Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

7. Byrgingin um Haraldssund

« Aftur

 

Spyrjari: Óluva Klettskarð
Svarari: Aksel V Johannesen
Spurningur:

Á tingfundi 15. november 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1. Landsverk hevði ætlanir um at gera arbeiðið við byrgingini um Haraldssund liðugt, tá byrgingin var gjørd miðskeiðis í áttatiárunum. Hvussu síggja hesar upprunaligu ætlanir út?

2.     Eru hesar framvegis tíðarhóskandi, ella hevur Landsverk aðrar ætlanir í dag?

3.     Farið verður undir at gera nýggjar tunlar norður um Fjall um eini tvey ár. Heldur løgmaður, at tað hevði verið skilagott at tongt arbeiðið saman við byrgingini um Haraldssund og fingið fyrimunir av hesum?

4.     Er hetta ikki ein eyðsýndur møguleiki, hvaðani metir løgmaður so, at skilabest hevði verið at fingið grót og fingið framt verkætlanina?

 

 

Viðmerkingar
Byrgingin um Haraldssund er ongantíð gjørd liðug, tíverri,  og nú er ein mansaldur farin við hesi fyribilsloysnini.
Í 2008 fekk Landsverk játtan til at gera eina ætlan fyri liðugtgerð av byrgingini, og onkuntíð hevur verið sagt, at arbeiðið er klárt at bjóða út. Kostnaðarmetingin var einaferð mett til einar 30 mió. kr., og í dag er hesin prísur kanska hægri.
Landsverk hevur í Samferðsluætlanini 2012-2024 mælt til, at verkætlanin verður gjørd beinanveg. Sum eg havi skilt tað, hevur ætlanin altíð verið at endurnýta grótið í verandi byrging, so langt til ber, tí er nýggja byrgingin løgd, sum hon er. Harafturat er neyðugt at fáa meira grót til vegar til at gera alla verkætlanina.

 

Byrgingin er dagførd nakað við tíðini, soleiðis sum trygdin hevur kravt tað. Máað hevur verið burtur av, og lagt hevur verið afturat, hækkað og gyrt er fram við vegabreytini. Men hon er hvørki tíðarhóskandi ella lýkur dagsins krøv til eina slíka farleið. Hon krevur helst at verða umbygd nakað, hóast verandi verklag verður partur av endaligu loysnini
Í ringum veðri liggur byrgingini sera lágt, og hetta er ferðsluni til stóran ampa, og ofta er ikki koyrandi fyri sjóroki.
Ongar gongu- ella súkklubreytir eru á byrgingini, og bilverjan er grót, lagt fyribils.

 

Allarbesta loysnin fyri land og fólk varð, um vit fingu eina grøna loysn, so streymurin í sundinum kundi framleitt orku. Men ætlanir um at fáa grøna orku úr sundinum tykjast ikki at hava áhuga í millum myndugleikar, tó at vit hava kanska heimsins størsta alibrúk á landi so tætt at byrgingini, sum til ber. Staðfest er frá landsstýrismanninum í umhvørvismálum, at tað ikki er skilagott hjá almenna myndugleikanum SEV at fara undir at fáa orku úr Haraldssundi. Og at bíða eftir teimum líkindunum tykist mær alt ov leingi.

 

Við tunlunum norður um Fjall fer stór og kostnaðarmikil verkætlan av bakkastokki. Nógv grót skal flytast og finna aðra legu, og tað átti at verið ein heppin samanrenning, um grót og flutningsútgerð arbeiddu við fyrimuni, so byrgingin kundi verið framd um somu leið.

Á tingfundi 20. november 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar: