Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

55. fundur 

Ár 2020, mikudagin 11. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Helgi Abrahamsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Í samband við at Poul Michelsen, segði tingsessin frá sær, mælir formaðurin til, at Løgtingið samtykkir at Ruth Vang, tekur sæti á tingi.

Samtykt uttan atkvøðugreiðsu, at Ruth Vang tekur sæti á tingi.



Farloyvi:
Skriv frá Heðin Zachariasen, dagfest 9. mars 2020 har biðið verður um farloyvi frá 11. mars 2020, og at næsti á lista Fólkafloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti maður á lista Fólkafloksins er Rógvi Egilstoft Nielsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Rógvi Egilstoft Nielsen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling (Váttan av faðirskapi)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta kvinnur og menn, tá umrøður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Javnseta útgjald av lívrentutryggingum til menn og kvinnur)


Tingmálini nr. 64 og 68/2019 vóru viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven)

Tingmálini nr. 74 og 75/2019 vóru viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af forvaltningsloven m.v.

Málið beint í Rættarnevndina

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 12. mars 2020, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2019: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)
Tingmálini nr. 79, 80, 81, 82 og 83/2019 verða viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

7.       Framløga



 

 

Fundur lokin kl. 12.47

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Kristina Háfoss, Hervør Pálsdóttir, Bjørt Samuelsen, Høgni Hoydal, Sirið Stenberg og Beinta Løwe Jacobsen