Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

12. Førleikamenning í fremmandamáli

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Hanna Jensen
Svarari: Rigmor Dam
Spurningur:

Á tingfundi 22. november 2016 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1)     Hvussu mong nýta møguleikan at taka málsligt fyrireikingarskeið sambært løgtingslóg um lestrarstuðul?

2)     Í hvørjum londum taka tey málsligu fyrireikingarskeiðini og til hvørji mál?

3)     Hví er heimild einans til fyrireikingarskeið og ikki til meiri førleikamenning t.d. eftir útbúgvingargongd í viðkomandi landi, tá møguleikin fyri miðvísari málmenning kanska er enn størri eftir eina tíð í landinum?

4)     Kundi heimildin til málsligt skeið í løgtingslóg um lestrarstuðul verið víðkað fyri at røkka hægri málum fyri fjølbroyttum málkunnleika í Føroyum?

5)     Hevur samband verið við vinnuumhvørvið – føroysk ella útlendsk um førleikamenning í fremmandamáli?

6)     Hvussu kunnu útbúgvingargeirin og vinnuligi geirin samstarva um miðvísa málsliga førleikamenning – føroyskum vinnulívi og marknaðaratgongd at gagni - umframt at víðka møguleikan fyri vitanartungum størvum, har málførleiki og serliga førleiki í fremmandamáli er partur?

Viðmerkingar:
Nú á døgum leita nøkur sær longur út um landoddarnar í mun til fyrr, tá tey skulu útbúgva seg. Harafturat lesa nakað fleiri í Føroyum nú, og er tað at fegnast um. Av tilsamans 2432 lesandi á hægri lestri í skúlaárinum 15/16 lósu uml. 40% í Føroyum, uml. 53 % í Danmark og uml. 7 % í øðrum londum. Talið fyri lesandi í øðrum londum er lækkað nakað í seinastuni, hóast ÚSUN stuðulsskipanin er sera góð.

Stutt kann sigast, at mynstrið er, at tey, sum lesa í øðrum londum, lesa á sera ymiskum støðum – og tað er nakað øðrvísi enn fyrr, og tí er upplagt, at hesi lesandi læra seg málið í landinum, har tey lesa. Hetta er serliga viðkomandi, um tey hava valt at útbúgva seg í londum, hvørs tungumál føroyingar sum heild hava lítlan og ongan kunnleika til.

Vinnan í Føroyum hevur uttan iva brúk fyri og fær størri gagn av, at fólk læra seg tungumál, so hesir førleikar kunnu vera við til at geva føroyskum fyritøkum atgongd til nýggjar marknaðir, umframt at menna og víðka marknaðaratgongdina í londum, har føroyskar vørur longu verða seldar.

Fyri føroyska samfelagið annars er tað heilt víst gagnligt, um vit fáa styrkt ein fjølbroyttan og dygdargóðan kunnleika til fremmandamál. Hetta er púra greitt eitt mál, sum kann ella eigur at verða stimbrað í samstarvi millum viðkomandi samfelagsgeirar.

Í Løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 6. mai 2016, verður eitt málsligt fyrirekingarskeið lýst í § 5, stk 1, pkt. 5.

§ 5. Ein útbúgving uttan fyri Føroyar er stuðulsheimilað, um hon, umframt treytirnar í § 4, er:

5)   málsligt fyrireikingarskeið til hægri útbúgving í ikki enskt talandi londum.

Landsstýrismanninum hevur sambært stk. 2 í somu lógargrein heimild at áseta nærri reglur um teir í lógini nevndu útbúgvingarbólkar, slag av lestrarstuðli, lestrarstuðulslongd v.m.

Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við kunngerð nr. 83 frá 16. august 2016, verður “málsligt fyrireikingarskeið” lýst nærri.

Tað er serliga grein 16, stk 3 í hesi kunngerð, sum møguliga kundi verið broytt soleiðis, at rúm var fyri førleikamennning eftir útbúgvingartíðina í einum landi, har føroyska samfelagið kann hava serlig áhugamál at fáa størri málkunnleika fyri fleiri. Dømi kunnu vera Kina, Russland, Japan ella onnur lond. Í staðin fyri  einans at at snúgva seg um fyrireikingarskeið áðrenn farið verður undir hægri lestur: “Um tann lesandi innan 15 mánaðir eftir, at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fer undir hægri lestur sbrt. § 10, stk. 1 á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini, sbr. stk. 2, umløgd til studning,

so kundi orðingin verið víðkað til eisini at fevna um djúpari og miðvísari førleikamenning eftir hægri lestur í hesum landinum – t.d. soleiðis: “Um tann lesandi innan 15 mánaðir eftir, at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fer undir hægri lestur, ella tann lesandi er farin undir málsligt fyrireikingarskeið í seinasta lagi 15 mánaðir eftir, at tann lesandi hevur lokið útbúgving í sama landi sbrt. § 10, stk. 1 á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðnum, verða lánini, sbr. stk. 2, umløgd til studning.

Orðingin “málslig fyrireikingarskeið” vildi í mun til slíka broyting verið misvísandi og kundi heldur verið nevnd “málslig førleikamenning” ella okkurt tílíkt, so orðingin passar til víðkaða endamálið.

Hetta er ein háttur at koma eitt sindur longur í mun til førleikamenning í fremmandamáli.

Spurningurin er, um almennu Føroyar kunnu gera eitt sindur meiri fyri at eggja til, at fólk læra seg mál, sum verða tosað í fjarskotnum pørtum í heiminum, tí at tað kann vera til gagns fyri føroyska samfelagið mentanarliga, útbúgvingarliga, vinnuliga og politiskt.

Tí verða hesir spurningar settir

 Á tingfundi 30. november 2016 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 22. februar svaraði landsstýrismaðurin í mentamálum, Rigmor Dam, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til 1: Í meðal nýta 3-4 lesandi skipanina árliga. Tað skúlaárið, tey vóru flest, var talan um 6 lesandi og tað eina skúlaárið var bara ein lesandi í skipanini.

Til 2: Nógv velja Spania, Frakland og Týskland, men harafturat hava lesandi verið á málskúlaskeiðum í Italia, Póllandi, Slovakia og Sveis (týskt). Uttan fyri Evropa hava lesandi verið á málskúlaskeiðum í Kina, Japan og Meksiko (spanskt).

Til 3: Løgtingslógin um lestrarstuðul er yvirskipað lóg um at lata lesandi stuðul til útbúgving. Endamálið við málsliga fyrireikingarskeiðum var og er at fáa føroysk lesandi at nema sær útbúgving í øðrum londum enn Norðurlondum og enskt talandi londum.

Til 4: Tað ber til at gera nakað við hetta, um politisk undirtøka er fyri hesum. T.d. kann kunngerðin um lestrarstuðul broytast soleiðis, at møguleiki er annaðhvørt ella bæði at taka málskeiðið áðrenn útbúgvingin byrjar, miðskeiðis ella beint eftir lokna útbúgving.

Nevnast kann eisini, at møguleiki er at søkja um stuðul til bæði livikostnað og skúlagjald til hægri lestur í fremmandamáli við heimild í lestrarstuðulslógini.

Til 5: Landsstýriskvinnan er ikki vitandi um samband við vinnuumhvørvið um førleikamenning í fremmandamáli.

Til 6: Tá ið talan er um neyðug málslig fyrireikingarskeið til lestur í øðrum landi, hevur útbúgvingargeirin skipanir at útvega stuðul til endamálið. Studni umsitur hesa skipan.

Um samstarv millum útbúgvingargeiran og vinnuliga geiran skal skipast um miðvísa málsliga førleikamenning í fremmandamáli, so má ætlan leggjast fyri hetta arbeiðið. Sum nevnt í svari til spurning 5, so er landsstýriskvinnan ikki vitandi um samband við vinnuumhvørvið um førleikamenning í fremmandamáli ella at stig eru tikin til at samstarva um økið. 

Málið avgreitt.