Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

3. Tunlar Norður um Fjall

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir
Svarari: Henrik Old
Spurningur:

Á tingfundi 7. oktober 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

  1. Kann landsstýrismaðurin kanna, hvussu nógv bíligari tað er at hækka og breiðka verandi tunlar Norður um Fjall, sammett við at gera nýggjar – hetta við atliti til at gera tað fíggjarligt møguligt at fara fyrr í gongd?
  2. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at gera nakað við akutta tørvin á trygd í tunlunum, m.a. seta bummar uttanfyri, samskifti inni í tunlunum í neyðstøðu og neyðuga útgerð til sløkkiliðini at gera átøk inni í tunlunum.

Viðmerkingar
Nú er farið undir at gera tunnil til Viðareiðis, og er tað at fegnast um. Útbyggingin av sam­ferðsluni til norðasta partin í landinum steðgar ikki her, tí nýggir tunlar Norður um Fjall eru raðfestir í langtíðar samferðsluætlanini.

Verandi tunlar eru frá 1965 - 67 og verða sostatt skjótt 50 ára gamlir. Teir vóru gjørdir í eini heilt aðrari tíð. Teir eru alt ov lágir og smalir til tungu og øktu ferðsluna í dag. Teir eru einsporaðir og klára als ikki ferðsluna. Ferðslan í 1966-67 kann ikki sammetast við ferðsluna í dag anno 2015. Tunlarnir eru ein fløskuhálsur hjá verandi virksemi norðanfyri og fyri víðari menning í økinum.

Spurningurin er, um Løgtingið kann finna seg í hesum. Her verður serliga hugsað um trygdina. Um ein álvarsom vanlukka hendir, verða helst nógvar røddir frammi um, hví tað ikki fyri langari tíð síðani eru gjørdir nýggjar tunlar ella víðkaðir.

Tað er sera nógv og tung ferðsla ígjøgnum tunlarnar. Førarnir á stóru akførunum koyra ígjøgnum við sera lágari ferð og við tunguni mitt í munninum, fyri ikki at taka í kneysar, sum stinga út í síðunum, ella fyri at taka uppundir loftið. Nógv av stóru tungu akførunum í dag sleppa ikki ígjøgnum, og tað eru førarar, sum helst vilja sleppa frá at koyra ígjøgnum.

Um sjúkrabilur, sløkkiliðsbilur ella løgregla skulu neyðsendarkoyring ígjøgnum, samstundis sum hesi stóru akførini eru inni í tunlinum, kann tað skjótt enda galið, bæði har sum tørvur er á hjálp og inni í tunlinum.

Akførini verða støðugt hægri og breiðari, so tað er ongantíð ov skjótt at gera okkurt við støðuna, sum er akut nú.

Ferðslutøppur er næstan dagligur kostur í tunlunum, orsakað av stóru tungu akførunum, sum ikki sleppa inn á møtiplássini, og tí verður hugsað nógv um, hvussu trygdin er. Trygdin í tunlunum Norður um Fjall er ikki raðfest serliga frammarlaga. Har er t.d. eingin bummur uttanfyri, sum kann steðga ferðsluni, um okkurt er áfatt inni. Har er eingin antennuútgerð til sløkkiliðið at samskifta við, eingin ventilatión. Hartil hava sløkkiliðini ikki neyðugu útgerð­ina til at gera eitt átak í tunlunum. Hetta er ein uppgáva, sum Landsverk varðar av. Um eldur kemur í ein bil inni í tunlinum, so er ivasamt um sløkkilið sleppur fram at bilinum. Verandi tunlar eru so lágir, at tað ber ikki til at seta ventilatión og ordilig ljós upp undir loftið.

Í verandi langtíðaríløguætlan eru tunlarnir Norður um Fjall raðfestir til 2021 – 24, men mett verður, at tað er ábyrgdarleyst at bíða so leingi.

Rættarnevndin var í Sveis í mai mánaði 2013 við tí fyri eyga at kunna seg um tunnilsgerð har. Rættarnevndin spurdi inn til møguleikar við at hækka og breiðka tunlar ístaðinfyri at gera nýggjar. Har bleiv upplýst, at tað var bíligari at hækka og breiðka tunlar, samanborið við at gera nýggjar. Tað vóru tó ymisk viðurskiftir í hvørjum einstøkum føri, sum høvdu ávirkan á hetta, m.a. hvussu nógvar tímar teir sluppu at arbeiða um døgnið. Sum útgangsstøði var tað bíligari at víðka tunlar, samanborið við at gera nýggjar.

Á tingfundi 21. oktober 2015 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.


 

Svar:

Á tingfundi 25. november 2015 svaraði Henrik Old, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

 
Til 1

Landsverk bað eina norska ráðgevarafyritøku, sum hevur royndir við at víðka tunlar í Noregi, um eitt skitsuprojekt við kostnaðarmeting fyri, hvat tað kostar at víðka verandi tunlar, og hvussu arbeiðið kann skipast.

 

Arbeiðið er liðugt og handað Landsverki. Niðurstøðan er, at kostnaðurin fyri verkætlanina er millum annað tengdur at, hvussu nógv tað ber til at stongja tunlarnar, meðan arbeitt verður, og hvussu leingi í senn. Kostnaðurin fyri verkætlanina er millum annað grundaður á eindarprísir í Føroyum og royndirnar við Viðareiðistunlinum.

 

Við fortreytunum at ferðslan sleppir ígjøgnum 3 ferð um dagin, morgun, seinnapart og kvøld, er kostnaðarmetingin fyri verkætlanina 315  mió kr. Um tunnilin er heilt stongdur fyri ferðslu, er kostnaðarmetingin 290 mió kr, men tá má roknast við at ferja má setast inn, og hetta er ikki íroknað kostnaðarmetingina.

 

Kostnaðarmetingin fyri verkætlanina at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall er dagførd við royndunum frá Viðareiðistunlinum. Nýggja kostnaðarmetingin fyri tunlar Norður um Fjall er 360 mió kr. fyri tilsvarandi tunlar. Báðar kostnaðarmetingarnar kunnu samanberast, tí tær eru gjørdar við somu fortreytum og tunnilsstandardum (T8,5).

                                                                                                     

Tað er sostatt umleið 45 mió kr. bíligari at víðka verandi tunlar heldur enn at byggja nýggjar. Størsti prísmunurin er vegna tað, at nýggu tunlarnir eru nakað longri enn verandi, og eitt sindur meira av vegagerð er í nýggja prosjektinum. Prísmunurin skal tó setast upp móti teimum ampum, ið eru í byggitíðini. Ferðslan verður nógv tarnað og torført er meta um kostnaðin av hesum. Nýggju tunlanir hava aðrar fyrimunir í mun til at víðka verandi, eitt nú betri linjuføring, tí teir liggja nakað lægri.

 
Til 2

Landsverk rekur verandi tunlar so væl sum til ber og ger neyðug trygdartiltøk, so tað kann vera trygt at ferðast í tunlunum, hóast teir ikki eru tíðarhóskandi til ferðsluna í dag.

 

Landsverk hevur gjørt eina tilbúgvingarætlan fyri tunlarnar Norður um Fjall í 2011 saman við sløkkiliðunum á staðnum, sjúkrahúsinum og løgregluni. Endamálið við tilbúgvingarætlanini er at gera tað tryggari við, at allir partar kenna sín leiklut og umstøðurnar í tunlunum í sambandi við eitt átak í tunlunum. 

 

Fyri at betra møguleikarnar at samskifta millum partarnar í tilbúgvingini, tá ið átøk eru í tunlunum, vera repeatarar (forsterkarar) settir upp í báðar tunlarnar í ár.

 

Landsverk hevur sett rýmingarljós og eldsløkkjarar upp í Hvannasundstunlinum og er í gongd við at seta somu trygdarútgerð upp í Árnafjarðartunlinum. Hetta verður liðugt í ár. Fartelefonsamband er í tunlinum, so til ber at geva boð frá sær, um ferðsluóhapp er í tunlunum.

 

Viðvíkjandi ventilatión er als einki pláss í tunlunum til slíkar, men Landsverk hevur eina viftu, sum kann flytast og brúkast at tøma tunlarnar fyri royk, um tað verður neyðugt.

 

Trupulleikar eru javnan við ferðsluni í verandi tunlum, serliga tí stór akfør ikki kunnu møtast í tunlunum. Landsverk arbeiðir við at gera eina ferðslustýring við ferðsluljósum, sum skal loysa hendan trupulleikan. Ætlanin er, at stór akfør skulu steðga fyri reyðum ljósi, um onnur stór akfør eru mótkoyrandi í tunlinum. Ein slík skipan er virkin í einum tunli í Íslandi, og Landsverk arbeiðir saman við íslendingunum um at fáa somu skipan til tunlarnar Norður um Fjall. Arbeitt verður fram móti at fáa hesa skipan setta upp í ár ella fyrst í komandi ári.

 

Ætlanin er ikki at seta automatiskar bummar upp við tunnilin, men heldur at nýta somu skeltir, sum vera nýtt til ferðslustýringina, til at stongja tunnilin við. Skeltini verða fjarstýrd, so at tunnilin verður stongdur so skjótt sum til ber, eftir at boðað er frá einum óhappi.

 

Samanumtikið kann sigast, at til nýggir tunlar verða gjørdir Norður um Fjall, ella verandi tunlar verða víðkaðir, verður raðfest at fáa trygdina í verandi tunlum so góða, sum til ber.

 Málið avgreitt