftum, ella við at gera spiralar upp. Áhugavert hevði verið at vita, um hesin møguleikin varð kannaður í sambandi við linjuføringina um Hests- og Skopunarfjørð.

Staðbundna nevndin í Hesti hevur heitt á løgmann um at taka málið um Sandoyartunnilin uppaftur, og at nærri kanningar verða gjørdar av Landsverki, fyri at vita, um tað ikki er fíggjarliga tann mest skynsama loysnin at hava linjuføringina undir sunnara part av Hestoynni.

Staðbundna nevndin vísir á, at ein skakt við lyftu kann koma upp í Hesti, sum kann lyfta upp til 3,5 tons. Skaktin verður umleið 160 m. Prísurin pr. metur er 25.000 kr., tilsamans um 4 milliónir. Tað kostar samfelagnum nógv at hava sjóvegis farleið, við tveimum manningum atknýttum til Hest­rutuna, langt inn í framtíðina.

Tá hugsað verður um, at tænastustøðið á ferðasambandinum við Suðuroynna má hækka, er ógvuliga viðkomandi at frætta, um landsstýrismaðurin metir, um Eysturoyartunnilin í løtuni eigur at fáa hægstu raðfesting.

Á tingfundi 7. oktober 2015 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 11. november 2015 svaraði Henrik Old, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:


Svar

Ad. 1

Í fjör legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum tá umsat tunnilsmál, fram uppskot til lögtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy. Landsstýrismaðurin legði uppskotið fram eftir at hava fingið semju millum allar flokkar á tingi um málið. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt, at Eysturoyartunnilin væntandi fer at  kosta um 1 mia. kr., og at kostnaðarmetingin fyri Sandoyartunnilin er 865 mió. kr. Onnur töl fyri, hvat tunlarnir fara at kosta, eru eisini blivin nevnd – m.a. í “Samferðslu­ætlanini 2012-2024”.

P/F Eystur- og Sandoyartunlar upplýsir, at enn er eingin neyv kostnaðarmeting til skjals. Felagið arbeiðir við at útvega fígging og at bjóða arbeiðið at byggja tunlarnar út. Tá tilboðini eru komin inn, kann sigast nærri, hvat kostnaðurin verður.

Ad. 2

Í “Samferðsluætlanini 2008-2020” vórðu kostnyttu útrokningar gjördar av verkætlan­um m.a. Eysturoyartunlinum. Fleiri loysnir eru til farleiðina undir Tangafjörð; og kostnyttu rokningarnar vístu stórt avlop fyri allar loysnir. Tá farið varð undir at gera “Samferðsluætlanina 2012-2024”, varð avgjört ikki at gera nýggjar kostnyttu útrokn­ingar. Grundin til hesa avgerð var, tað vóru ikki hendar avgerandi broytingar í fyritreytunum undir teim longu gjördu kostnyttu útrokningunum. Av tí sama fóru nýggjar útrokningar ikki at broyta hövuðsniðurstöðuna, og tað var galdandi fyri allar verkætlanir í samferðsluætlanini. 

Millum mongu skjölini í lógaruppskotinum, nevnt í svarinum til 1. spurning omanfyri, var kortini eitt av skjölunum ein samandráttur av nýggjum kostnyttu útrokningum, sum Sund & Bælt hevði gjört í september 2013. Hesin samandráttur broytir tó ikki niðurstöðuna, at har er ein stór samfelagnytta av at fremja verkætlanina.     

Ad. 3

P/F Eystur- og Sandoyartunlar upplýsir, at Landsverk, sum er góðkennandi myndug­leikin á ökinum, hevur givið felagnum prinsippgóðkenning av fyribilslinjuföring, har linjan verður förd norðan fyri Hvítanes til munnan á Skálafjörðinum, har rundkoyring er. Frá rundkoyringini er so ein armur upp í Runavík og ein upp á Strondum. Í Runa­vík kemur Eysturoyartunnilin upp við Rókina; havið verður náttúruvakra og serstaka ökið við Toftavatn ikki órógvað ella skalað orsakað av tunnilsverkætlanini.

Ad. 4

Í lógini er ásett, at Sandoyartunnilin skal leggjast millum Gomlurætt og Traðadal; sostatt er endaliga staðfest, at Sandoyartunnilin skal ikki hava samband við Hest.

Í “samfeðsluætlanini 2008-2020” var viðgjörd ein loysn um samband við Hest, við elevatortunli til fólkaflutning. Fíggjarmálaráðið hevur upplýst, at ein mögulig loysn við linjuföring upp í Hesti eisini var umhugsað undir fyrireiking­unum til lógarupp­skotið. Henda loysn var at föra tunnilin upp á oynna. Mær vitandi vóru ikki aðrar kanningar um spiralar og skaktir gjördar í tí sambandinum.

Ad. 5

Víst er frammanundan ein farleið úr Havn og inn á Skálafjörðin og longur norður. Í tí sam­band­inum verður samfelagsnyttan úr Eysturoyartunlinum í viðmerkingunum til lógaruppskotið sammett við samfelags­nytt­una úr Kollafjarðartunlinum. Kollafjarðar­tunnilin er farvegur millum tvey öki í land­in­um, sum frammanundan eru samanbund­in. Tí kundi ein sagt, at Kollfjaratunnil­in í grundini var óneyðugur. Samfelagsnyttan úr Kollafjarð­ar­tunlinum er kortini sera stór, við tað at leiðin er hövuðsfarleið í land­inum, og at nógv ferðsla er eftir farvegnum. Harvið verður nógv tíð vunnin, og nógv brennievni spart við Kollafjarðartunlinum. 

Nær rætta lötan er at gera ymsu ílögurnar munnu vera mangar áskoðanir um – eisini millum búskaparfröðingar. Men tá um fígging ræður, tykist lötan júst nú vera rött, soleið­is sum lánsmarknaðurin er beint nú m.a. við serstakliga lágari rentu.

Verkætlanin er so stór, at tað er fíggingin – renta og afturgjaldstíð – ið hevur mest at siga fyri, hvussu dýrt ella bíligt tað verður at koyra gjögnum tunlarnar heldur enn, um byggiútreiðslurnar verða nakað störri ella minni. 

Ad. 6

Nú Javnaðarflokkurin er farin í samgongu, fari eg sum landsstýrismaður at halda meg til samgonguskjalið. Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið verður sagt soleiðis: “Arbeitt verður eftir verandi ílöguætlan, og hildið verður fast um semjuna um Eystuoyar- og Sandoyartunnilin.” 

Javnðarflokkurin var eisini partur av tunnilssemjuni og hevur ikki ætlað at loypa frá teirri avtaluni. Lítil ivi man vera um, at tað er ein fyritreyt at gera Eysturoyar­tunnilin fyrst fyri at kunna fara undir at byggja Sandoyartunnilin. Tá Sandoyartunnilin er liðugur, eru vit komin ávegis til Suðuroyar við föstum sambandi.

 Málið avgreitt