Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

49. fundur 

Ár 2020, týsdagin 11. februar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Rósa Samuelsen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-2/2019 til løgmann, Bárð á Steig Nielsen, frá Sirið Stenberg, løgtingsmanni, viðvíkandi viðurskiftunum í Mjørkadali

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum (Kærumyndugleikin sambært náttúrumargfeldislógini, náttúrufriðingarlógini, umhvørvisverndarlógini og havumhvørvisverndarlógini lagdur til Kærunevndina í lendismálum, sum skiftir navn til Kærunevndin í náttúru-, umhvørvis- og lendismálum)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd (Heimild at leggja kærumyndugleikan til ávísa kærunevnd)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Avtøka av friðingarnevndum o.a.)

Tingmálini nr. 55, 56 og 57/2020 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta útgjald til menn og kvinnur tá umræður lívrentutryggingar

Málið varð beint í Vinnunevndina

6.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Kristina Háfoss, Hervør Pálsdóttir, Bjørt Samuelsen, Høgni Hoydal, Sirið Stenberg og Beinta Løwe Jacobssen hava lagt fram tingmál nr. 64/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta kvinnur og menn, tá umrøður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum
Formaðurin fráboðaði skrivligum fyrispurningi nr. S-3/2019 til løgmann, Bárð á Steig Nielsen, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi inngjaldi til Heilsutrygd

 

 Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 12. februar 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-3/2019 til løgmann, Bárð á Steig Nielsen, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi heilsutrygdargjaldi

2.       Munnligir spurningar

3.       Framløga

 

 

 

                                                                                                                                                   Fundur lokin kl. 15.10

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmenn