Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/ód

 

71. fundur 

 

Ár 2019, mikudagin, 3. apríl, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


  Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.     Ófráboðaðir fyrispurningar

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2018: Uppskot til løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving

Uppskot frá Bill Justinussen um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-17
Broytingaruppskot frá samdari Mentanarnevnd samtykt 28-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
 

3.     2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betrað brotpensjón, frítøka, gjøld og panting)

Uppskotið samtykt 14-0-9
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.     2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2018

Uppskotið samtykt 25-0-0
Málið avgreitt

5.     2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi fyri Føroyar fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretlands og Norðurírlands

Uppskot frá Jørgeni Niclasen um at beina málið aftur í nevnd fall 5-0-17
Uppskotið samtykt 21-0-1
Málið avgreitt

6.     2. viðgerð av tingmáli nr. 146/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) (Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar)

Broytingaruppskot frá Vinnunevndini 20-0-2
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-2
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.     2. viðgerð av tingmáli nr. 147/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Skráseting av veruligum eigarum o.a.)

Broytingaruppskot frá Vinnunevndini 20-0-2
Uppskotið sum broytt samtykt 20-0-2
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 146 og 147/2018 verða viðgjørd undir einum

8.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður við tilmæli frá 17 tingmonnum, hevur lagt fram tingmál nr. 173/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki og úrgildisseting av løgtingslóg um at dagføra ognina Eirargarður 14/16
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 158/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin Oyndarfjørður-Hellurnar, nr. 159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019, nr. 161/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin til Funningsfjarðar og nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 4. apríl 2019, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.     Aðalorðaskifti sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini nr. 6/2018: Frágreiðing um eigarapolitikk landsins

2.     Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.20

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen