Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

2. Donsk CPR-nummar til allar føroyingar

« Aftur

 

Spyrjari: Bárður S. Nielsen
Svarari: Ríkisumboðið í Føroyum
Spurningur:

Á tingfundi 10. september 2018 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.     Eru tað nakrar tøkniligar og/ ella løgfrøðiligar forðingar fyri, at føroyingar, frá føðing, fáa eitt danskt CPR-nummar afturat tí føroyska p-talinum?

 

Viðmerkingar

Frá tí føroyska sjúkrahúsverkinum eru vit vitandi um, at donsku sjúkrahússkipanirnar, sum vit eru knýtt at, brúka donsk CPR-nummur. Hetta hevur við sær trupulleikar í mun til upplýsingar og viðgerð av føroyskum sjúklingum á donskum sjúkrahúsum.

 

Tá føroyska sjúkrahúsverkið hevur eitt sera umfatandi samstarv við donsk sjúkrahús, er hetta ikki nøktandi og skapar ein ótryggleika. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Svar: