Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

44. fundur 

 

Ár 2018, mánadagin, 17. desember, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2018: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2018

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)


Fundur niðurlagdur kl. 10.41
Fundur uppafturtikin kl. 11.10


Uppskot frá Jørgeni Niclasen, um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-18
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-10
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)

Uppskot frá Jógvani á Lakjuni, um at beina málið aftur í nevnd fall 13-0-16
Broytingaruppskot frá Jacobi Vestergaard, Joen Magnusi Rasmussen, Jógvani Skorhein, Magnusi Rasmussen, Jógvani á Lakjuni, Kára P. Højgaard og Bill Justinussen fall 11-0-18
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-7
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2018: Uppskot til løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-5
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattafrítt upp til 150.000 kr. at langtíðar útleiga bústaðir)

Uppskot frá Jógvani Skorheim, um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-23
Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 30-0-2
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-1-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist)

Uppskot frá Kára P. Højgaard, um at beina málið aftur í nevnd fall 13-0-18
Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 24-0-7           
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-7
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald)

Uppskotið samtykt 22-0-10
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning)

Uppskot frá Kaj Leo Holm Johannesen, um at beina málið aftur í nevnd fall 15-0-17
Broytingaruppskot frá meirilutanum í Trivnaðarnevndini samtykt 17-0-15
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-15
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2018: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya

Uppskot frá Kára P. Højgaard, um at beina málið aftur í nevnd fall 15-0-16
Broytingaruppskot frá Jørgeni Niclasen og Jákupi Mikkelsen fall 14-0-17
Broytingaruppskot frá Bjørt Samuelsen, Bjarna Hammer og Ingolfl S. Olsen samtykt 30-0-1
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-1-2
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Fundur niðurlagdur kl. 19.50
Fundur uppafturtikin kl. 20.30

 

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Leingjan av fiskidagaskipan fyri 2019)

Málið varð beint í Vinnunevndina

11.    1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2018: Uppskot til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan

Málið varð beint í Uttanlandsnevndina

12.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 65/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattligt hall, skjalprógv, transfer-pricing, frágreiðing landanna millum o.a.) og nr.
67/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) (Reglur um vinningsbýti, samskatting, realkreditlán, skattligt hall, meting av inntøku og sektir o.a.)
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 73/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

Tikið av skrá:

2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2018: Uppskot løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019
2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Sjúka í frítíðini telur ikki sum frítíð)

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 18. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 43/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini)

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2018: Uppskot løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019

4.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 23.02

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Sirið Stenberg, landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum