Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

61. fundur 

 

Ár 2019, hósdagin, 14. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og løgmaður og  ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-12/2019 Til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni viðvíkjandi, hvussu leingið skal Føroyabanki vera stongdur fyri línu- og snellu bátum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-13/2018 til Honnu Jensen, landsstýrismann, frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni, viðvíkjandi, hvør hevur ábyrgdina av heimaundirvísing


Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

3.       Val av § 25 nevnd at viðgera tingmálini nr. 110/2018: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna og 111/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna v.m.)

Vald vóru:
Annita á Fríðriksmørk
Helena Dam á Neystabø
Jørgen Niclasen
Bárður á Steig Nielsen
Jenis av Rana
Bjarni Kárason Petersen
Kári P. Højgaard

Varalimir:
Ingolf S. Olsen
Kristianna Winther Poulsen
Joen Magnus Rasmussen
Kaj Leo Holm Johannesen
Bill Justinussen
Ruth Vang
Jógvan Skorheim

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 124/2018: Uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

Málið beint í Vinnunevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 146/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og ll.. (Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 147/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), an.. (Skráseting av veruligir eigarar o.a.)

Tingmálini nr. 146 og 147/2018 vóru viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 121/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Útbjóðingin av rakstrinum broytt frá 5 til 7 ár)

Málið beint í Rættarnevndina

 

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 142/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 143/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan innkomuveg til Tórshavn

Tingmálini nr. 142 og 143/2018 vóru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 153/2018: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum

Málið beint í Rættarnevndina

11.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 130/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler, nr. 131/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven) og nr. 144/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar § 12 í lóg nr. 1520 af 18/12/2018, lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), lov om kapitalmarkeder og forskellige andre love (Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya kunnu heinta upplýsingar frá føroyskum bankum)
Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi nr. S-14/2018 til Sirið Stenberg, landsstýrismann, frá Kaj Leo Holm Johannesen, viðvíkjandi leiðslustøðuna í føroyska Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 15. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-14/2018 til Sirið Stenberg, landsstýrismann, frá Kaj Leo Holm Johannesen, viðvíkjandi leiðslustøðuna í føroyska Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum

2.       1. viðgerð av tingmáli nr.155/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Flyta kvotur yvir um ár)
Málið verður beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 156/2018: Uppskot til samtyktar um, at ung fáa ókeypis trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum
Málið verður beint í Vinnunevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 157/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð (Býti av keypspeningi fyri landsjørð)
Málið verður beint í Vinnunevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 158/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin Oyndarfjørður-Hellurnar

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019
Tingmálini nr. 158 og 159/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

7.       1. viðgerð av tingnr. 161/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin til Funningsfjørð

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2
Tingmálini nr. 161 og 162/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

9.       1. viðgerð av tingmálinr. 163/2018: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving til foreldur, í sambandi við ætlanir um fosturtøku og aðrar bráðkomnar trupulleikar
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 168/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Hækkaður barnafrádráttur)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

11.    1. viðgerð av tingmáli nr. 171/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Áseting um fylgjara)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

12.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 19.07

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen