Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

32. Samferðsluviðurskiftini í Sandoynna

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Gerhard Lognberg
Svarari: Jørgen Niclasen
Spurningur:

Á tingfundi 20.  januar 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum var soljóðandi:

1.      Hvat ætlar man at gera fyri at bøta um samferðsluviðurskiftini til Sandoynna?

2.      Hugsar landsstýrismaðurin um, hvat gerast kann við grótkastið norðuri í Bergi?

3.      Hevur landsstýrismaðurin verið í samband við Landsverk um møguleiki er at knekkað Boðagarðin úteftir, so grótkastið verður liggjandi?

 
Viðmerkingar

Sum støðan er í dag, eru nógvir trupulleikar, og fólk eru ótrygg við, at skipið siglur inn á Skopun, tá brim er.

Í summar varð grót tikið upp úr innsiglingini, sum var ein bati, men innsiglingin er ikki at kenna aftur, tí nú er ókyrt. Hvat orsøkin er til hetta, tað kundu landsstýris­maðurin og Landsverk møguliga tosað um.

Sum kunnugt er Skopun brimpláss, og er tað tí er ein vandi í sær sjálvum.

Í dag kann koma fyri, at steinar, sum viga eini 12 tons, koma í leysari luft inn um keiina, tað er ógvisligt at síggja, og ørkymlar hetta tey, sum sigla upp á Skopun.

Viðmerkjast skal eisini, at eitt portur er fyri Skopunar Havn, sum kommunan eigur, og hetta er slitið. Tá kommunan yvirtók portrið, visti hon ikki, at Sandoyar tunnilin ikki byrjaði í 2009.

  Á tingfundi 21. januar 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 10. apríl 2015 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til spurning 1

Besta loysn viðvíkjandi samferðsluviðurskiftunum er fasta sambandið til Sandoynna, sum er langtíðarloysnin, men góð samferðsluviðurskifti skulu sjálvandi eisini vera nú. Viðmerkingarnar til fyrispurningin eru um sjálva innsiglingina til Skopunar, men velji eg eisini at greiða frá Sandoyartunlinum.

Undirsjóvartunlar

P/F Eystur- og Sandoyartunlar, sum skal byggja og reka tunlarnar, varð stovnað í 2014. Ætlandi verður koyrandi gjøgnum báðar tunlarnar í 2021. Sambært langtíðaríløguætlanini setur landið  íalt 400 mió. kr. í felagið. Farið verður fyrst undir at gera Eysturoyartunnilin, og síðan Sandoyartunnilin. Fyrireikingarnar í sambandi við Sandoyartunnilin halda fram, og tá borað er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018.

Hetta er eitt stórt framstig fyri samferðsluviðurskiftini í Føroyum sum heild og fer eisini at merkja búskaparvøkstur og fólkavøkstur í Sandoynni.

Innsiglingin til Skopunar havn

Tá pirurin á Bergi í Skopun varð longdur fyrst í 90-árunum, varð eitt stórt grótkast lagt uttan fyri pirin, fyri at taka broddin av briminum og gera tað kyrrari í sjálvari innsiglingini  og pollinum innanfyri.

Fyri einum ári síðan var staðfest, at partur av grótkastinum hevði flutt seg frá útsíðuni á pirinum til pirendan, tvs. til sjálva innsiglingina. Peningur var játtaður til at beina burtur grót við innsiglingina til Skopunar havn soleiðis, at samferðsluhavnin eisini kundi brúkast í verri líkindum.

Tað brýtur ofta í innsiglingini, og tað er meira súgur í innaru havnini. Tað sæst aftur í reguluseminum, og at tørvur er á at brúka portrið til innaru havnina, fyri at Teistin kann liggja trygt í ringum veðri.

Grótkastið er minkað so við og við, og eru viðurskiftini í havnini og í innsiglingini versnað. Tupulleikin er, at tað eisini frameftir fer at koma meira grót í innsiglingina, og at tað eisini framhaldandi verður neyðugt at rudda økið.

Tað er neyðugt at finna eina varandi loysn á málinum. Hetta er ein kommunal uppgáva, men hevur landið søguliga sæð tikið sær av samferðsluhavnagerð í Skopun.

Til spurning 2 og 3

Tá grótkastið upprunaliga var lagt uttan fyri pirin, varð umhugsað at leingja pirin úteftir, sum møguliga kundi hildið grótinum betri upp á pláss og burtur frá siglingini. Eingin nærri lýsing er av hesi verkætlan, sum var slept.

Landsverk mælir til, at málið verður tikið upp av nýggjum, har kannað verður, hvør loysn er frægast. Ein møguleiki er at “knekka” boðaendan úteftir, men aðrir møguleikar skulu eisini kannast. Landsverk fer at umrøða málið við serfrøðingar og við Skopunar kommunu, við tí fyri eygað at finna bestu loysn.

Eg taki fult undir við hesum arbeiðssetningi og miði eftir einari loysn á innsiglingini til Skopunar, sum allir partar taka undir við.

Málið avgreitt.