Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

51. fundur 

 

Ár 2019, mikudagin, 13. februar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Kristin Michelsen og Joen Magnus Rasmussen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi



Formaðurin bar fram minningarorð um Andrias Petersen,  fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist 10. februar 2019, og tingmenn mintust hann í tøgn.


Til viðgerðar:

 

1.       Munnligir spurningar

Fundur niðurlagdur kl. 12.00
Fundur uppafturtikin kl. 12.58

2.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Pauli Trond Petersen og Jenis av Rana, hava lagt fram tingmál nr. 93/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2018 og um frágreiðing um virkið ráðsins í 2018
At tingmenninir Kári P. Højgaard, Jørgen Niclasen, Joen Magnus Rasmussen, Magnus Rasmussen, Bjørt Samuelsen, Bill Justinussen og Magni Laksáfoss, hava lagt fram tingmál nr.
94/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2018

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 20. februar 2019, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Vinnufeløg undantikin kringvarpsgjald)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki) 

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2018: Uppskot til samtyktar um eina listaskúlaskipan

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2018 og um frágreiðng um virkið ráðsins í 2018
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2018
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

4.       Framløga

 

 

Fundur lokin 20.55

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Kári P Højgaard, Jørgen Niclasen, Joen Magnus Rasmussen, Bjørt Samuelsen, Bill Justinussen og Magni Laksáfoss, løgtingsmenn