Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabókin

« Aftur

 

 

Løgtingsins gerðabók
BI/sm

 

32. fundur 

Ár 2019, fríggjadagin 6. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Edva Jacobsen, løgtingsmaður er á fundi í Útnorðurráðnum og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Rósu Samuelsen, dagfest 4. desember 2019 har biðið verður um farloyvi frá 6. desember til og við 12. desember, og at næsti á lista Sambandsfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Sambandsfloksins er Eyðdis Hartmann Niclasen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eyðdis Hartmann Niclasen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)

Uppskotið samtykt 29-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)

Uppskotið samtykt 15-0-11
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirivirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)

Broytingaruppskot frá minnilutanum í Fíggjarnevndini fall 12-0-15
Uppskotið samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg endurrindan til hitapumpuskipanir og heimild at víðka skipanina til aðrar góðkendar skipanir)

Broytingaruppskot frá minnilutanum í Fíggjarnevndini fall 11-1-15
Uppskotið fall 10-0-17
Málið avgreitt

Tingmálini nr. 19 og 27/2019 vórðu viðgjørd undir einum

8.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur lagt fram tingmál nr. 41/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2019
at landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, hevur lagt fram tingmál nr. 42/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan (Leingja gildistíðina). Hesir tingmenn tilmæla at uppskotini kunnu leggjast fram Kristin Michelsen, Heðin Zachariasen Jákup Mikkelsen, Steffan Klein Poulsen, Uni Rasmussen, Jógvan á Lakjuni, Bill Justinussen, Magnus Rasmussen, Erhard Joensen, Beinir Johannesen, Frimodt Rasmussen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Brandur Sandoy, Johan Dahl, Christian Andreasen, Jóhan Eli Poulsen og Jaspur Langgaard.
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 10/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lækking av mótrokning) og nr. 11/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður týsdagin 10. desember, kl. 13.00 við hesi dagsskrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirivirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lækking av mótrokning)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)
Tingmálini nr. 10, 11 og 20/2019 verða viðgjørd undir einum

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2019

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan (Leingja gildistíðina)
Tingmálini nr. 41 og 42/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

9.       Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 12.37

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur