Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

80. fundur 

Ár 2020, týsdagin 19. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 79/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 80/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

3.        3. viðgerð av tingmál nr. 81/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)

Fundur niðurlagdur kl. 13.54
Fundur uppafturtikin kl. 14.05


Uppskot frá Sirið Stenberg, um at beina málið aftur í nevnd fall 8-6-16
Broytingaruppskot frá Una Rasmussen, Rósu Samuelsen, Jóhan Eli Poulsen og Erhardi Joensen samtykt 17-0-13
Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2019: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0
Málið avgreitt

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0
Málið avgreitt

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Heimavirki)

Uppskot frá Kristinu Háfoss, um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-16
Uppskotið samtykt 16-0-12
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreistina fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir)

Broytingaruppskot frá minnilutanum í Fíggjarnevndini fall 10-0-12
Uppskotið samtykt 22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar (Broyttar greinatilvísingar í serlógum)

Broytingaruppskot frá samdari Rættarnevnd samtykt 22-0-4
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-4
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta útgjald til menn og kvinnur tá umræður lívrentutryggingar

Uppskotið fall 10-0-13
Málið avgreitt

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta kvinnur og menn, tá umræður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum

Uppskotið fall 10-0-13
Málið avgreitt

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Javnseta útgjald av lívrentutryggingum til menn og kvinnur)

Uppskotið fall 10-0-13
Málið avgreitt

12.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 76/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af forvaltningsloven m.v. og nr. 102/2019: Uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum eitt nú vegna aldur
at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 84/2019: Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti og nr. 88/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúla (Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar)

Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi S-7/2019 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi kostnaði og mistum størvum í Føroyum av, at peningastovnarnir fingu loyvi at flyta netbanka og peningaupplýsingarnar hjá føroyingum av landinum

 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, mikudagin 20. mai 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-7/2019 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi kostnaði og mistum størvum í Føroyum av, at peningastovnarnir fingu loyvi at flyta netbanka og peningaupplýsingarnar hjá føroyingum av landinum

2.       Munnligir fyrispurningar

3.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 18.15

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Kristina Háfoss, Hervør Pálsdóttir, Bjørt Samuelsen, Høgni Hoydal, Sirið Stenberg og Beinta Løwe Jacobsen