Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

10. Vánaligu umstøðurnar hjá Menningartarnaðum á Eirargarði

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir
Svarari: Eyðgunn Samuelsen
Spurningur:

Á tingfundi 4. februar 2016 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.      Hvør hevur ábyrgdina av Eirargarði 14 og 16, og hevur avvarðandi myndugleiki verið vitandi um, hvørjum standi húsini vóru í?

2.      Hvussu vánalig er støðan, nú hjálparleys fólk verða flutt úr sínum egna heimi, og var fyrireikingin fyrireikað frammanundan?

3.      Vóru avvaraðandi at búfólkunum nóg væl kunnað, áðrenn búfólkini vórðu flutt?

4.      Eru hølini á Eirargarði 14, hagar tey menningartarnaðu eru flutt, hóskandi til tørvin hjá búfólkunum?

5.      Fáa búfólkini, ið høvdu egið kamar, sítt egna kamar, ella eru nú fleiri búfólk um hvørt kamar?

6.      Er trygd fyri, at nýggi bygningurin, Eiragarður 14, er í betri standi enn Eirargarður 16?

 

Viðmerkingarnar:

Tað er komið fram í fjølmiðlunum, at menningartarnað fólk eru flutt í bráðskundi av Eirargarði 16 til Eirargarð 14, tí blámusoppur er staðfestur í heiminum. Tey flestu búfólkini eru málleys og ikki før fyri at samskifta og svara fyri seg. Sostatt er talan um okkara allarveikastu og viðbreknastu medmenniskju.

Nøkur av búfólkunum vórðu tvingað at flyta av landinum og niður til Danmarkar inntil miðskeiðis í 1970-árunum, tí umstøður vóru ikki til teirra í Føroyum. Men tá Eirargarður varð settur á stovn í 1980, broyttist alt. Tá steðgaði fráflytingini av menningartarnaðum. Ístaðin fluttu menningartarnað heimaftur. Og nøkur av teimum, ið fluttu aftur til Føroya, búgva á Eirargarði 16.

Hetta er teirra heim. Bygningurin er lagaður eftir teirra tørvi. Tey hava hvør sítt kamar. Skinnarar eru í loftinum, ið eru neyðugir hjá bæði búð- og starvsfólkunum.

Tískil má tað metast at vera stak óheppið, tá búfólkini verða flutt í skundi. Serliga, tá tað bendir á, at flytingin ikki varð fyrireikað frammanundan. Eingir skinnarar eru í loftinum, ið lætta um  hjá bæði búð- og starvsfólkunum.

Tá búfólk verða flutt, skuldi man trúð, at tað átti at verið til eitt betri og meir hóskandi og virðiligt  stað. Sambært leiðaranum á stovninum, so var hendan flytingin sum at flyta úr øskuni í eldin.

Á tingfundi 10. februar 2016 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 7. mars 2016 svaraði Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Til spurning 1

Almannaverkið hevur brúksrætt til Eirargarði 16, og Landssjúkrahúsið hevur brúksrætt til Eirargarð 14. Landsverk hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og umvæling av bygningunum.

Varhugin av, at inniluftin á Eirargarði 16 ikki er nøktandi, fær Almannaverkið seinast í desember 2015. Almannaverkið tekur stig til fund við Landsverk, sum varð hildin 04.01.2016. Almannaverkið hevur leingi vist, at viðlíkahaldið ikki hevur verið nøktandi. Hetta hevur Almannaverkið gjørt vart við í sambandi við kanning av øllum bygningum, sum Almannaverkið varðar av.
 

Til spurning 2

Almannaverkið hevur gjørt eftir tilráðing frá serfrøðini, har mælt varð til at flyta búfólkini á Eirargarði skjótast til ber orsakað av, at fleiri teirra hava heilsuligar trupulleikar, og flestu teirra fáa ikki sagt frá. Bæði búfólk og starvsfólk hava vikurnar frammanundan flytingini havt ampa og merkt árin av vánaligu inniluftini.

Almannaverkið hevði hølir tøk á Eirargarði 14, sum heilsuverkið hevur brúksrættin yvir, og varð flytingin fyrireikað við m.a. kunning til starvsfólk og avvarðandi, broyting av mannagongdum hjá starvsfólkum og betri starvsfólkanormering enn vanligt. Tveir borgarar, sum annars hava verið til umlætting á Eirargarði 16, hava fyribils fingið annað tilboð. Brunaumsjónin hevur góðkent hølini, og praktisk hjálp er útvegað frá flutningsfyritøku. Tvær gólvlyftir vóru til taks, tá flutt varð.
 

Til spurning 3

Øll avvarðandi vóru kunnað áðrenn flytingina. Flestu vórðu kunnað umvegis telefon, og í teimum førum, har ikki fekst fatur umvegis telefon, varð kunningin send umvegis teldupost.
 

Til spurning 4

Búrúmini á Eirargarði 14 eru samlík teimum á Eirargarði 16. Tey húsast nú á færri fermetrum og hava bert tvey felags baðirúm í mun til fýra. Á Eirargarði 16 eru loftslyftir; tað er ikki á Eirargarði 14, men har eru, sum áður nevnt, gólvlyftir. Viðmerkjast skal, at tey eru trý búfólk færri á Eirargarði 14, enn talið á teimum, sum vanliga húsaðust á Eirargarði 16. Høvuðsreingerð hevur verið í hølunum, og tað verður gjørt eyka reint.

Hóast ynskiligt hevði verið, at havt betri karmar at virka undir, metir Almannaverkið, at hølisviðurskiftini eru ein nøktandi loysn í eitt avmarkað tíðarskeið.

Til spurning 5

Búfólkini hava egið kamar í Eirargarði 14, eins og tey høvdu á Eirargarði 16.

 
Til spurning 6
Kanningar eru ikki gjørdar av Eirargarði 14 enn.
 

Almannaverkið hevur saman við Landssjúkrahúsinum avgjørt at lata Danmarks Teknologiske Institut gera eina neyva kanning av Eirargarði 14 og 16. Landsverk samskipar arbeiðið, sum vónandi verður liðugt innan 1. apríl.

Almannaverkið lánti hølini á Eirargarði 14 í desember 2015, og hevði Almannaverkið ikki illgruna um at nakrir trupulleikar eru.

Málið avgreitt.