Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
BI/sm

 

73. fundur 

 

Ár 2018, týsdagin, 9. apríl, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Jenis av Rana og Pauli T. Petersen eru á fundi í Norðurlandaráðnum og Høgni Hoydal, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 69//2018: Uppskot til løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving

Broytingaruppskot frá Bill Justinussen, Joen Magnus Rasmussen, Jógvani á Lakjuni og Jákupi Mikkelsen, løgtingsmonnum fall 8-0-21
Broytingaruppskot frá Óluvu Elini Klettskarð, Katrini Kallsberg, Jógvani á Lakjuni. Bjørn Kalsø, Kristionnu Winther Poulsen løgtingsmonnum samtykt 29-0-0
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

Fundur niðurlagdur kl. 12.02
Fundur uppafturtikin kl. 13.00

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betrað brøkpensjón, frítøka, gjøld og panting)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-13
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 146/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) (Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 147/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Skráseting av veruligum eigarum o.a.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 158/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin Oyndarfjørður-Hellurnar

Uppskot frá Bill Justinussen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 22-2-1

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019

Uppskot frá Bill Justinussen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 23-2-1

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 161/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin til Funningsfjørð

Uppskot frá Bill Justinussen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 23-2-1

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2

Uppskot frá Bill Justinussen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 23-2-1

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 173/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki og úrgildisseting av løgtingslóg um at dagføra ognina Eirargarður 14/16

Uppskotið varð beint í Fíggjarnevndina

10.    Framløga
Formaðurin boðaði frá at Kristina Háfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fram tingmál nr.
175/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019,
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
95/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019, nr. 96/2018: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra vegir og tunlar, nr. 151/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) og løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Strika toll á EL-bilum og ljóðbøkur gerast MVG-fríar) og nr. 172/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leigubilar)
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 119/2019: Uppskot til løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 104/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven (Bemyndigelse til at fastsætte integrationsrelevante krav som betingelse for tidsubegrænset opholdstilladelse på Færøerne, hjemmel til delegation af kompetence til at træffe afgørelse om ophold på Færøerne i første instans til færøske myndigheder og ændring af klageadgang i sådanne sager til Udlændingenævnet)

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 24. apríl 2019, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

1.       Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í Tingskipanani í løgtingsmáli nr. 112/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Loyvisviðurskifti, miðsavnan, søla, netvirksemi og ravmagnsmarknaður)

2.       Munnligir spurningar

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 175/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2019

4.       Framløga



Fundur lokin kl. 15.50

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

 

 

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen