Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

14. Meirvirðisgjald

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Heðin Mortensen
Svarari: Kristina Háfoss
Spurningur:

Á tingfundi 2. mars 2016 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:


1.      Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv MVG landskassin hevur fingið frá kommununum seinastu 5 árini?

2.      Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt, at munur skal vera á tveimum almennum myndugleikum og tænastuveitarum – landi og kommunum – tá ræður um MVG-útreiðslur av lógarásettum uppgávum?

3.      Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt, at kommunur skulu gjalda MVG av rakstri og íløgum, sum kommunurnar sambært lóg hava fingið álagt at gera?

4.      Ætlar landsstýriskvinnan at broyta lógina soleiðis, at kommunur sleppa undan at rinda MVG til landskassan?

 
Viðmerkingar

Nakrar fortreytir:

·        Kommunur verða fyrst og fremst fíggjaðar av persónligum inntøkuskatti. – Landið hevur umframt inntøkuskatt hópin av øðrum inntøkukeldum, m.a. MVG.

·        Kommunur áseta sjálvar skattatrýstið undir ávísum reglum.

·        Kommunur standa fyri alsamt vaksandi parti av almenna búskapinum. Hetta er tí, at kommunur hava fingið fleiri uppgávur at røkja, sum hava við sær beinleiðis lógará­lagd­­ar íløgur (t.d. eldraøkið, skúlaøkið, spillvatnsskipanir v.m.), og tí kommunur meira og minni sjálvboðið taka á seg nýggjar tænastur (t.d. frítíðarskúlar og frítíðar­tilboð til allar aldursbólkar); og almannagagnligar útreiðslur (t.d. ítróttahallir, sum ítróttafeløg áður bygdu, gøtur millum býlingar v.m.).

·        Íløgutørvurin hjá kommunum er av tí sama nógv vaksandi.

·        Kommunur rinda 6,25% í MVG av vørum og tænastum, bæði í rakstri og íløgum.

·        Landið rindar 0%.

·        Kommunur og land eru at rokna sum tveir almennir myndugleikar og tænastuveitarar. Í útgangsstøðinum áttu teir at verið javnsettir í mongum lutum, men eru tað ikki í sambandi við MVG. Har ein kommuna t.d. byggir ein dagstovn, so skal hon rinda MVG av íløguni. Byggir landið serstovn, rindar landið einki MVG. Kommunan byggir skúla og vegir við MVG., meðan landið byggir skúla og veg uttan MVG. Munurin er, at kommunan rindar MVG til landið fyri at byggja.

·        Landið áleggur í fleiri førum kommunum at byggja, ger av hvussu byggjast skal og við hvørjum innihaldi (t.d. er neyvt ásett hvat innihald og støði skal vera á Ellis­heimum, sambýlum, læknaviðtaluhølum, skúlum v.m.). Landið tilskilar sær MVG-inntøkur frá lógarálagdu byggigini og kann við hesum stýra, hvussu nógv kommunur­nar skulu gjalda í landskassan.  

MVG av almannagangligum íløgum (ítrótti, mentan):

Áður hevði Mentamálaráðið vegna landið stuðulsskipan til íløgur at byggja ítróttaanlegg, kappróðrarneyst, ungdómshús v.m. – Hetta var vanliga gjørt soleiðis, at sjálvbodnir felags­kapir bygdu við triðingsstuðli frá ávikavist landinum og avvarðandi kommunu.

Í ítróttaálitinum, sum Mentamálaráðið læt gera í 2005, varð ásannað, at uppgávan hjá sjálv­bodnum felagsskapum at byggja ítróttahøll er ov stór, og at kommunur eiga at tryggja lokalu feløgunum nøktandi virkiskarmar. Harumframt varð víst á tørvin á sokallaðum landsítrótta­anleggum (eitt nú í sambandi við Oyggjaleikir), har landið eigur at taka á seg ein fíggjarligan leiklut.

Hvat er so hent síðan? Jú, stuðulsskipanin í Mentamálaráðnum varð tikin av, og í staðin kom ein tíðaravmarkað áseting  í MVG-lógina um, at “felagsskapir, stovnar og grunnar”, t.v.s. ikki kommunur, ið gera almannagagnligar íløgur í frítíðarvirksemi, kunnu fáa MVG afturborið av íløgum hægri enn 1 mió. kr.

Hendan skipanini hevur tó ikki loyst avbjóðingina - serliga í mun til ítróttaanlegg. Feløgini hava ikki førleikar og umstøður at taka á seg stórar byggiætlanir, tað er greið væntan um, at tað skal kommunan gera. Harumframt tekur landið als ikki fíggjarliga lut í bygging av størri annleggum, uttan tá talan er um lokalpolitisk atlit (høllin á Sandi, svimjihylurin í Vági, Saltsiloin á Drelnesi), meðan t.d. Tórsvøllur hevur verið ein stór inntøka hjá landskassanum.

Kommunur gera í dag flestu almannagagnligu íløgurnar, meðan landið fær MVG inntøkurnar afturfyri at skáka sær undan sínum skyldum.

MVG av lógarbundnum íløgum:

Hvørja ferð ein kommuna byggir ein dagstovn, ein skúla ella eitt røktarheim, leggur kloakkir v.m. so fellur eitt avgjald í landskassan. Spurningurin er, hvør meining er í, at landið áleggur kommununum at gera íløgur landsins vegna fyri skattaborgarans pengar, og so at gjalda landinum fyri tað.

Har tað fyrr vóru stuðulsskipanir til kommunur at byggja – t.d. røktarheim, sambýli, bóka­savn, skúla, musikkskúla, lestarbústaðir v.m., er í dag alt de facto vent við til, at kommunur rinda landsskassanum avgjald.

Á tingfundi 7. mars 2016 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 12. apríl 2015 svaraði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 1: Meirvirðisgjaldið er eitt avgjald á endaliga nýtslu av flest øllum vørum og tænastum. Meirvirðisgjald verður rindað av meirvirðinum (virðisøkingini) á eini vøru ella tænastu í øllum liðum av vinnuligari sølu av vørum og tænastum og við innflutning úr útlondum.

Meirvirðisgjaldið verður sostatt rindað av ikki-meirvirðisgjaldsskrásettum keyparum (brúkarum og ikki-skrásettum virkjum), herímillum landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar.

Kommunurnar fáa endurgoldið 75 % av MVG-útreiðslunum frá landinum. Landskassin hevur í tíðarskeiðnum 2011-2015 tí fingið hesar MVG-inntøkur frá kommununum:

 

Mió. kr.

2011

2012

2013

2014

2015

MVG inntøkur frá kommununum*

163,8

162,6

164,1

157,8

168,4

MVG endurgjald til kommunur 75 %

122,9

122,0

123,1

118,3

126,3

Tilsamans netto*

41,0

40,7

41,0

39,4

42,1

* Talan er um upprokning av MVG endurgjaldinum.

Svar 2: Um hugt verður eftir støðuni hjá kommunum og landi í mun til meirvirðisgjald og onnur avgjøld sæst, at bæði kommunalir stovnar og landsstovnar innan og eftir, at meirvirðisgjaldslógin kom í gildi, hava rindað avgjøld.

At flestu av hesum avgjøldum endað í landskassanum er vegna avgerðir hjá Løgtinginum gjøgnum tíðirnar um inntøkubýti millum land og kommunur.

Munur er tískil ikki á landi og kommunum tá tað kemur til MVG-útreiðslur, hvørki fyri lógarásettar uppgávur ella ikki lógarásettar uppgávur.

Minnast skal hartil til, at tá Meirvirðisgjaldslógin kom í gildi, vórðu flestu innflutningsgjøldini antin avtikin ella lækkaði samsvarandi álagda meirvirðisgjaldinum.

Orsøkin til, at endurgjald til kommunur kom upp á tal, var fyri at tryggja kappingina við privatar tænastuveitarar, soleiðis at tað ikki vegna meirvirðisgjald skuldi loysa seg betur hjá kommunum at seta egin fólk í starv enn at keypa privatar tænastuveitingar.

Tískil varð ásett, í § 3, stk. 2, í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 161 frá 24. desember 2015, at “Í samráð við skatta- og avgjaldskærunevndina, avger landsstýrið, í hvønn mun vinnurekandi virki og feløg skulu rinda avgjald av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum, tá tær bert verða framleiddar ella gjørdar til egna nýtslu hjá virkinum ella felagnum, og í hvønn mun kommunur og serstøk lutaíbúðafeløg, sbr. kap. 3 í løgtingslóg um lutaíbúðafeløg kunnu fáa endurgoldið avgjald sambært hesi lóg av vørum og avgjaldsskyldugum tænastum.”

Í viðgerðini hjá landsstýrinum var komið til, at 75% endurgjald var hóskandi til tess at røkka hesum endamálið. Til upplýsingar kann nevnast, at tað í 1993 varð mett, at endurgjaldið frá landinum til kommunurnar fór at verða 10,5 mió. kr. Til sammetingar var upphæddin í 2015 heilar 126,3 mió. kr.

Talan hevur sostatt ongantíð verið um, at kommunur skuldu frítakast fyri at rinda meirvirðisgjald, men heldur talan verið um, at tryggja kappingarstøðuna hjá privatum tænastuveitarum.

Hetta var eisini orsøkin til, at landið í 2000 gjørdi tøkniliga umlegging av meirvirðisgjaldinum hjá landsstovnum, soleiðis at goldna meirvirðisgjaldið verður lyft av og savnað sum ein felagsútreiðsla undir inntøkum landsins. Umleggingin hevði við sær, at hóast landsstovnarnir gjalda inngangandi meirvirðisgjald, ávirkar hetta hvørki játtan ella nýtslu, sum tøkniliga eru sett upp uttan meirvirðisgjald.

Tað er einki sum forðar fyri, at kommunur velja eina líknandi tøkniliga umlegging av meirvirðisgjaldinum.

Svar 3: Landsstýriskvinnan metir, at endamálið má vera at tryggja, at inntøkubýtið millum land og kommunur er samsvarandi uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur.

Hetta er serstakliga viðkomandi, nú nógvar uppgávur eru fluttar millum land og kommunur, og sum eisini hava ávirka vavið av meirvirðisgjaldskyldugum keypi av vørum og tænastum hjá landi og kommunum.

Eisini heldur landsstýriskvinnan, at skatta- og avgjaldsskipanin eigur at vera so einføld og gjøgnumskygd sum møguligt, og metir landsstýriskvinnan tí samanumtikið, at tað er óheppið við endurgjaldi á 75% til kommunurnar. Hetta átti heldur verið 100% ella 0%.

Í sambandi við stóra skattalættan, sum landið hevur latið til lág- og miðallønt frá 1. januar ár, var upprunaliga ætlanin, at kommunurnar skuldi vera partur av hesum skattalætta. Landið bjóðaði sær tó til, at lata kommunum nýggjar inntøkur samsvarandi kostnaðinum av teirra parti av skattalættanum. Samstundis kundi høvið nýtast til, at gera skipanina meira einfalda og gjøgnumskygda. Ein partur av fíggingini til kommunurnar skuldi tí vera, at hækka MVG afturberingina frá landi til kommunur úr 75% í 100%.  Hetta varð sum kunnugt av ongum, tí kommunurnar ynsktu ikki henda fíggingarleist hóast alt.

Svar 4: Sambært galdandi lóggávu verður endurgjaldið til kommunur ásett í kunngerð. Í galdandi kunngerð, sum er  Kunngerð nr. 110 frá 31. august 2009 um meirvirðisgjald hjá kommunum v.m., er í § 2 ásett, at “Meirvirðisgjald verður afturgoldið til kommunur og kommunal virkir og stovnar og serstøk lutaíbúðafeløg við 75% av inngangandi meirvirðisgjaldi teirra.”

Sum omanfyri nevnt heldur landsstýriskvinnan tað vera óheppið við endurgjaldi á 75% til kommunurnar, og at hetta heldur skuldi verið 100% ella 0%. Talan er tó um eina broyting, ið ávirkar bæði inntøkur hjá landi og hjá kommunum munandi, og má tí takast upp í eini størri heild.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum mælir til, at hetta verður partur av eini endurnýggjaðari skatta- og avgjaldsskipan, ið m.a. skal tryggja landi og kommunum eitt fíggjarliga haldført inntøkugrundarlag, skapa eina meira einfalda og gjøgnumskygda skatta- og avgjaldsskipan, og tryggja at Føroyar vera kappingarførar, tá umræður at fáa fólk og vinnu at velja Føroyar sum tað landið, ið tey vilja liva og virka í. Hetta verður tí eisini partur av arbeiðssetninginum hjá Skattanevndini, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer at seta í vár.

Málið avgreitt.