Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

62. fundur 

 

Ár 2019, fríggjadagin, 15. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og løgmaður og  ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-14/2018 til Sirið Stenberg, landsstýrismann, frá Kaj Leo Holm Johannesen, viðvíkjandi leiðslustøðuna í føroyska Sjúkrahúsverkinum og á Landssjúkrahúsinum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 155/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Flyta kvotur yvir um ár)

Málið beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 156/2018: Uppskot til samtyktar um, at ung fáa ókeypis trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum

Málið beint í Vinnunevndina

 

Fundur niðurlagdur kl. 13.17
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 157/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð (Býti av keypspeningi fyri landsjørð)

Málið beint í Vinnunevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 158/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin Oyndarfjørður-Hellurnar

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 159/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019

Tingmálini nr. 158 og 159/2018 vóru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 161/2018: Uppskot til løgtingslóg um at breiðka vegateinin til Funningsfjørð

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 162/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2019-2

Tingmálini nr. 161 og 162/2018 vóru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

9.       1. viðgerð av tingmálinr. 163/2018: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving til foreldur, í sambandi við ætlanir um fosturtøku og aðrar bráðkomnar trupulleikar

Málið beint í Trivnaðarnevndina

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 168/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Hækkaður barnafrádráttur)

Málið beint í Fíggjarnevndina

11.    1. viðgerð av tingmáli nr. 171/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Áseting um fylgjara)

Málið beint í Trivnaðarnevndina

12.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 88/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Leingja freist til 31. desember í 2020)

Frávik:
Formaðurin las skriv frá løgtingsmonnunum Jørgen Niclasen, Bárði Nielsen, Jenis av Rana, Jógvani Skorheim, Jacob Vestergaard og Kaj Leo Holm Johannesen, um at víkja frá § 85 í Tingskipanini frá øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum í løgtingsmáli nr. 155/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Flyta kvotur yvir um ár)

Uppskotið fall 15-0-15

Tikið aftur

Formaðurin boðaði frá, at Jenis av Rana, løgtingsmaður, boðar frá, at hann tekur aftur løgtingsmál nr. 38/2018: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving í sambandi við ætlanir um møguliga fosturtøku. Upp á fyrispurning frá formannin, sambært § 55, stk. 3 í Tingskipanini, tók ongin málið upp.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 19. mars 2019, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 130/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 131/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 144/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar § 12 í lóg nr. 1520 af 18/12/2018, lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), lov om kapitalmarkeder og forskellige andre love (Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya kunnu heinta upplýsingar frá føroyskum bankum)

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Leingja freist til 31. desember í 2020)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 122/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Røktarviðbót fellur burtur, tá endurgjald verður veitt fyri mista arbeiðsinntøku til ansaran),

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 127/2018: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin),

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 134/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin),

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 135/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót; ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum),

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 136/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til vælferðarlóg),

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 145/2018: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)
Tingmálini nr. 122, 127, 134, 135, 136 og nr. 145/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina

11.    1. viðgerð av tingmáli nr. 133/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað familjuískoyti til familjur við serliga lágum inntøkum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

12.    Framløga
 

 

Fundur lokin kl. 19.45

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Jenis av Rana og Bill Justinussen, vegna Miðflokkin