Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

63. fundur 

 

Ár 2019, týsdagin, 19. mars, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Kristianna Winther Poulsen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Sirið Stenberg og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 130/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler

Uppskotið samtykt 29-0-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
 

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 131/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven)

Uppskotið samtykt 29-0-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 144/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar § 12 í lóg nr. 1520 af 18/12/2018, lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), lov om kapitalmarkeder og forskellige andre love (Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya kunnu heinta upplýsingar frá føroyskum bankum)

Uppskotið samtykt 29-0-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Leingja freist til 31. desember í 2020)

Uppskotið samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 122/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Røktarviðbót fellur burtur, tá endurgjald verður veitt fyri mista arbeiðsinntøku til ansaran)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 127/2018: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin),

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 134/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 135/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót; ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 136/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til vælferðarlóg)

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 145/2018: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)

Tingmálini nr. 122, 127, 134, 135, 136 og nr. 145/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina

11.    1. viðgerð av tingmáli nr. 133/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað familjuískoyti til familjur við serliga lágum inntøkum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 20. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       Munnligir spurningar

2.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-10/2018 til Poul Michelsen, landsstýrismann, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroyar sum royndarland fyri 5G net

3.       Framløga


Fundur lokin kl. 16.00

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen