Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

4. Tulking av samgonguskjalinum

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Jenis av Rana
Svarari: Kristina Háfoss
Spurningur:

Á tingfundi 7. oktober 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

Kann landsstýriskvinnan vátta, at niðanfyri endurgivnu brot úr samgonguskjalinum ikki, sum tað annars ljóðar, snúgva seg um, at samgongan hevur ætlanir um at áleggja búkaragjøld í almenna tænastugeiranum ella fremja privatiseringar av almennum virk­semi?

Viðmerkingar:

Nevndu brot úr samgonguskjalinum eru hesi:

”tað privata  skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri”
og
”skattagrundarlagið verður breiðkað, so trýstið á lønarinntøkuna minkar”.

Aftur og aftur hava politikarar, einamest ytst á høgraveinginum, og høgravendar stjórnir um allan heim roynt seg við álopum á samhaldsføstu skipanina. Fremst í hesum royndum hava brúkaragjøld, t.d. innan heilsutænastur og privatiseringar, t.d. innan reingerð á almennum stovnum, verið roynd. Kanningar eftir kanningar vísa tó, at tað, sum við byrjan varð hálovað sum sjálvsøgd nýskapan og sparing, skjótt gjørdist ein boomerangur, sum rakti sendaran, tað almenna og tey, sum tænasturnar brúka, meint. Men ikki eigur hetta at undra,  tí privatiseringar hava jú eittans endamál: at vinna privatum tann pening, sum annars verður brúkur at tæna tí einstaka borgaranum við.

Her heima hava fortalarar fyri privatisering og brúkaragjøldum eisini gjørt um seg, seinast í farnu samgongu, har tað tíbetur eydnaðist at steðga hesum royndum. Dømi eru m.a. um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum slepti ætlanunum um brúkaragjøld, og landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlanum sínum um privatisering av pørtum av strandferðsluni.

Væl vitandi, at tann eini samgonguflokkurin liggur langt til høgru og óivað er svangur eftir bæði privatiseringum og brúkaragjøldum, fái eg meg ikki at trúgva, at bulurin í samgonguni, sum væl dáma at nevna seg sosialar at vera, vilja lata hetta um seg ganga.

Hvussu hesar orðingar hava funnið sær veg inn í samgonguskjalið, kann undra, men gott og tryggjandi hevði verið at fingið staðfest, at hesir báðir flokkar ikki eru farnir av kós, og at ætlanirnar um privatisering og brúkaragjøld ikki skulu takast í álvara.

Á tingfundi 21. oktober 2015 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

 

Svar:

Á tingfundi 17. november 2015 svaraði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 Fyrra brotið úr samgonguskjalinum, sum Jenis av Rana sipar til, er soljóðandi:

”tað privata skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri”

Til tess at røkja sínar uppgávur hevur tað almenna tørv á nógvum ymiskum tænastum. Flestu tænasturnar framleiðir tað almenna sjálvt. Aðrar keypir tað almenna frá privatum, eitt nú innan reingerð, ráðgeving og kantinuvirksemi.

Um talan ikki er um grundleggjandi kjarnuvælferðartænastur, og tað vísir seg, at tað privata kann selja tí almenna hesa tænastu betri og bíligari enn tað, sum tað almenna sjálvt er ført fyri at veita, so skulu góðar grundgevingar til, fyri ikki at lata tað privata veita hesa tænastu fyri tað almenna.

Ein góð grundgeving kundi sjálvandi verið, at talan er um tænastur, sum ikki verða mettar hóskandi at lata tað privata standa fyri. Tí verður eisini í samgonguskjalinum gjørt vart við, at talan einans er um “ávís øki”. 

Seinna brotið úr samgonguskjalinum, sum Jenis av Rana sipar til, er soljóðandi:

”skattagrundarlagið verður breiðkað, so trýstið á lønarinntøkuna minkar”

Landstýrið ætlar at fremja eina skattaumlegging soleiðis, at skatturin á vanliga lønarinntøku verður lægri, og inntøkur landsins í staðin hækka frá øðrum inntøkukeldum.

Samgongan ynskir eitt nú at fremja eina skattaumlegging, har lønarskatturin á lág- og miðalinntøkurnar verður minni partur av skattainntøkunum, meðan aðrar inntøkur koma í staðin.


Eisini verður sett ein skattanevnd, ið skal endurskoða allar skatta- og avgjaldsskipanina í Føroyum. Endamálið er at fáa tilmæli um, hvussu vit best møguligt samanseta føroysku skatta- og avgjaldsskipanina soleiðis, at henda er til størst møguligt gagn fyri føroyingar - herundir tryggjar fíggjarliga haldførið hjá landi og kommum frameftir, og tryggjar, at føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið eru kappingarfør og fáa meira støðugar skatta- og avgjaldskarmar at virka innan frameftir.

 Málið avgreitt.