Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

65. fundur 

 

Ár 2019, hósdagin, 21. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Helena Dam á Neystabø, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 130/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 131/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven)

 

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 144/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar § 12 í lóg nr. 1520 af 18/12/2018, lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), lov om kapitalmarkeder og forskellige andre love (Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya kunnu heinta upplýsingar frá føroyskum bankum)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Leingja freist til 31. desember í 2020)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0
Málið avgreitt

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild til at útvega úttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikhús

Málið beint í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 125/2018: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald

Málið beint í Vinnunevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

Málið beint í Vinnurnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 128/2018: Uppskot til løgtingslóg um kóp (Kópalógin)

Málið beint í Vinnunevndina

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og ..)

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 150/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (morgunsangur)

Tingmálini nr. 117 og 150/2018 vóru viðgjørd undir einum og beind í Mentanarnevndina

Tikið av skrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan
1. viðgerð av tingmáli nr. 141/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja  húsarhaldsskúla í Klaksvík
1. viðgerð av tingmáli nr. 149/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja ítróttaháskúla í Suðuroy

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 22. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri lógartøkniligar broytingar)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 154/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)
Málið verður beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 164/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Lækkan av veiðigjaldi)
Málið verður beint í Vinnunevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 166/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Longd á skúlaskeiðum)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 167/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Endurrindan av løn undir skúlagongd)
Tingmálini nr. 166 og 167/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Mentanarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 165/2018: Uppskot til samtyktar um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini til upphiting av sethúsum
Málið verður beint í Rættarnevndina

7.       Framløga


Fundur lokin kl. 21.05

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

 

Uppskotssetari:
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður