Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

51. fundur 

Ár 2020, týsdagin 18. februar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.



Til viðgerðar:

 

1.       2. viðgerð av tingsmáli nr. 21/2019: Uppskot til løgtingslóg um upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni

 

Fundur niðurlagdur kl. 12.15
Fundur uppafturtikin. kl. 13.30


Uppskot frá Kristinu Háfoss um at beina málið aftur í nevnd fall 14-0-11
Uppskotið fall 14-0-11
Málið avgreitt

2.       1. viðgerð av løgtingsmáli nr. 59/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne

Málið beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av løgtingsmáli nr. 60/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling (Váttan av faðirskapi)

Málið beint í Trivnaðarnevndina

4.       1. viðgerð av løgtingsmáli nr. 61/2019: Uppskot til samtyktar um at føroyska málið skal vera rættarmál burturav

Málið beint í Rættarnevndina

5.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
45/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Broytt minstamark fyri skrásetingarskyldu o.a.)

 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 19. februar 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

1.       2. viðgerð av tingsmáli nr. 49/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Rætting av áseting um mótrokning av familjuískoyti o.a.)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. ( Øll egin uppspard pensjón telja við sum inntøka, útsett pensjón við deyða o.a.)

3.       1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 62/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýris­skipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)

4.       1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 63/2019: Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í dagpeningaskipanini
Málið verður  beint í Trivnaðarnevndina

5.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-1/2019 til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi útisiglarum og inngjaldi til Heilsutrygd

6.     Framløga

 

 

                                                                                                Fundur lokin kl. 17.30

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Sirið Stenberg, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss, Beinta Løwe Jacobsen og Hervør Pálsdóttir, løgtingsmenn