Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

76. fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 1. mai, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Heðin Mortensen, landsstýrismaður var ikki á fundi

Til viðgerðar:

 

1.       Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum legði fram frágreiðing F-8/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um uttanríkismál

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 151/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) og løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Strika toll á EL-bilum og ljóðbøkur gerast MVG-fríar)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 119/2019: Uppskot til løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 172/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-1-0
Málið avgreitt

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 104/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven (Bemyndigelse til at fastsætte integrationsrelevante krav som betingelse for tidsubegrænset opholdstilladelse på Færøerne, hjemmel til delegation af kompetence til at træffe afgørelse om ophold på Færøerne i første instans til færøske myndigheder og ændring af klageadgang i sådanne sager til Udlændingenævnet)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-5
Málið avgreitt

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 85/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringer af lov om dansk indfødsret (Dupultan ríkisborgararætt o.a.) og at kunngera § 30 í lov nr. 542 frá 24. juni 2005 og § 6 í lov nr. 647 frá 12. juni 2013

Broytingaruppskot frá Jógvani á Lakjuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jenisi av Rana og Bill Justinussen fall 16-0-16
Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-8
Málið avgreitt

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 108/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a., brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a., følsk frágreiðing og følsk ákæra, brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt

8.       3. viðgerð av tingmáli nr. 98/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum, harav onnur er markað til pápan)

Broytingaruppskot frá Kristini Michelsen, Magnusi Rasmussen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Edmundi Joensen samtykt 17-0-16
Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt

9.       3. viðgerð av tingmáli nr. 121/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Útbjóðingin av rakstrinum broytt frá 5 til 7 ár)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt

10.    3. viðgerð av tingmáli nr. 117/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og ..)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av skipum (Góðkenning av millumtjóðasáttmála ILO 188 – Work in Fishing Convention)

Uppskotið samtykt 19-0-13
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 100/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin) (Ikki vinnulig útleiga víðkað, Almannaverkið heimild at gera avtalur við útleigarar um ávísingarrætt, leigunevndin heimild at seta til viks greitt órímiliga leigu o.a.)

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Trivnaðarnevndini fall 14-0-15
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-12
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

13.    2. viðgerð av tingmáli nr. 101/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað)

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Trivnaðarnevndini samtykt 20-1-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-10
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

14.    2. viðgerð av tingmáli nr. 124/2018: Uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

Uppskotið samtykt 25-1-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

15.    2. viðgerð av tingmáli nr. 133/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað familjuískoyti til familjur við serliga lágum inntøkum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Trivnaðarnevndini samtykt 21-0-10
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-5
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Fundur niðurlagdur kl. 15.05
Fundur uppafturtikin kl. 16.18

16.    1. viðgerð av tingmáli nr. 177/2018: Uppskot til løgtingslóg um royndarverkætlan í Suðuroynni

17.    1. viðgerð av tingmáli nr. 176/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019-2

Tingmálini nr. 177 og 176/2018 vóru viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Trivnaðarnevndina og Fíggjarnevndina

18.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Kristina Háfoss, landsstýrismaður, við tilmæli frá 17. tingmonnum, hevur lagt fram tingmál nr. 178/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019-3
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit ll í tingmáli nr.
126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar) og nr. 154/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 132/2018: Uppskot til løgtingslóg um Virkisskrá , nr. 159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019, nr. 160/2018: Uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika og nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2
at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 92/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
170/2018: Uppskot til samtyktar um at seta donsku royndarskipanina við cannabisheilivági í gildi í Føroyum og nr. 79/2018: Uppskot til samtyktar um menningarætlan fyri endurmenning (rehabilitering) í Føroyum
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
165/2018: Uppskot til samtyktar um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini til upphiting av sethúsum

Fundur niðurlagdur kl. 19.07
Fundur uppafturtikin kl. 20.30

Formaðurin las skriv frá Bjarna Hammer, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Henrik Old, Jacob Vestergaard og Jógvani Skorheim, har heitt var á Løgtingið um at geva frávik sbrt. § 85 í Tingskipanini frá øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum, ið eftir eru í løgtingsmálunum nr. 99/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av skipum (Góðkenning av millumtjóðasáttmála ILO 188 – Work in Fishing Convention), nr. 100/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin) (Ikki vinnulig útleiga víðkað, Almannaverkið heimild at gera avtalur við útleigarar um ávísingarrætt, leigunevndin heimild at seta til viks greitt órímiliga leigu o.a.), nr. 101/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað), nr. 124/2018: Uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, nr. 133/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað familjuískoyti til familjur við serliga lágum inntøkum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð) og nr. 178/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019-3


Samtykt 31-0-0

 


Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 1. mai 2019, kl. 21.15, við hesi dags­skrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av skipum (Góðkenning av millumtjóðasáttmála ILO 188 – Work in Fishing Convention)

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 100/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin) (Ikki vinnulig útleiga víðkað, Almannaverkið heimild at gera avtalur við útleigarar um ávísingarrætt, leigunevndin heimild at seta til viks greitt órímiliga leigu o.a.)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 101/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað)

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 124/2018: Uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 133/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað familjuískoyti til familjur við serliga lágum inntøkum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 178/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019-3
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

7.       Framløga



Fundur lokin kl. 20.38

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg