Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

1. Útisiglarar og inngjald til Heilsutrygd

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Johan Dahl
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen
Spurningur:

Á tingfundi 22. januar 2020 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.     Hvørjar politiskar og løgfrøðiligar grundgevingar hevur landsstýrismaðurin fyri at krevja inngjald til Heilsutrygd frá útisiglarum, umframt at teir eisini skulu gjalda til Folketrygd í Norra?

2.     Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at sleppa útisiglarum undan inngjaldi til Heilsutrygd, tá teir eisini gjalda til Folketrygd í Norra. Verður t.d. arbeitt við at leggja málið fyri rættin til viðgerðar og støðutakan og/ella at broyta heilsutrygdarlógina?

3.     Hvussu nógvir útisiglarar gjalda inn til Heilsutrygd, árliga og býtt upp á slag av útisiglarum?

4.     Hvussu stóra upphædd gjalda útisiglarar inn til Heilsutrygd, árliga og býtt upp á slag av útisiglarum?

 

Viðmerkingar

Føroyingar í starvi uttanlands ella føroyskir útisiglarar í t.d. Norra verða av TAKS kravdir heilsutrygdargjald av B-inntøku. Talan er um føroyingar, sum eru búsitandi í Føroyum og arbeiða uttanlands.

Málið snýr seg í høvuðsheitum um, at Heilsutrygd ikki avgreiðir fleiri avgerðir frá Kærustovninum um frítøku fyri heilsugjald fyri tað tíðarskeiðið, sum goldið hevur verið til Folketrygden i Norra. Sum grundarlag fyri kravinum um frítøku verður víst til Norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd og § 55 í Stýrisskipanarlógini, sum viðger spurningin um gildi av eini løgtingslóg, um lógin gongur ímóti millumtjóðasáttmála, sum er galdandi fyri Føroyar.

Sambært § 55 í Stýrisskipanarlógini hevur løgtingslóg ikki gildi, um henda gongur ímóti millumtjóðasáttmála, sum Føroyar eru fevndar av. (Tí hava útisiglarar eisini søkt um frítøku fyri inngjald til eftirløn vísandi til § 1, stk. 9 í eftirlønarlógini vegna inngjald til Folketrygd og PFA. Undantøk verða ikki givin fyri Folketrygd, men DIS’arar, ið rinda til PFA, sleppa undan eftir galdandi reglum).

Málið snýr seg eisini um rættartrygd hjá hesum bólkinum av útisiglarum. Málið hevur verið til viðgerðar í Kærunevndini í almanna-, familju-  og heilsumálum í 2019, og nevndin sigur í øllum fýra avgerðum í 2019 m.a., at ... “tá ósamsvar er millum løgtingslóg og millumtjóða sáttmála, sum heimastýrið hevur gjørt, ásetir § 55 í Stýrisskipanarlógini, at viðkomandi løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, ikki hevur gildi. Hetta merkir, at ikki ber til at handhevja løgtingslóg, sum er í ósamsvari við altjóða sáttmála, ið heimastýrið hevur gjørt við onnur lond, ella sum Danmark hevur gjørt og sum eisini fevnir um Føroyar. Hetta merkir, at um kærarin hevur siglt við skipum, sum eru undir norskum flaggi, og reiðaríið hevur heimstað í Noregi, fellur gjaldsskyldan, sum er áløgd kærara sambært heilsutrygdarlógini § 24, stk. 1 burtur, vísandi til art. 11, stk. 4 í sáttmálanum (fyriskipan 883/2004).”

Í einari av avgerðunum hevur Kærunevndin broytt avgerðina hjá Heilsutrygd um frítøku, meðan í hinum trimum hevur Heilsutrygd fingið boð um at greiða ein ivaspurning við at spyrja kæraran og síðan avgera sambært niðurstøðuni hjá Kærunevndini. Hóast 6-7 mánaðir eru gingnir, hevur tó ongin kærari hoyrt frá Heilsutrygd.

Málið er eisini kært til Løgtingins umboðsmann, LUM (Álit 17. juli 2019). Upplýsast kann, at viðgerðartíðin hjá LUM er ofta drúgv, tí at tað dregur út hjá Heilsutrygd at svara, tá kærur verða sendar til LUM og biðið verður um viðmerkingar/hoyringarsvar frá Heilsutrygd.

Henda ógreiða støða fyri føroyingar í starvi uttanlands er ikki nøktandi við langari viðgerðartíð og vantandi avgerð frá myndugleikunum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.


Á tingfundi 23. januar 2020 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

 

Svar:

Á tingfundi 19. februar 2020 svaraði landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyrispurninginum soleiðis:


Til spurning 1

Løgfrøðiliga má Heilsutrygd, sum almennur stovnur, halda seg til galdandi lóggávu í Føroyum. Í hesum máli hevur Heilsutrygd hildið seg til ásetingina í § 24, stk. 1 í heilsutrygdarlógini, ið ásetur at øll, sum hava fylt 18 ár og sum eru fevnd av lógini, skulu gjalda heilsutrygdargjald. Í juni 2019 tók Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum avgerð um at broyta avgerðina hjá Heilsutrygd, soleiðis at gjaldsskyldan, sum er áløgd kæraranum sambært heilsutrygdarlógini, fellur burtur. Hetta vísandi til “Nordisk konvention om social sikring”. Heilsutrygd hevur nú møguleikan antin at fylgja kærunevndaravgerðini ella at fara í rættin við málinum.

Til spurningin um politiskar grundgevingar kann leggjast afturat, at sambært § 154b í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógini), kann ein persónur, ið er fevndur av “Nordisk konvention om social sikring”, og sum eisini hevur inntøku í Føroyum, fáa kreditt í føroyska skattinum fyri gjaldið til t.d. Folketrygd í Noreg ella aðrar sosialar veitingar, sum koma undir “Norðurlendsku konventiónina um sosiala trygd”. Gjaldið til t.d. Folketrygd telur sostatt við í Føroyum, sum um talan var um inntøkuskatt, goldin í Noreg.

Hetta merkir, at um nevndu persónar ikki skulu rinda til Heilsutrygd, samstundis sum teir fáa kreditt í skattinum fyri gjaldið í Noreg, so er úrslitið í veruleikanum, at onki verður goldið, tá samanum kemur, samstundis sum persónarnir hava rætt til at móttaka veitingar frá Heilsutrygd.

 

Til spurning 2

Síðani nýggjastu avgerðirnar hjá Kærunevndini í almanna- familju- og heilsumálum, hevur Heilsutrygd gjørt av at royna málið í rættinum, so rætturin kann avgera, hvat er rætt og skeivt í hesum máli. Vónandi skapar hetta rættarmál greidleika viðvíkjandi verandi støðu. Um Heilsutrygd ikki fær viðhald í rættinum, má eg taka støðu til, hvørt neyðugt er at broyta heilsutrygdarlógina, soleiðis at hon samsvarar við “Nordisk konvention om social sikring”.

 

Til spurning 3

Tað er TAKS, sum krevur heilsutrygdargjald inn fyri Heilsutrygd. TAKS upplýsir, at tey hava niðanfyristandandi hagtøl fyri 2018:

Inntøka frá útisiglarum (fiskiskip eru ikki íroknað):

DIS (Dansk Internationalt Skibsregister): 333 persónar hava forvunnið 131.649.968 kr.

Inntøka við Brunnbátum:

Noreg: 56 persónar forvunnið 28.758.228 kr.

Danmark: 17 persónar forvunnið 8.433.417 kr.

Onnur lond: 8 persónar forvunnið 3.201.094 kr.

Inntøka við farma- og veitingarskipum (gr. 25b):

Noreg: 257 persónar forvunnið 138.652.985 kr.

Danmark: 46 persónar forvunnið 19.617.292 kr.

Onnur lond: 69 persónar forvunnið 36.222.421 kr.

Viðmerkjast skal, at tað kann koma fyri, at sami persónur kemur fyri í meira enn einum av omanfyrinevndu tølum.

Viðmerkjast skal eisini, at ”Nordisk konvention om social sikring” bert er galdandi millum Norðanlond. Sáttmálin er ikki galdandi í Ríkisfelagsskapinum, t.v.s. ímillum Føroyar, Danmark og Grønland. Í mun til spurningin um heilsutrygdargjald og ”Nordisk konvention om social sikring”, mugu omanfyristandandi hagtøl um Danmark og DIS tí trekkjast frá.

 

Til spurning 4

TAKS hevur ikki víst á, hvussu nógv heilsutrygdargjald hesir borgarar rinda. TAKS vísir eisini á, at tað kann koma fyri, at sami persónur kemur fyri í meira enn einum av omanfyri nevndu tølum.

Sum nevnt omanfyri, er “Nordisk konvention om social sikring” bert galdandi millum Norðanlond. Sáttmálin er ikki galdandi í Ríkisfelagsskapinum, t.v.s. ímillum Føroyar, Danmark og Grønland. Hetta hevur við sær, at ein møgulig frítøka fyri heilsutrygdargjaldi, stuðlað á Norðurlendska sáttmálan, ikki hevur ávirkan á heilsutrygdargjaldið frá DIS-inntøkum og inntøkum hjá føroyingum í Danmark annars.

Í talvuni niðanfyri hevur Heilsutrygd tó sett upp, hvussu stórt heilsutrygdargjaldið er við hesum fortreytum:

·       Eingin borgari gongur aftur í tølunum

·       Allir hesir borgarar skulu rinda heilsutrygdargjald fyri alt árið, t.v.s. eisini tað fasta mánaðargjaldið av hesari inntøkuni

 

Talvan er tillagað, soleiðis at tal av borgarum, inntøka og heilsutrygdargjald frá DIS-arum og teimum sum arbeiða í Danmark, eru tikin burturúr samlaðu tølunum.

Talvan sæst her