Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

22. Endurtøka av koyrikorti

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Ingolf S. Olsen
Svarari: Henrik Old
Spurningur:

 

1.     Á tingfundi 26. apríl 2017 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

  1. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at fólk, ið hava leita sær hjálp vegna ovurnýtslu av rúsdrekka, skulu revsast fyri tað í sambandi við tøku ella endurtøku av koyrikorti?
  2. Um ikki, hvat ætlar landsstýrismaðurin so at gera fyri at rætta henda órætt?

Viðmerkingar

Ad. 1. Læknaváttan krevst í sambandi við tøku og endurtøku av koyrikorti. Hevur persónur verið í viðgerð fyri ovurnýtslu av rúsdrekka og upplýsir hetta fyri læknanum í sambandi við gerð av læknaváttan, so er praksis, at viðkomandi ikki sleppur at taka ella endurtaka koyrikort uttan so, at hann fyrst kann skjalprógva edrúskap í seks mánaðir við regluliga at møta upp hjá kommunlækna ella alkoholviðgera. Lækni ella viðgeri skulu vátta uppmøting.

Hetta er at revsa fólk fyri sjálvboðin at leita sær hjálp fyri trupulleikar, ið óviðgjørdir kunnu vera til ampa fyri persónin sjálvan og/ella onnur. Eisini er talan um eitt eyðmýkjandi krav.

Tí ein persónur við alkoholtrupulleikum, sum hevur mist koyrikortið orsakað av rúsdrekkakoyring, sleppur uttan nakað hóvasták at endurtaka koyrikortið, tá frádømingartíðin er av, um viðkomandi bara ikki hevur roynt at gera nakað við trupulleikan, til dømis við at fara í viðgerð.  Tað sama er galdandi, um persónurin hevur verið í viðgerð, men heldur hesi upplýsing aftur fyri læknanum, sum skal skriva læknaváttanina.

At leita sær hjálp fyri rúsdrekkatrupulleikar og síðani siga satt um tað verður við øðrum orðum revsað, tá viðkomandi ætlar at taka koyrikort.

Ad. 2. Tað er § 21 í koyrikortkunngerðini, sum liggur til grund fyri galdandi praksis:

§ 21. Eru upplýsingar, sum vísa, at umsøkjarin er bundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evnir ella ikki er edrúiligur, kann koyrikort ikki verða latið.

Stk. 2. Verður koyrikort noktað, skal ákærumyndugleikin eftir umbøn leggja spurningin fyri rættin, sbrt. reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini.

Stk. 3. Ásetingarnar í § 20, stk. 2 og 4 verða nýttar samsvarandi.

Til ber at broyta hesa praksis. Í dag verður kravt reglulig uppmøting hjá kommunlækna ella rúsdrekkaviðgera í seks mánaðir sum skjalprógv fyri edrúskap eftir viðgerð fyri rúsdrekka­ovurnýtslu. At viðkomandi hevur verið í viðgerð er ikki skjalprógv um bundinskap – heldur tvørturímóti. Tað er tí margháttligt, at tøka av koyrikorti verður noktað við støði í § 21 í koyrikortskunngerðini, um umsøkjarin sjálvboðin hevur upplýst, at viðkomandi hevur verið í viðgerð fyri rúsdrekkatrupulleikar.

Á tingfundi 28. apríl varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 31. mai 2017 svaraði Henrik old, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til spurning 1

Í sambandi við tøku ella endurtøku av koyrikorti, ásetur ferðslulógin í § 18, stk. 5, at koyrikort kann verða sýtt einum, ið er bundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evni ella ikki kann sær hógv við rúsdrekka.

Sama regla er endurtikin í § 21, stk. 1 í koyrikortkunngerðini (K.nr. 112/2005) at um tað eru upplýsingar sum vísa, at umsøkjarin er bundin av at nýta dusandi ella onnur tilvitsávirkandi evnir ella ikki er edrúiligur, so kann koyrikort ikki verða latið.

Saman við umsókn um koyrikort, skal sbrt. § 3, stk. 4 í koyrikortkunngerðini vera ein læknaváttan, ið skal vera latin á oyðublaði, ið er góðkent av Sundhedsstyrelsen í Danmark.

Í læknaváttanini til koyrikort, skal læknin undir pkt. H 1. Alkoholmisbrug, svarað “ja” ella “nei” til spurningin um ovurnýtslu av rúsdrekka við hesi vegleiðing:

Besvares bekræftende, hvis lægen er vidende om, at undersøgte har eller har haft et afhængighedssyndrom (kronisk alkoholisme). Under “Supperende oplysninger” beskrives: Misbruget eller indtagelsens karakter, omfang og varighed, og i hvilken periode undersøgte evt. har været afholdende? I tvivlstilfælde kan der medsendes aktuel udtalelse fra speciallæge i psykiatri.

Sbrt. § 18, stk. 2 í koyrikortkunngerðini, eru heilsukrøvini, ið vera sett sum treyt fyri at fáa koyrikort, ásett í fylgiskjali 2.

Í fylgiskjali 2, litra H, Rúsdrekka, er í nr. 1 sum meginregla ásett, at nýtsla av rúsdrekka er ein týðandi váði fyri ferðslutrygdina. Orsakað av álvarsseminum við trupulleikanum, má tað frá lækna síðu verða víst størsta eftiransni.

Tá tað snýr seg um koyrikort til vanligan bil (flokkur 1) eru hesar ásetingar galdandi í sambandi við ovurnýtslu av rúsdrekka:

2) Koyrikort má hvørki vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum, sum eru bundnir av rúsdrekkanýtslu, ella sum ikki kunnu skilja í millum koyring við bili og nýtslu av rúsdrekka.

3) Hjá umsøkjarum ella førarum, sum hava verið tráir drykkjumenn (alkoholafhængighedssyndrom), kann koyrikort bert vera útgivið, endurnýggjað ella varðveitt eftir eitt tíðarbil, har tað er próvfast, at teir hava verið fráhaldandi, og eftir ummæli frá egnum lækna ella serlækna í sálarfrøði, við treyt um einsæris ásetta tíðarfreist.

Sbrt. Sundhedsstyrelsens vejledning om vurdering af helbredskrav til førere af motorkøretøjer, nr. 9584 frá 10. oktober 2013, sum sbrt. § 18, stk. 3 í koyrikortkortkunngerðini er galdandi í málum um útgávu, endurnýggjan og varðveitslu av koyrikorti, verður tráur drykkjumaður (kronisk alkoholiker) allýstur soleiðis í nr. 3.16:

“Kronisk alkoholiker” som anført i Cirkulære om kørekort er en person, der har et afhængighedsforhold, således at der foreligger et “afhængighedssyndrom” – iflg. ICD (International Classification of Diseases) en række adfærdsmæssige, kognitive og fysiologiske effekter, der udvikler sig efter gentagen brug af et stof eller et medikament, og som typisk omfatter et stærkt ønske om at indtage stoffet eller medikamentet, svækket kontrol over dets brug, vedvarende brug trods skadelige konsekvenser, højere prioritet for indtagelsen end for andre aktiviteter og forpligtelser, forøget tolerans og sommetider fysisk abstinenstilstand.

Sum vegleiðing til læknan, hevur Sundhedsstyrelsen sett hesar reglur:

Ved mistanke om at ansøger har et alkoholafhængighedsforhold, bør der i forbindelse med en ansøgning om kørekort foreligge entydige oplysinger om misbrugets omfang og varighed. Hvis misbruget har medført indlæggelse eller behandling, bør oplysninger fra patientjournal medsendes. I tvivlstilfælde er det nødvendigt med en udtalelse fra speciallæge i psykatri.

Víðari stendur um metingina hjá Sundhedsstyrelsen:

Ved alkoholafhængighedssyndrom anbefaler Sundhedsstyrelsen mindst 6 måneders dokumenteret alkoholabstinens (rúsdrekkafráhald). Dette kan ske ved kontrol under tidsmæssigt varierende fremmøde hos egen læge eller i et alkoholambulatorium.

Talan er um læknaligar metingar, sum taka støði í altjóða reglum, m.a. ES reglugerð 2006/126/EF frá 20. desember 2006 um koyrikort, sum er galdandi í øllum ES og EØS londum og sum eru settar í gildi í Føroyum eftir tilmæli frá Landslækanum, sum er ummælandi myndugleiki í heilsuspurningum, tá tað snýr seg um koyrikort.

Landsstýrismaðurin metir, at tað eisini hevur týdning fyri altjóða virðið og gildi á føroyska koyrikortinum uttanlands, at vit her á landi fylgja altjóða reglum, eisini tá tað snýr seg um heilsuligu krøvini um rúsdrekka, sum sett verða í sambandi við tøku ella endurtøku av koyrirættinum.

Spyrjarin spyr um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at fólk, ið hava leitað sær hjálp vegna ovurnýtslu av rúsdrekka, skulu revsast fyri tað í sambandi við tøku ella endurtøku av koyrikorti?

Soleiðis sum spurningurin er orðaður, sær tað út sum um, at her er talan um fólk, ið eru í einari støðu, sum ger at tey hava ein tørv her og nú at leita sær hjálp fyri ovurnýtslu av rúsdrekka, sum eftir øllum at døma hevur vart í eina tíð.

Tá soleiðis er, hevur myndugleikin, sum viðgerð málini, ikki annan møguleika, enn at fylgja leiðreglunum, sum eru nevndar omanfyri í svarinum. Talan er ikki um nakra revsing, men um sakliga og objektiva málsviðgerð, við vegleiðing frá hægstu, kompetentu myndugleikum innan heilsufakliga økið, sum koyrikortmyndugleikin vanliga velur at taka til eftirtektar í víðari viðgerðini.

Til spurning 2

Spurningurin er, um og hvat landsstýrismaðurin kann gera við heilsuligu krøvini við ovurnýtslu av rúsdrekka í sambandi við tøku og endurtøku av koyrikorti, vísandi til tað, sum er umrøtt omanfyri í spurningi 1.

Málið avgreitt.