Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

56. fundur 

 

Ár 2019, hósdagin, 7. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-11/2018 til Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, frá løgtingsmonnunum, Bill Justinussen og Jenis av Rana, viðvíkjandi luttøku føroyinga á 75 ára hátíðarhaldi í Keypmannahavn fyri, at danir og eisini føroyingar bjargaðu túsundtals jødum yvir til Svøríkis undir seinna heimsbardaga.

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum leggur fram frágreiðing F-5/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um samferðsluætlan

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 100/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin) (Ikki vinnulig útleiga víðkað, Almannaverkið heimild at gera avtalur við útleigarar um ávísingarrætt, leigunevndin heimild at seta til viks greitt órímiliga leigu o.a.)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 101/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at útskriva lánsbrøv og til at útvega lutaíbúðir)

Tingmálini nr. 100, 101 og 102/2018 vóru viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Trivnaðarnevndina og Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum, harav onnur er markað til pápan)

Málið verður beint í Rættarnevndina

7.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2019 til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsu- og innlendismálum, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilboði frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum

8.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur lagt fram tingmálini
nr. 114/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk) og nr. 123/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum sjórættur)
at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini, nr. 116/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild til at útvega uttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikhús, nr. 125/2018: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald, nr. 126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar) og nr. 128/2018: Uppskot til løgtingslóg um kóp (Kópalógin)
at Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 113/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Reglur um sjóuppmerking o.a.), nr. 124/2018: Uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, nr. 146/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og ll.. (Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar) og nr. 147/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), an.. (Skráseting av veruligir eigarar o.a.)
at Hanna Jensen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 117/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og um royndarverkætlanir og granskingarverkætlanir), nr.120/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan, nr. 141/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja  húsarhaldsskúla í Klaksvík og nr. 149/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja ítróttaháskúla í Suðuroy
at Sirið Stenberg, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 119/2019: Uppskot til løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð, nr. 129/2018: Uppskot til løgtingslóg um elelektriskan útbúnað elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin), nr. 137/2018: Løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni (Náttúrumargfeldislógin), nr. 138/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Avtøka av friðingarnevndum o.a.), nr. 139/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd (Heimild at leggja kærumyndugleikan til ávísa kærunevnd) og nr. 140/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum (
Kærumyndugleikin sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini, umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini lagdur til Kærunevndina í lendismálum, sum skiftir navn til Kærunevndin í náttúru-, umhvørvis- og lendismálum)
at Heðin Mortensen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 121/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Útbjóðingin av rakstrinum broytt frá 5 til 7 ár), nr. 142/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík, nr. 143/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan innkomuveg til Tórshavn og nr. 153/2018: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum
at Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 122/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Røktarviðbót fellur burtur, tá endurgjald verður veitt fyri mista arbeiðsinntøku til ansaran), nr. 127/2018: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin), nr. 133/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað familjuískoyti til familjur við serliga lágum inntøkum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð), nr. 134/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin), nr. 135/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót; ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum), nr. 136/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til vælferðarlóg) og nr. 145/2018: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)
at Kristina Háfoss, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 130/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler, nr. 131/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), nr. 132/2018: Uppskot til løgtingslóg um Virkisskrá, nr. 144/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar § 12 í lóg nr. 1520 af 18/12/2018, lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), lov om kapitalmarkeder og forskellige andre love (Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya kunnu heinta upplýsingar frá føroyskum bankum), nr. 148/2018: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn, nr. 151/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) og løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Strika toll á EL-bilum og ljóðbøkur gerast MVG-fríar), nr. 152/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreist fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi) og nr. 160/2018: Uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika
at Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmálini nr. 150/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (morgunsangur), og nr. 154/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)
at Jørgen Niclasen, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmálini nr. 155/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Flyta kvotur yvir um ár) og nr. 156/2018: Uppskot til samtyktar um, at ung fáa ókeypis trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum
at Jacob Vestergaard, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál nr. 157/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð (Býti av keypspeningi fyri landsjørð)
at løgtingsmenninir Kári P. Højgaard, Bill Justinussen og Magnus Rasmussen, hava lagt fram tingmálini nr. 158/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin Oyndarfjørður-Hellurnar, nr. 159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019 og nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2
at Bill Justinussen, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 161/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin til Funningsfjørð
at løgtingsmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen, vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 163/2018: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving til foreldur, í sambandi við ætlanir um fosturtøku og aðrar bráðkomnar trupulleikar, nr. 168/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Hækkaður barnafrádráttur) og 171/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Áseting um fylgjara)
at løgtingsmenninir Bárður á Steig Nielsen, Edmund Joensen, Kaj Leo Holm Johannesen, Magnus Rasmussen og Helgi Abrahamsen, løgtingsmenn, vegna Sambandsflokkin hava lagt fram tingmál nr. 164/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Lækkan av veiðigjaldi), nr. 165/2018: Uppskot til samtyktar um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini til upphiting av sethúsum, nr. 166/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Longd á skúlaskeiðum) og nr. 167/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Endurrindan av løn undir skúlagongd)
at Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál nr. 169/2018: Uppskot til samtyktar um at taka av føroysku fólkatingssessirnar
at Ruth Vang, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál nr. 172/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar)


Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 8. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskaparráð (Fleiri tilmælandi partar og krav um arbeiðsroyndir)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven (Bemyndigelse til at fastsætte integrationsrelevante krav som betingelse for tidsubegrænset opholdstilladelse på Færøerne, hjemmel til delegation af kompetence til at træffe afgørelse om ophold på Færøerne i første instans til færøske myndigheder og ændring af klageadgang i sådanne sager til Udlændingenævnet)
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi fyri Føroyar fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretlands og Norðurírlands
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a., brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a., følsk frágreiðing og følsk ákæra, brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan)
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Loyvisviðurskifti, miðsavnan, søla, netvirksemi og ravmagnsmarknaður)
Málið verður beint í Rættarnevndina

6.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 21.15

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Kristina Háfoss