Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

10. Føroyar sum royndarland fyri 5G net

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Helgi Abrahamsen
Svarari: Poul Michelsen
Spurningur:

Á tingfundi 26. februar 2019 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.     Hava feløg, ið bjóða út samskiftistænastur í Føroyum, fingið loyvi at taka 5G tøknina í nýtslu?

2.     Hvat veit landsstýrið um heilsuligar og aðrar vandar við nýtslu av 5G?

3.     Um kanningar eru gjørdar av hesum, hvat kann landsstýrismaðurin so siga um úrslitini av teimum kanningunum?

4.     Verða treytir settar við, hvussu nær ein 5G mastur kann standa við til dømis íbúðarøki, barnagarðar og skúlar?

5.     Verða loyvi givin at nýta 5G í Føroyum, uttan at vit fyrst til fulnar kenna avleiðingarnar av at nýta hesa tøknina?

 

Viðmerkingar:

Vit liva í eini tíð, har heimurin verður alsamt meira elektroniskur. Alt skal ganga skjótari, og alt skal í mest møguligan mun vera tráðleyst. Men nógvar meiningar eru um, hvørjar langtíðaravleiðingarnar kunnu vera av hesum.

 

Nýggjasta lopi í elektronisku menningini innan samskifti er 5G netið, har ætlanir eru um, at Føroyar skulu vera royndarland. Tað sigst um 5G netið, at tað hevur munandi hægri frekvens, enn 4G hevur, og søgur hava verið frammi um, at djór í øðrum londum, ið hava verið tætt við 5G mastrar, hava havt løgnan atburð, tá netið hevur verið royndarkort.

 

Onkur vil vera við, at hesar strálurnar kunnu samanberast við tær, sum eru í einum mikrobylgjuovni, meðan onnur siga, at strálurnar eru als ikki so vandamiklar.

 

Fyri okkum, sum ikki kenna rætta svarið, kann tað tykjast løgið, at loyvi verður givið at taka skipanir í brúk, sum so ymiskar meiningar eru um. Eg loyvi mær tí at ganga út frá, at myndugleikin, sum gevur slík loyvi, veit okkurt, sum vit onnur ikki vita.

 

Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, um landsstýrið kennir til avleiðingarnar av 5G netinum, ella um loyvi verða givin til at senda hesar bylgjur út um landið, uttan at landsstýrið kann tryggja, at tað ikki fær avleiðingar á heilsuna hjá fólki og djórum.

 

Tá talan er um heilsuna, átti tað at verið so, at allur ivi kom teimum til góða, sum møguliga verða rakt.

Á tingfundi 28. februar 2019 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 20. mars 2019 svaraði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, fyrispurninginum soleiðis:

Til 1)

Føroya Tele hevur søkt um at fáa eitt royndarloyvi at seta upp 5G-tøkni. Umsóknin er framvegis til viðgerðar hjá Fjarskiftiseftirlitinum, sum er avvarðandi myndugleiki. Tað er trupult at siga, nær endalig støða verður tikin til umsóknina. Fjarskiftiseftirlitið roknar við, at tað fer at taka nakrar mánaðir at viðgera umsóknina, tí viðkomandi partar skulu hoyrast, og tað ber ikki til at siga, hvat kemur fram undir einari slíkari hoyring.

Í umsóknini verður biðið um loyvi til at brúka 200 MHz á 3,5 GHz-bandinum til 5G. Hetta er sama frekvensband, sum varð brúkt til WiMAX-breiðbandsnet í Føroyum frá 2005 til 2016. Í hesum ítøkiliga førinum er talan sostatt ikki um sterkari frekvensir ella nýggj frekvensøki enn tað, sum fyrr hevur verið tillutað í Føroyum.

 

Til 2)

Granskingin á økinum stuðlar ikki uppundir, at radiosignalir hava skaðilig heilsuárin, tá markvirðini verða hildin. Við støði í granskingini er tí ikki orsøk at halda, at radiosignalir ávirka heilsustøðuna hjá fólki, tí gransking hevur ikki kunnað víst, at samband er millum radiofrekvensir og krabbamein ella onnur skaðilig heilsuárin.

Tað er við støði í fjølbroyttum vísindaligum kanningum, at heilsumyndugleikar eru komnir til ta niðurstøðu, at eingin vísindalig vissa er fyri, at geisling frá tráðleysari tøkni er skaðilig fyri heilsuna. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu her í Føroyum hevur áhaldandi viðgjørt granskingina á økinum, og tey ávara ikki um skaðilig heilsuárin. Heilsustýrini í grannalondunum siga tað sama.

Heimsheilsustovnurin WHO kann við støði í granskingini heldur ikki vísa á, at geisling er skaðilig. Mælt verður kortini til, at tað verður granskað meira í hesum. Eitt ráð, sum WHO hevur sett, nevnt ICNIRP, hevur tikið nøkur fyrivarni og mælir til hámarksvirði. Føroya Tele og aðrir televeitarar í okkara grannalondum lúka hesi hámarksvirði.

Í Føroyum og aðrastaðni stúra fólk fyri avleiðingunum, sum kunnu standast av radiofrekvensum, nú ætlanin er at seta 5G-tøknina upp. Líknandi mótmæli hava eisini verið aðrastaðni, tá 3G-netið og 4G-netið vórðu sett upp. Av tí, at somu frekvensir eru brúktir í meira enn 25 ár, og ongar vísindaligar ábendingar eru um, at tað hevur skaðiliga ávirkan á heilsustøðuna hjá fólki, verður tað sum útgangsstøði ikki mett neyðugt at steðga hesum radiosignalum.

Til 3)

Sí svar til spurning 2.

Til 4)

Føroya Tele skal hava byggiloyvi frá avvarðandi myndugleika, áðrenn ein sendistøð verður sett upp. Avvarðandi myndugleiki er kommunan. Í sambandi við viðgerðina verður millum annað mett, um sendistøðin kann skemma umhvørvið ella ávirka grannarnar. Umsóknin kann eisini sendast til grannahoyring.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið skilir, at tað kemur javnan fyri, at kommunurnar nokta at seta sendistøðina upp júst har, sum søkt verður um, men víst verður heldur til onnur støð.

Føroya Tele hevur upplýst fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, at 5G-sendistøðirnar verða í flestu førum tær somu, sum verða brúktar til verandi farnet.

 

Til 5)

Bæði WHO og heilsumyndugleikar her og í grannalondunum meta illgrunan um skaðilig heilsuárin frá geisling vera so veikan, at tað ikki er neyðugt at brúka fyrivarnisregluna fyri at steðga tøkniligu menningini í hesum føri. Her skal eisini gerast vart við, at Føroya Tele biður í hesum føri ikki um loyvi at nýta sterkari frekvensir ella nýggj frekvensøki.

Alt bendir á, at altjóða umrøðan av geisling ger, at tað verður skundað undir granskingina á økinum. Landsstýrið fer sjálvandi framhaldandi at fylgja teimum kanningarúrslitunum.

Málið avgreitt