Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

19. Stuðul til vinnukavarar í víðari útbúgving

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Óluva Klettskarð
Svarari: Henrik Old
Spurningur:

Á tingfundi 19. januar 2017 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.      Hvussu verður kavaraskúling skipað í Føroyum í dag?

2.      Hvør er tørvurin á at menna kavaraskúling og kavaravinnuna, metir landsstýrismaðurin?

3.      Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um nakra skipan at førleikamenna føroysku kavaravinnuna, so tørvurin kann nøktast og trygdin framhaldandi vera í hásæti?

4.      Føroyar bjóða seg fram sum ein maritimur tænastudepil í Norðuratlantshavi. Í hvønn mun sær landsstýrismaðurin møguleikan, at kavaravinnan kann gerast partur av hesi ætlan?

Viðmerkingar:

Føroyski vinnukavaraskúlin er í dag tann norðasti í heiminum og hevur góðkenning at veita frálæru innan vinnukaving sambært kunngerð nr.103 frá 6. august 2009 um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving.

Síðani á várið 2010 hevur føroyski vinnukavaraskúlin arbeitt við at útbúgva føroyskar vinnukavarar eftir altjóða leisti. Hetta arbeiðið hevur gingið væl. Bæði vinnan sum heild og kavaraskúlin hava ment seg sera nógv, síðan lógin um kavaravinnu kom í 2007 og tilhoyrandi kunngerðir í 2009. Í dag arbeiða næmingar frá kavaraskúlanum innan alivinnuna, byggivinnuna, eftirlitsvinnuna, gransking o.s.fr. Eisini hava næmingar frá føroyska vinnukavaraskúlanum arbeitt  sum kavarar í øðrum londum, eitt nú í Grønlandi, Danmark og Noregi.

Føroyska vinnukavingin er nógv ment, og føroyska kavaravinnan kann mennast upp aftur meira. Sagt verður, at í dag eru munandi færri viðgerðir á Landssjúkrahúsinum í sambandi við kavara­sjúku, samanborið við, áðrenn skipaði kavaraskúlin byrjaði virksemi sítt.

Flestu næmingarnir útbúgva seg tíverri einans til SCUBA kavarar t.v.s. kavarar, ið hava luft við sær í trýstfløskum á rygginum. Hesir kavararnir hava loyvi at arbeiða við hondamboðum niður á 30 metra dýpi. Vinnan førir fram, at har ynskja tey fleiri, ið eisini hava útbúgving sum slangukavarar. Ein slangukavari hevur loyvi at arbeiða niður á 50 metra dýpi. Hesin kavarin kann fáa luftveiting úr landi ella øðrum staði omanfyri vatnskorpuna og kann arbeiða við amboðum, ið eisini fáa orku­veiting haðani, t.d. sveisa, skera, slípa, brenna, hátrýstspula o.a. Eisini verður ein slangukavara­næmingur undirvístur í at brúka ein trýsttanga bæði í sambandi við trýstlætting og viðgerð. Ein slangukavari hevur tí betri arbeiðsførleikar og fakkunnleika eftir at hava staðið prógv sítt, saman­borið við ein SCUBA kavara. Harvið hevur slangukavarin eisini góðar førleikar at skipa arbeiði sítt á ein so tryggan hátt sum gjørligt.

Tað hevur tíverri víst seg, at í fleiri førum hevur tørvurin hjá vinnuni yvirhálað arbeiðsførleikarnar hjá kavarunum, og tí kann hetta viðføra eina ávísa ótrygd, og kavarar kunnu tískil verða freistaðir at fara út um tað, ið teirra vinnubræv loyvir. 

Í Føroyum er ókeypis almenn útbúgvingarskipan. Fyri slangukavarar er kostnaðurin høgur. Ynskiligt er, at kostnaðurin fyri at útbúgva kavarar verður býttur millum næmingin og landið. Næmingarnir kundu rindað helmingin/triðingin sjálvir, og landið stuðlað við restini av skeiðs­kostnaðinum.

Samlaði kostnaðurin fyri at útbúgva ein slangukavara er áleið 95.000 kr. Samanborið við kostnaðin fyri aðrar útbúgvingar her heima, er hesin kostnaðurin lutfalsliga lágur. Um ein líknandi skipan varð gjørd her heima, so hevði hon hjálpt og eggjað teimum, ið longu hava gjørt eina stóra íløgu í at útbúgva seg til SCUBA kavara, at eftirútbúgva seg víðari til slangukavara. Umleið 10-15 kavarar kunnu eftirútbúgva seg um árið á Vinnukavaraskúlanum.

Ein slík skipan hevði styrkt førleikarnar og vitanarstøðið hjá starvsfólkunum á kavaraskúlanum, og samstundis kundu vit í nógv størri mun bjóðað okkum fram, so fremmandir kavar runt um í heiminum kundu komið heim á klettarnar at útbúgvið seg innan vinnukaving. Vit hava serliga og stórbæra náttúru at bjóða fram. Og hetta hevði eisini ment førleikastøðið hjá vinnuni, serliga í sambandi við stóra arbeiðið, ið er í gongd at bjóða Føroyar fram sum ein maritiman tænastudepil í Norðuratlantshavi.

Á tingfundi 7. februar 2017 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 2. mars 2017 svaraði Henrik Old, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Til spurning 1

Vinnuligt kavaravirksemi er skipað sambært løgtingslóg nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð og tilhoyrandi kunngerðum.

Útbúgving sum vinnukavari til eitt hvørt endamál, harundir vinnukavarahjálparfólk, kann verða fingin á kavaraskúla ella á kavaraskeiði, sum er góðkent av Próvtøkunevndini fyri kavaravinnu.

Próvtøkunevndin skipar fyri próvtøkunum, harundir kavararoyndum, og skrivar próvtøkuskjalið. Próvtøkunevndin kann til próvtøkur og kavararoyndir nýta próvdómara, sum ikki er limur í próvtøkunevndini. Próvtøkunevndin er eisini góðkenningarnevnd, sum skal góðkenna kavaraskúlar og kavaraskeið.


Innihaldið í frálæruni á føroyskum kavaraskúla er ásett í kunngerð nr. 103 frá 2009 um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving.

Fyri at fáa bræv sum vinnukavari, skal umsøkjarin prógva, at hann hevur neyðuga útbúgving, er fyltur 18 ár og hevur nøktandi heilsustøðu. Arbeiðseftirlitið útskrivar vinnukavarabræv.

Fyri at útskriva vinnukavarabrævið, rindar vinnukavarin gjald til Arbeiðseftirlitið sbrt. § 2 í kunngerð nr. 105 frá 6. august 2009 um gjøld fyri ymsar uppgávur í sambandi við vinnuliga kaving

Vinnukavarin rindar somuleiðis gjald fyri eftirlit sbrt. § 27, stk. 2 í kunngerð nr. 103 frá 6.  august 2009 við seinni broytingum, um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving.

Fyri luttøku á sjálvum kavaraskeiðinum, sum fer fram á kavaraskúla ella kavaraskeiði, rindar kavarin sjálvur.

Tað almenna ber ongan kostnað fyri eina kavaraútbúgving.

Til spurning 2

Kavaraskúling í Føroyum er á einum fakligum og altjóða høgum støði. Tað er metingin hjá landsstýrismanninum, at verandi lóggáva viðvíkjandi vinnukaving er nøktandi. Sambært Arbeiðseftirlitinum er talið á vinnukavarum, ið hava tørv á viðgerð í sambandi við kavarasjúku, fallið munandi, síðan verandi lóg kom í gildi. Hetta vísir, at verandi lóggáva í sambandi við vinnukaving hevur og hevur havt ein gagnligan virknað.

Samferðslumálaráðið og Arbeiðseftirlitið hava avtalað, at ein eftirmeting skal gerast av lóggávuni, sum nú hevur nøkur ár á baki, fyri at vita, um tørvur er á tillagingum, dagføringum ella líknandi. Eftirmetingin er klár seinni í vár.

Verandi lóggáva hevur heimild fyri góðkenning av fleiri ymiskum útbúgvingum enn teimum, sum eru góðkendar í verandi løtu. Hetta er tó altíð ein spurningur um, hvørt veitarin av útbúgvingini hevur neyðugan førleika og neyðuga útgerð.

Menning av kavaraskúling, t.d. at útbúgva slangukavarar, er ein spurningur um tørvin hjá vinnuni og kavaraskúlan, ið veitir útbúgvingina.

Til spurning 3

Vísandi til svarið til spurning nr. 2 hevur landsstýrismaðurin ikki ítøkiliga umrøtt spurningin um at fyriskipa førleikamenning av føroysku kavaravinnuni.

Landsstýrismaðurin hevur fingið bræv frá einum vinnukavaraskúla við uppskoti um at stuðla hesum skúla við atliti til at eftirútbúgva føroyskar vinnukavarar.

Uppskotið fevnir um, at vinnukavarar, umframt at útbúgva seg til SCUBA kavarar, tvs. kavarar, ið hava luft við sær í trýstfløskum á rygginum og kunnu fara niður á 30 metra dýpið, eisini kunnu taka útbúgving sum slangukavari, sum gevur loyvi at arbeiða niður á 50 metra dýpi.

Til spurning 4

Føroyar hava drúgva siðvenju sum siglandi tjóð. Í galdandi lóggávu um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving eru ongar forðingar fyri, at kavaravinnan kann mennast til ein týðandi part av einum slíkum tænastudepli. Í mun til galdandi lóggávur eru ónýttir møguleikar fyri, at enn fleir útbúgvingar kunnu setast á stovn í Føroyum. Dømi um hetta er útbúgving at kava við luftveiting frá landi, sonevnd “slangukaving”. Fyri at myndugleikin kann góðkenna slíka útbúgving er tó neyðugt, at møguligu útbúgvingarstøðini gera neyðugar íløgur í útgerð og vitan

Málið avgreitt