Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

57. fundur 

 

Ár 2019, fríggjadagin, 8. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Eyðgunn Samuelsen og Hanna Jensen vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Sjúrði Skaale, dagfest 8. mars 2019 har biðið verður um farloyvi frá 11. mars 2019, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti maður á lista Javnaðarfloksins er Kristianna Winther Poulsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Kristianna Winther Poulsen, tekur sæti á tingi.


Til viðgerðar:


1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskaparráð (Fleiri tilmælandi partar og krav um arbeiðsroyndir)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven (Bemyndigelse til at fastsætte integrationsrelevante krav som betingelse for tidsubegrænset opholdstilladelse på Færøerne, hjemmel til delegation af kompetence til at træffe afgørelse om ophold på Færøerne i første instans til færøske myndigheder og ændring af klageadgang i sådanne sager til Udlændingenævnet)

Málið varð beint í Uttanlandsnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi fyri Føroyar fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretlands og Norðurírlands

Málið varð beint í Uttanlandsnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a., brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a., følsk frágreiðing og følsk ákæra, brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan)

Málið varð beint í Rættarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Loyvisviðurskifti, miðsavnan, søla, netvirksemi og ravmagnsmarknaður)

Málið varð beint í Rættarnevndina

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 11. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       Aðalorðaskifti nr. F-5/2018 um frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um samferðsluætlan

2.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 19.00

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen