Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

2. Viðvíkjandi viðurskiftunum í Mjørkadali

« Aftur

 

Spyrjari: Sirið Stenberg
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Spurningur:

Á tingfundi 6. februar 2020 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.     Er nakað samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar um at bøta um viðurskiftini í Mjørkadali?

2.     Hvørji átøk metir løgmaður verða neyðug at seta í verk fyri at tryggja betri umstøður fyri fólk sum sita dóm, so tey t.d ikki vera óneyðuga frælsisskerd?

3.     Hvørjar ætlanir eru um at fáa hetta týdningarmikla økið undir føroyskt málsræði?

 

 

Viðmerkingar:

Fyri jól viðgjørdi Løgtingið nýggja rættargangslóg. Í tí sambandi kom púra greitt fram, at viðurskiftini í Mjørkadali ikki eru nøktandi.

 

Mjørkadalur er hvørki bygt til at vera ein arrest ella fongsul, men Mjørkadalur hýsir bæði arrestini og virkar sum fongsul, hóast tað galda ymiskar reglur fyri varðhaldsfongslaði og tey, sum sita dóm.

 

Víst er á av fleiri pørtum, at karmarnir í Mjørkadali eru beinleiðis atvoldin til, at fleiri avbyrgingar eru enn neyðugt, og at tað meira enn so kemur fyri, at fólk vera avmarkað óneyðuga nógv orsakað av fysisku kørmunum. Tað er kent, at avbyrging hevur skaðiliga ávirkan, eisini hóast talan er um styttri tíðarskeið. Tí er tað alt annað enn nøktandi, at fleiri avbyrgingar enn neyðugt eru, orsakað av umstøðunum í Mjørkadali. Hetta eigur als ikki at verða góðtikið.

 

Hølisviðurskiftini hava eisini tað við sær, at fólk, sum sita dóm í Føroyum, í fleiri førum verða bæði meira og óneyðuga frælsisskerd enn ásett í dóminum. Hetta snýr seg um so ymisk viðurskifti sum onga atgongd til alnótina til avbyrging. Tørvurin á betri fysiskum kørmum er tí eyðsýndur.

 

Í nøkrum førum fara fólk til Danmarkar at sita partvís av somu orsøk. Tá kann dómurin gerast nógv harðari enn tilætlað. Tað er ongin ivi um, at tað, at skulu sita dóm í einum øðrum landi við m.a. aðrari mentan, máli og avmarkaðum møguleika at fáa vitjan, kann vera ein óneyðug herðing av dóminum hjá fólki, sum, um hølisviðurskiftini vóru til tess, kundu sitið dómin í Føroyum.

 

 

Somuleiðis er víst á manglandi arbeiðsmøguleikar, sum geva innihald í gerandisdegnum hjá teimum, sum sita inni.

 

Í nýggju rættargangslógini eru ásettar reglur um tíðaravmarking á avbyrgingingar. Hetta er rætt at gera og kann vera ein bati. Men samanumtikið er tað ikki víst, at hetta hevur ætlaða virknaðin, nevniliga at fáa talið á avbyrgingum niður.

 

Hølisviðurskiftini verða søgd at vera høvuðstrupulleikin, og hetta má takast í nógv størri álvara, og neyðug stig eiga at verða tikin at bøta um støðuna.

 

Tað er ikki óhugsandi, at tað, at málsøkið ikki er á føroyskum hondum ger sítt til, at uppmerksemið um hetta økið ikki fyllir nógv, hvørki alment ella í politisku skipanini. Tá ið vit ikki skulu taka støðu, hava vit heldur ikki altíð neyðuga innlitið. Tá ið vit taka ábyrgd og standa til svars, verða málsøkini uttan iva betur røkt.

 

Á tingfundi 11. februar 2020 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

 

 

 

Svar: