Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

66. fundur 

 

Ár 2019, týsdagin, 26. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Helena Dam á Neystabø, Sonja Jógvansdóttir og Kaj Leo Holm Johannesen og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Poul Michelsen og Eyðgunn Samuelsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2019: Uppskot til løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 129/2018: Uppskot til løgtingslóg um elelektriskan útbúnað elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin)

Málið varð beint í Rættarnevndina

Fundur niðurlagdur kl. 12.30
Fundur uppafturtikin kl. 13.35

 

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 132/2018: Uppskot til løgtingslóg um Virkisskrá

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 160/2018: Uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika

Tingmálini nr. 132 og 160/2018 vóðru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 148/2018: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 151/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) og løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Strika toll á EL-bilum og ljóðbøkur gerast MVG-fríar)

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 152/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreist fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi)

Tingmálini nr. 151 og 152/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina


Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 27. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

1.     Hanna Jensen, landsstýrismaður í mentamálum leggur fram frágreiðing F-7/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil.

2.     2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri.lógartøkniligar broytingar.

3.     1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

4.     1. viðgerð av tingmáli nr. 141/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík

5.     1. viðgerð av tingmáli nr. 149/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja ítróttaháskúla í Suðuroy
Tingmálini nr. 141 og 149/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

6.     1. viðgerð av tingmáli nr. 169/2018: Uppskot til samtyktar um at taka av føroysku fólkatingssessirnar
Málið verður Rættarnevndina

7.     1. viðgerð av tingmáli nr. 172/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar)
Máið verður beint í Fíggjarnevndina

8.     1. viðgerð av tingmáli nr. 170/2018: Uppskot til samtyktar um at seta donsku royndarskipanina við cannabisheilivági í gildi í Føroyum
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

9.     Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.10

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg