Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

5. Viðvíkjandi starvslæruplássum í Kringvarpi Føroya

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Ingolf S. Olsen
Svarari: Rigmor Dam
Spurningur:

Á tingfundi 11. november 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi

 

1.      Hvat heldur landsstýriskvinnan um, at Kringvarp Føroya sigur nei til at taka journalistlesandi í starvslæru við tí grundgeving, at stovnurin ikki hevur fíggjarliga orku til tað?

2.      Hvussu nógvar umsóknir um starvslærupláss hevur Kringvarp Føroya fingið, síðan stovnurin varð til eftir samanlegging av Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya 1. januar 2005, og hvussu nógvar av hesum eru gingnar á møti?

3.      Hvat kostar eitt starvslærupláss á 18 mánaðir?

4.      Eiga journalistisk arbeiðspláss hjá tí almenna at áleggjast skyldu til at taka journalistlesandi ella onnur, ið nema sær okkurt slag av miðlaútbúgving, í starvslæru?

5.      Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at tryggja, at føroyingar, ið eru noyddir at leita sær uttanlands at nema sær miðlaútbúgvingar, til eina og hvørja tíð kunnu koma til Føroya í starvslæru?

6.      Um ja, hvussu ætlar landsstýriskvinnan í mentamálum at veita trygd fyri hesum?

7.      Ein public service-sáttmáli millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið (Føroya Løgting) hevur verið í gildi. Hvussu er statt við hesum sáttmála, og ætlar landsstýriskvinnan at taka stig til at gera ein nýggjan sáttmála?

8.      Kundi ein nýggjur public service-sáttmáli havt ásetingar, ið onkursvegna binda kringvarpið at taka starvslesandi?

9.      Hvussu heldur landsstýriskvinnan annars, at tað sampakkar við samgonguynskið um fólkavøkstur, millum annað við at fáa útisetar at flyta heimaftur, tá ein almennur stovnur nú noktar at taka ímóti starvsnæmingum, ið ynskja føroyska starvslæru og tískil mugu væntast at ætla sær heimaftur eftir loknan lesnað?

 

Viðmerkingar:
ad. 1-6: Kringvarp Føroya er einasti luftborni miðil í landinum, ið hevur skikkað fólk at læra frá sær á øllum pallum og í øllum greinum innan luftbornan journalistikk, tað veri seg í útvarpi, sjónvarpi og á internetinum.

Fyri stutt síðani segði leiðslan í Kringvarpi Føroya nei til at taka eina føroyska kvinnu, sum lesur til journalist á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole í Arhus, í starvslæru. Leiðslan grundaði noktandi svarið á vantandi fíggjarligari orku.

Ongin journalistisk útbúgving kann takast í Føroyum – heldur ikki journalistisk eftirútbúgving. Tað er í sær sjálvum sera óheppið og fremur ikki menning av dygdargóðum journalistikki um føroysk viðurskifti. At okkara einasti almenni fjølmiðil so heldur ikki megnar at taka tey, ið noyðast uttanlands at lesa til journalist, í starvslæru, er skomm og eigur ikki at kunna góðtakast.

Undirritaði metir, at málið í eins stóran mun er eitt útbúgvingarmál, og tað er ein spurningur um óhefta virksemið hjá Kringvarpi Føroya.

Ad. 7-8: Eftir kringvarpslógini hevur landsstýrisfólkið í mentamálum heimild at gera ein public service-sáttmála við Kringvarp Føroya. Sum skilst er ongin nýggjur sáttmáli gjørdur, síðani tann seinasti fór úr gildi fyri skjótt einum ári síðani.

Kringvarp Føroya hevur sum hin einasti føroyski miðilin public service-skyldur, og tað, sum eyðkennir slíkar miðlar í okkara parti av heiminum, er, at teir skulu staðfesta sínar skyldur og raðfestingar í tíðaravmarkaðum public service-sáttmálum.

Ein public service-sáttmáli er einasta amboðið, sum almenningurin umvegis Løgting og landsstýri hevur at tryggja eitt fjølbroytt útboð av senditilfari og einasta amboðið, umframt sjálva lóggávuna, at áleggja miðlinum skyldur samsvarandi síni serstøðu – nevniliga rættinum at krevja inn hyggjara-/lurtaragjald.

Ad. 9: Í samgonguskjalinum verður dentur lagdur á at skapa fólkavøkstur millum annað við at gera Føroyar kappingarførar á lestrarøkinum. Tí skulu vit sjálvsagt lata allar hurðar upp, tá lesandi føroyingar uttanlands sjálvir ynskja at lesa ella fáa starvslæru í Føroyum.

 

Á tingfundi 12. november 2015 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.


Svar:



Á tingfundi 4. desember svaraði Rigmor Dam, landsstýriskvinna fyrispurninginum soleiðis:


Til 1: Sum landsstýriskvinna í miðla- og útbúgvingarmálum meti eg tað vera harmiligt, at Kringvarp Føroya ikki bjóðar einum journalistlesandi starvslærupláss, serliga tá ið umsóknin kom inn í góðari tíð – nærum eitt ár fyri, at viðkomandi skuldi byrja í starvslæru. Sum skilst var grundgevingin vantandi fíggjarlig orka hjá stovninum. Tað átti at verið ein natúrligur partur av virkseminum hjá okkara einasta almenna miðli at luttaka í upplæringini av nýggjum journalistum. Stovnurin átti at lagt virksemið soleiðis til rættis, at hetta var møguligt. Tá hetta er sagt, er tað sjálvandi eisini ábyrgdin hjá stjóranum í Kringvarpinum at tryggja ein fíggjarliga skynsaman rakstur innan fyri ásettu karmarnar.

Til 2: Kringvarp Føroya hevur upplýst, at stovnurin hevur fingið tríggjar umsóknir frá journalistlesandi síðan samanleggingina, og í tveimum førum hevur Kringvarp Føroya játtað starvslærupláss.

Til 3: Sbrt. upplýsingum frá Kringvarpinum kostar starvslæruplássið 470 t.kr. ella góðar 26.000 kr. um mánaðin.

Til 4: Kringvarpið er almennur sjálvstøðugur stovnur við einum stýri sum ovastu leiðslu. Stovnurin varðar sjálvstøðugt av starvsfólkaviðurskiftum og setanum, m.a. starvsvenjingarplássum. Eg eri sannførd um, at stovnurin sjálvur, eins og aðrar miðlafyritøkur, ynskir menning og vil viðvirka til fakliga menning og fólkavøkstur. Eg fari at umhugsa, um til ber at seta átøk í verk, sum kunnu tryggja, at Kringvarp Føroya skipar raksturin soleiðis, at tað
fær tikið ímóti starvslesandi, tá ið hesi søkja í góðari tíð.

Til 5: Í uppskotinum um miðlastuðul, sum lagt er fyri tingið, verður møguleikin nevndur at stuðla menning av journalistum, herundir í sambandi við starvsvenjing. Men hetta verður helst einans galdandi fyri privatar miðlar, tí almenna Kringvarpið eigur at ganga undan og hugsa starvsvenjing sum ein natúrligur partur av virkseminum.

Til 6: Eg kann sum landsstýriskvinna í miðlamálum skapa neyðugu karmarnar, sum lætta um møguleikan at bjóða starvsvenjingarpláss. Við umleggingini av kringvarpsgjaldinum skuldu fíggjarkarmarnir blivið støðugari, og í sambandi við endurskoðan av public service-sáttmálanum ber til at áseta krøv í mun til starvsvenjing o.l.

Til 7: Fyrsti public service-sáttmálin millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið var galdandi frá 1. januar 2011 til 31. desember 2013. Eg fari at taka stig til at gera ein nýggjan sáttmála, tí hesin er týðandi amboð - eitt slag av avrikssáttmála millum stovn og myndugleika.

Til 8: Eg kundi hugsað mær at fingið ásetingar við í komandi public service-sáttmálan um starvslærupláss til lesandi. Public service-sáttmálin verður gjørdur millum partarnar, og partarnir mugu tí eisini koma ásamt um innihaldið, og tað skal sum útgangsstøði bera til at eftirlíka tær skyldur, ið eru ásettar.


Til 9: Tað er stórt spell, at Kringvarpið ikki hevur sæð seg føran fyri at tikið ímóti einum starvsnæmingi at byrja komandi ár, serliga tá hugsað verður um, hvussu fáar umsóknir í roynd og veru eru komnar seinastu tíggju árini. Sum myndugleikar og almennir stovnar eiga vit at raðfesta útbúgving, um vit ynskja, at okkara samfelag mennist og fjølgast, og at vit raðfesta sterkar miðlar, um vit vilja mennast sum fólkaræði. Viðvíkjandi starvsvenjing er hetta eitt týdningarmikið mál, og eg vóni tí, at almenni public service-stovnur okkara, Kringvarp Føroya, framyvir fer at raðfesta starvsvenjingarpláss ovarlaga.

Málið avgreitt