Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

33. fundur 

Ár 2019, týsdagin 10. desember, kl. 13.00, varð tingfundur settur.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-13
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirivirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0
Málið avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lækking av mótrokning)

Uppskot frá Sirið Stenberg, um at beina málið aftur í nevnd fall 14-0-17
Broytingaruppskot frá meirilutanum í Trivnaðarnevndini samtykt 16-11-4
Uppskotið soleiðis broytt 16-7-8
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)

Uppskot frá Sirið Stenberg, um at beina málið aftur í nevnd fall 14-0-17
Uppskotið samtykt 16-7-8
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)

Uppskot frá Sirið Stenberg, um at beina málið aftur í nevnd fall 14-0-17
Uppskotið samtykt 16-7-8
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 10, 11 og 20/2019 vórðu viðgjørd undir einum

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2019

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan (Leingja gildistíðina)

Tingmálini nr. 41 og 42/2019 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

9.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
40/2019: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2018

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mikudagin 11. desember, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       Ófráboðaðir fyrispurningar

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 7/2019: Uppskot til løgtingslóg um royndarverkætlan fyri kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2019: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Hu?sala?nsgrunn (Heimild at u?tskriva la?nsbrøv til at byggja fleiri bústaðir og til at u?tvega lutai?bu?ðir)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Hu?sala?nsgrunn (Heimild til fígging av bústøðum uttanfyri størru býirnar)

6.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 18.30

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur